týsdagur 26. september 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HVUSSU KENNIST
TAÐ AT FÁA KEMO?
Vilmund Jacobsen
Kemo er heilivágur, sum
verður brúktur til at niður
berja krabbakyknur. Evnið,
sum verður brúkt í viðgerð
ini, kann sproytast inn í
blóðæðr, í undirhúðina ella
í sonevnd holrúm í likamin
um, sum eitt nú kunnu vera
bløðra ella bróstrúm.
Ofta
verður
viðgerðin
samansett, soleiðis at tann,
sum verður viðgjørdur, fær
fleiri sløg av kemo.
Styðjandi – ella suppler
andi viðgerð – er kemovið
gerð, sum verður givin eftir
skurðviðgerð ella stráluvið
gerð fyri at drepa møguligar
eftirverandi krabbakyknur í
likaminum.
Viðgerðin
minkar
um
vandan fyri at fáa afturstig
í sjúkuni.
Endamálið við at geva
kemoviðgerð er at niðurberja
ella minka um krabbakyknur
í vøkstri.
Tað er sjáldan, at vøkstur
in púrasta heldur uppat, men
viðgerðin kann minka um
krabbakyknurnar og harvið
minka um útbreiðsluna.
Hvussu virkar kemo?
Kyknueitur, sum kemo er,
verður ført við blóðinum til
allar lutir í kroppinum og
tískil eisini til hvørja ein
staka kyknu.
Tá
heilivágurin
rakar
krabbavøksturin,
verður
eiturið upptikið í einstøku
krabbakyknuni, har tað darv
ar ella steðgar kyknubýting –
ella elvir til, at kyknan doyr.
Tá tú setir saman fleiri
sløg av kemo, verður viðgerð
in eisini meira effektiv, tí ym
isku sløgini av kemo leypa á
krabbakyknurnar á ymiskan
hátt.
Hjáárinini
á
einstøku
gøgnini kunnu minkast, tá
nøgdin av hvørjum einstøk
um evni í samansetingini
ofta er minni, enn tá talan
bara er um eitt evni.
Kemo ávirkar eisini frísku
kyknurnar í likaminum, men
frísku – ella vanligu – kykn
urnar duga betri enn krabba
kyknurnar at “umvæla” seg
sjálvar aftur, og tí verða hjá
árinini, meðan tey eru, eisini
at liva við.
Kemoviðgerð verður ofta
givin gjøgnum eina plast
slangu, ið er sett til eina hol
nál, sum frammanundan er
sett í eina blóðæðr. Hetta er
tað, sum verður kallað dropp.
Hvussu langa tíð, hvør
einstøk viðgerð tekur, kann
skifta frá 15 minuttum til
fleiri samdøgur.
Kemo kann eisini gevast
beinleiðis í holrúmini í lik
aminum, eitt nú í bløðruna
við slangu ella katetu. Kemo
sum tablettir ella hylki verða
svølgd heil, og tú fært neyva
leiðbeining um, nær á deg
num og í mun til máltíðirnar,
at tablettirnar skulu takast.
Fyri nøkur sløg av kemo
er tað týdningarmikið, at
sjúklingurin er undir neyv
um eftirliti undir og beint
eftir viðgerðina. Vandi kann
vera fyri reaktiónum við ov
urviðkvæmi og bráðum hjá
árinum.
Hvussu nógvar
viðgerðir?
Ofta verður kemoviðgerð
givin triðju hvørja viku, men
tað hendir, at tíðarbilið mill
um viðgerðirnar er ein, tvær
ella fýra vikur. Flestu við
gerðir taka nakrar tímar, og
viðgerðin kann næstan altíð
gevast ambulant.
Valið av kemo er tengt at,
hvat slag av krabbameini tal
an er um, hvussu likamliga
støðan hjá sjúklinginum er,
og hvørja viðgerð viðkom
andi áður hevur fingið.
Tað er altíð ein lækni, sum
fyriskipar viðgerðina, og tað
er ein serútbúgvin sjúkra
røktarfrøðingur, sum setir
viðgerðina upp og hevur eft
irlitið.
