Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-25, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. september 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. september 2017 · Nr. 111 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Tróndur Arge – Tórsvøllur Hallur Hansson og Sonni Ragnar Nattestad eru við aft­ ur í landsliðshópinum, sum skal spæla móti Lettlandi á Tórsvølli tann 7. oktober, og tríggjar dagar seinni, týs­dagin 10. oktober móti Ungarn á Groupama Arena í Budapest. Lars Olsen hevði tíðinda­ fund á Tórsvølli fyrrapartin í dag. Nakrar broytingar eru í landsliðshópinum og lands­ liðsvenjarin hálaði eina lítla kanin úr hattinum, tá hann kunngjørdi at Tryg­vi Ask­ ham er nýggjur í lands­liðs­ hópinum. Hann er valdur fram­um Kristian Joensen, sum hevur mist plássið í KÍ, og Tórð Thomsen úr B36. Símun Rógvi Hansen úr NSÍ er skaddur. Nógvir verjuspælarar Lars Olsen hevur fleiri spælarar, sum eru á gulum korti. Tí hevur hann valt at taka fleiri verjuspælarar við, sum hann tók metir kunnu røkja fleiri pláss. Sonni Ragnar Nattestad og Jóhan Troest Davidsen eru við aftur, meðan verjan frá dystinum seinast hevur fingið afturval. Tó so, ongin Hørð­ur Askham er við. -Eg havi ikki avgjørt um vit spæla við trimum í mið­verjuni, sum vit gjørdu seinast. Onkir av hesum kunnu eisini spæla onnur pláss. Millum annað Odmar Færø, sigur Lars Olsen um valið í verjuni. Hallur við aftur -Hallur Hansson er mín favoritt spælari í øllum heimi­num, sigur Atli Greger­ sen, liðskipari á landsliðnum. Tað verður sagt við einum brosi, men tað er lítið at ivast í at bæði liðskiparin og landsliðsvenjarin eru fegnir um, at hann er við aftur. Hallur Hansson spældi 75. minuttir fyri AC Horsens um viku­skiftið. Pól Jóhannus Justinussen er eisini við aftur, meðan Eli F. Nielsen ikki er við hesaferð. Sama álopið Í álopinum er talan um somu tríggjar spælararnar, sum vóru við móti Portugal og Andorra. Jóan Símun Ed­ munds­son hevur tað nakað torført í OB í løtuni, men er fyrsta val staðfesti Lars Olsen. Hinir báðir eru Klæ­ mint A. Olsen (NSÍ) og Patrik Johannesen (B36). Fótbóltssambandið boð­ ar frá, at tað eru fá atgongu­ merki eftir til landsdystin móti Lettlandi á Tórsvølli. trondur@sosialurin.fo Tað er ein óvani, at tað eru so nógv tóm setur til landsdystir, sum eru útseldir. Tað vilja altíð verða fólk, sum hava eina haldgóð orsøk fyri ikki at kunna møta til landsdyst. Men tað er harmligt at uppliva, sum til dystin móti Andorra, at tað vóru fólk, ið leitaðu eftir atgongumerkjum, meðan fleiri setur vóru tóm til sjálvand dystin. Fyrsti mistankin er altíð fyritøkur, sum fáa í hópavís at atgongumerkum, men ikki leggja í at brúka tvey. Ella so tykjast vit at hugsa. Tað er vert at hava í mentu, at hesar fyritøkurnar eru ein grundsteinur undir at landsliðsarbeiðið riggar so væl sum tað ger. Tað er eisini óvist hvussu oftani tað er ein fyritøka, sum eigur tey tómi setrini. Tað sær illa út fyri eyka, tá hvítu puntarnir standa tómir, meðan føroyskur landsliðsfótbóltur verður varpaður kring alt Evropa. Tí er mín áheitan, at um tú hevur eitt agtongumerki, men veist at tú ikki fer, so gev tað víðari. Tað eru altíð takarar til landsdystirnar í løtuni. Úr FSF hevur fleiri ferðir verið sagt, at lági prísurin ger, at fólk ikki so mikið sum tíma at selja atgongumerki víðari. Úrslitið av hesum kann verða, at FSF hækkar prísin. Øll atgongumerkini eru jú seld, so tað kann rættvísgerast, men er ein tanki mær dámar illa. Eg haldi, at skulu hava ráð at fara til landsdyst og tí er umráðandi, at ikki geva FSF fleiri orsøkir til at økja prísin. Hin fyrimunurin er, at fleiri fólk sleppa til landsdyst og at tað sær so ótrúliga gott út í sjónvarpinum. Betri produkt vit hava at selja, meiri kunnu vit fáa fyri tað. So tit, kom nú. Ikki fleiri tóm setur á Tórsvølli, tá tað er útselt! trondur@sosialurin.fo Tíma ikki tóm setur Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 23 spælarar til landsliðið, sum skal spæla móti Lettlandi og Ungarn í oktober. Nýggjur maður í hópinum er Trygvi Askham, málverji hjá EB/Streymur EIN NÝGGJUR MAÐUR Á LANDSLIÐNUM MÁLMENN: Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ÍS) Teitur M. Gestsson, HB Trygvi Askham, EB/Streymur VERJUSPÆLARAR: Jónas Tór Næs, ÍBV (ÍS) Viljormur Davidsen, Vejle (DK) Odmar Færø, B36 Atli Gregersen, Víkingur Ári Mohr Jónsson, HB Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR) Jóhan Troest Davidsen, HB Sonni Ragnar Nattestad, Molde (NOR) MIÐVALLARAR: Pól Johannus Justinussen, NSÍ Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ÍS) Gilli R. Sørensen, Brann BK (NOR) Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍS) Fróði Benjaminsen, Víkingur Sølvi Vatnhamar, Víkingur, Karl Løkin, NSÍ Róaldur Jakobsen, B36 Hallur Hansson, AC Horsens (DK) FRAMHERJAR: Klæmint A. Olsen, NSÍ Patrik Johannesen, B36 Jóan Símun Edmundsson, OB (DK) Hesir eru úttiknir til landsliðið Hesir 23 spælarar eru úttiknir til a-landsliðið til dystin ímóti Lettlandi og Ungarn í oktober