Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Barbara Holm Í málinum um skattafrá­ drátt­in hjá Eik hevur Taks stjór­in Eyðun Mørkøre al­ ment sagt frá, at tey hjá skatta­vald­in­um ikki hava kent seg vill­leidd av Eik Banka (nú Betri Banka) í nógv umrødda skatta­mál­in­ um. Hetta hevur hann sagt eftir at hann sjálvur hevur meldað málið til løgregluna eftir boðum frá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á Taks, sum varð settur at kannað skattamálið – bæði við atlitið til Eik banka og við atliti til, hvørt Taks hevur røkt sína skyldu nóg væl. Til tann seinna spurn­ing­ in í málinum vísir fulla inn­ litið í kanningina hjá Bárði Larsen, sum Sosialurin nú hev­ur fingið hendur á, at Bárður Larsen er sera hvass­ orðaður um tað, sum gekk fyri seg hjá Taks í hesum tíðar­skeiði. Spurdu Skat um hjálp Eitt punkt hjá Bárði Larsen er skrivið, sum Taks sendi til danska Skat í august 2016. Í hesum spyr Taks donsku starvsfelagarnar um ráð um, hvussu sleppast kann und­an at taka eina nýggja avgerð í skattamálinum – sum gav Eik banka 500 milli­ónir í skattafrádrátti. Taks vildi hava ráðgeving um, hvussu avgerðin kundi broyt­ast held­ur enn at set­ast úr gildi. Bárður Larsen vís­ir til svarið frá danska Skat og sigur, at danska starvs­fólki dugir at síggja, at hend­an grund­gev­ ingin, sum hann hjálpir Taks við, er eitt sindur veik, tí at enda vísir viðkomandi á, at um man roynir at “broyta” niðurstøðuna heldur enn at taka eina nýggja niðurstøðu, so verður tað helst funnist at. »Der skal således for­mu­leres argu­menter for, hvor­for Taks ikke på daværende tidspunkt har forholdt sig til dette – hvad er årsagen til, at man nu – på et senere tids­punkt – mener at de skatte­mæssige værdier er ander­ledes??«, spyr Skat starvs­felagarnar í Føroyum um. Bárður Larsen vísir á grund­gevingar hjá Taks fyri, at man vildi broyta avgerðina heldur enn at ógilda hana. Men víðari skrivar hann: »Tað er nærliggjandi at meta hesa konstruktión at vera eina fiktión meira enn eina reella niðurstøðu. Tað mest reella vildi verið at sagt, at avgerðin 30.juni 2015 (fyrra avgerðin, red), var endalig, men at hon var ógildug, tí hon var ikki nøktandi upp­ lýst, og at hon tí átti at verið aftur­kallað.«, skrivar Bárður Larsen. Hetta seinasta brotið, har Bárður Larsen vísir á, at man skuldi sagt, at avgerðin frá juni 2015 var ógildað tí hon ikki var nøktandi upplýst, er serstakliga áhugavert. Tí eftir at málið varð meld­að til løgregluna hevur Eyðun Mørkøre sagt, at hann ikki upplivir tað sum, at Eik hevur afturhildið upp­lýsingum fyri Taks og at hann sum stjóri hjá skatta­ vald­inum metir stovnin verða nøktandi kunnaðan til at taka eina rætta avgerð. Hes­um er Bárður Larsen tó ósamdur í. »– Í tíðini fram til 30. juni 2015 eru fleiri týðandi dømi um, at Eik afturheldur upplýsingum og teknar eina villeiðandi mynd av mál­ inum«, skrivar Bárður Lar­ sen. Mótsiga sær sjálvum Meðan Eyðun Mørkøre held­ ur, at Taks ikki er villleitt í málinum, so er eitt beinleiðis mótsigandi í hasum, at eitt skjal, sum grannskoðararnir hjá Eik (Spekt) vildu hava Eik at senda til Taks í sam­ bandi við málið, gjørd­ist tað avgerðandi í enda­ligu støðu­ takanini hjá skatta­vald­inum. Tað merkir, at Spekt gjørdi eitt upprit í 2014 um skattamálið, har teir sáddu iva um, hvørt Eik yvir­høvur hevur rætt til skatta­frá­ dráttin. Men heldur enn at senda hendan spurningin víðari til skattavaldið, so spurdi Eik HVUSSU man kundi draga tapið á 500 milliónir frá, og ikki UM man kundi draga tað frá. Í fyrstu atløgu – á sumrið 2015 – eydnaðist tað eisini hjá Eik at fáa viðhald í, at man átti rætt til skattafrádráttin. Men í seinnu atløgu – í februar 2017 – var tað júst hendan áskoðanin hjá Spekt, sum saman við øðrum skjølum lá til grund fyri, at Taks broytti mein­ ing og segði 0 krónur í good­will. Eitt hugtak, sum Bárður Larsen eisini er sera atfinningarsamur ímóti í frágreiðingini. »– Júst tey skjølini, sum Spekt og onnur eggjaðu leiðsluni í Eik til at geva Taks í 2013, vístu seg at vera avgerandi fyri málið«, skrivar bráðfeingisstjórin Víðari vísur Bárður Larsen á tað heldur undrunaverda í argumentatiónini hjá Taks í hesum málið. »– At Eik fram til fyrru avgerðina 30. juni 2015 aftur­ helt upplýsingum og teknaði eina mynd av málinum fyri Taks, ið var egnað til at geva eina ófullfíggjaða og skeiva mynd av málinum, tað váttar eisini seinna tilgongdin í mál­inum, tá ið málið tíðliga í 2016 verður tikið upp aftur. Eitt nú skriv frá Taks til Eik dagfest 8. mars 2016, har Taks setir fram eina rætti­liga detaljeraða umbøn um upp­ lýsingar, kann bara tulk­ast so, at har vóru nógvir upp­ lýsingar, sum vóru týðandi fyri avgerðina, ið Taks ikki hevði fingið fram til fyrru av­ gerðina 30. juni 2015«, skrivar Bárður Larsen. Eisini skrivar Bárður Lar­ sen aðrastaðni í frá­greið­ ingini soleiðis: »– Víðari er ringt at fata slíkt skriv (spurningar til Fíggjarligt Støðufesti sendir í mai 2016, red) sum annað enn dømi um, at Taks ikki sjálvt kann hava hildið málið nóg væl upplýst í fyrru fasuni«, skrivar Bárður Larsen. Málið er nú meldað til løgregluna og nú skal støða takast til, um málið skal roynast í rættinum. Barbara@sosialurin.fo SKATTAMÁLIÐ Afturum Taks: Fiktión, ósamsvar og sjálvverja Sosialurin hevur fingið innlit í alla frágreiðingina hjá Bárði Larsen, bráðfeingisstjóra á Taks Bardur Larsen Eydun Mørkøre