Kemo kann hava ymisk
hjáárin, og orsøkin er, at við
gerðin eisini ávirkar vanligu
kyknurnar í likaminum. Tað
er ymiskt – frá einum per
sóni til annan – hvussu fólk
tola viðgerðirnar, og fleiri av
viðgerðunum kunnu geva
vaml og spýgging.
Vamlið kemur nakrar tím
ar ella dagar eftir, at hvør
einstøk viðgerð er liðug, men
tað eru eisini tey, sum hvørki
føla vaml ella vilja spýggja.
Fyri at minka um ella
beina burtur hesi hjáárin,
verður heilivágur givin fyri
at halda árinunum burtur, og
heilivágurin kann eisini gev
ast, áðrenn viðgerðin byrjar,
eins og tú fært heilivág heim
við til dagarnar eftir viðgerð
ina.
Sálarligar orsøkir kunnu
eisini gera, at tú kennir teg
at hava vaml, og bara tankin
um næstu viðgerð kann eis
ini vera nóg mikið til, at tú
fert at spýggja.
Slíkt kann vera ógvuliga
tyngjandi fyri onkrar sjúkl
ingar, og í slíkum føri kann
tørvur vera á sálarligum
stuðli.
Troyttleiki og
hármissur
Kemoviðgerð kann tykjast
niðurbrótandi – ikki bert á
krabbakyknurnar – men eis
ini á fríska partin av likamin
um, og tú kanst gerast linur
og troyttur undir viðgerðini.
Nøkur sløg av kemo hava
við sær, at øll kropshár tynn
ast burtur, og tú kanst missa
hárið á høvdinum.
Hetta hendir ofta eftir
fyrstu og aðru viðgerð, og tá
nakrir dagar eru farnir, kann
sjúklingurin gerast fullkomi
liga skallutur.
Tað er ógvuliga tyngjandi
fyri mong at missa hárið,
men tá viðgerðin er liðug,
kemur hárið aftur. Meðan tú
bíðar eftir hárinum, kanst
tú fáa fíggjarligan stuðul til
parúkk. Tað kann taka nakr
ar mánaðir, til hárið er full
vaksið aftur.
Nøkur fá sløg av kemo
kunnu geva eina stokkuta
pínu í armin, tí øsingur kem
ur í blóðæðraveggin. Onnur
sløg av kemo kunnu geva
aðra pínu, eitt nú í vøddar
og liðir.
Heilivágur, sum fæst í
handkeypi, kann linna pínu,
sum stendst av kemo, men
tað er týdningarmikið, at tú
ráðførir teg við læknan, sum
hevur ábyrgd av viðgerðini.
Kemo kann eisini geva
fepur nakrar tímar eftir við
gerð. Hetta er ein vanlig reak
tión, sum ikki er vandamikil.
Fepur millum viðgerðirnar
kann vera tekin um ígerð, og
tí skalt tú seta teg í samband
við lækna.
Fleiri sløg av kemo tálma
gerðini av blóðkyknum í
beinmerginum við tí úrsliti,
at serliga talið av hvítum
blóðlikamum minka, oftast
sjey til 12 dagar eftir viðgerð
ina – alt eftir, hvat slag av
viðgerð er givin.
Vandin fyri ígerðum kann
gerast stórur, tá hvítu blóð
likamini eru verja móti eitt
nú bakterium.
Tær nýtist ikki at um
gangast samveru við onnur
menniskju, men tað er týdn
ingarmikið at geva sær fær
um tað, um fepurin millum
tvær kemoviðgerðir fer yvir
38,5 stig.
www.cancer.dk
Kemoviðgerð kann tykjast niðurbrótandi – ikki bert á krabbakyknurnar – men eisini á
fríska partin av likaminum, og tú kanst gerast linur og troyttur undir viðgerðini
HEILSA
Valið av
kemo er
tengt at,
hvat slag av
krabbameini
talan er
um, hvussu
likamliga
støðan hjá
sjúklinginum
er, og hvørja
viðgerð
viðkomandi
hevur fingið
áður