Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 KJAK NØVN Minningarorð um Bjart Niclasen f. 16/9 1932 d. 20/9 2015 Nú leygardagin 16. septembur hevði verið stórur dagur. Pabba hevði fylt 85 ár, og húsið hevði verið fult av fólkið, sum so ofta fyrr. Stuttligar løtur, góður matur, tón­leikur og glað fólk. Um pabba hevði verið heima. Tí sjó­maðurin hevur ikki altíð møgu­ leik­an at verða við til alt. Og sjómaður var pabba alt lívið. Okur hava lært at liva við, at pabba oftani var leingi burt. Og ongantíð var tað stuttligt at siga honum far­ væl tá hann skuldi út í stóru verð, í 6-8 mánaðir. Ja uppaftur longri eisini. Men út í verðina mátti hann, tað visti okur. Pabba var føddur á Tvøroyri í 1932, sonur Niels Niclasen og Ellu Mortensen. Hann vaks upp á Tvør­oyri, elstur beiggi í stórum systkina­flokki. Hann upplivdi ringu tíðirnar, ið tá vóru í Føroyum, og er hetta nak­að sum hevur sett sje í hann. Tí eitt sum altíð eyðkendi pabba, var hansara hjálpsemi, hansara vilji altíð at hjálpa øðrum. Hann hevði upplivað, hvussu ringar tíðirnar kunnu verða, og tískil hvussu týdn­ingar­mikið tað er, at breiðastu herð­ar­nar taka størsta takið, tær stóru byrð­arnar. Og breiðar herðar hevði pabba, hann hugsaði altíð fyrst um øll hini. Nakað sum eyðkennir nógv fólk frá tí tíðini. Kríggið herjaði, og Tvøroyri slapp ikki undan flogálopum, skip gingu burtur við mann og mús, myrka­legging og ensk herseting var gerandis­dagur. Hann fortaldi um eitt flogfar, ið var dottið niður úti á fjørðinum, og at líkini av hermonnunum blivu bjargað upp á kaiina. Hann og aðrir smádrongir stóðu tá og sóu sorgar­ leikin. Eisini fortaldi hann frá um tá saltsiloin bleiv bumbað. Um flog­far­ið, sum rendi inn í fjallið í Trongis­vági, og aðrar álvars­ligir til­ burðir. Ógvus­ligar hend­ingar fyri ein smá­drong. Hann og bróðurin Eigil vóru sostatt oftani í Øravík hjá abbanum og ommuni, har meiri trygt var. Har høvdu teir mangar góðar løtur millum góð fólk. Tað mintist pabba altíð aftur á við gleði. Tvøroyri hevði í mong ár størsta skipaflotan í landinum. Fjørðurin var tiltaklaður við sluppum. Og fyri ein ungan raskan drong, dró havið, og tá pabba var fyltur 14, var kríggið av, og pabba fekk trolarakjans, við fyrsta av mongum skipum hann kom at sigla við. Hetta var í 1946. Skipið var Rankin, og Jógvan hjá Stóra-Martin var skipari. Hann var eisini giftur við fastur pabba. Og her byrjaði so eitt langt, drúgt lív á sjónum, sum kom at føra henda sm­ádrongin av Tvør­oyri runt á øll tey sjey verðins­høvini. Til fjar­skotin lond, mentanir og ymisk fólka­sløg. Pabba var við trolarum, línu­ bát­um, nóta­bátum um­framt ferða­manna­skipinum Tjaldri­num. Hann fór sum mangur føroyingur tá, eisini til Íslands at fiska. Tann tíðin var hørð, upp­byggjandi og eisini sera spenn­andi. Nakað hann oftani eld­hugaður sá aftur á. Meira tí at har fekk hann eisini brøð­urnar Eigil og Sigur­bjørn við sær. Tað var han sera stoltur av. Nógvar dugdu hann søgurnar, og oftani fortaldi hann um ódnar­ veður undir Íslandi, skip gingu burt, og eisini um unga íslendska drongin hann hevði kamar saman við, sum spældi so gott harmoniku, akkurát sum Eigil. Hesin ungi ís­ lendingur var einabarn, og hevði eldri foreldur. Tíanverri kom ódn­ ar­veður á teir, og teir mistu unga mannin, sum ongantíð var funn­in aftur. Pabba fortaldi, hvussu syrgi­ ligt tað var, øll bygdin flaggaði í hálv­ari stong, tá teir sigldu inn. Hvussu knúst foreldrini vóru. Ja ikki var altíð lætt. Tá brúktu íslendingar tað, at ikki meir enn 2 úr hvørjari familju sluppu við sama skipi, so ikki heilar familjur komu at missa alt, um skip gingu burt. So teir tríggir brøðurnir sluppu ikki allir við sama skipi. Ein beiskur veruleiki at verða partur av. Eitt árið herfyri var mamma til hátíðarhald á skúlanum hon gekk á í Danmark. Tá var pabba pen­sioneraður, og nógv Harrans ár vóru farin, síðan hann sigldi í Ís­landi. Tá vóru nakrar íslendskar damur har, sum høvdu brúk fyri hjálp. Og pabba bjóðaði sje sjálv­ andi at hjálpa. Og hann sló yvir í ís­ lendskt, sum um hann onki annað mál hevði prátað heila lívið. Bæði tær, og okur vóru bilsin um, hvussu væl hann prátaði íslendskt, eftir so nógv ár. Sjómanslívið var lívsleiðin hjá pabba. Hann fór á sjómansskúla, og so út í verðina at sigla. Fyrst við Mærsk, og síðan við Kosan Tankers. Ein stór, avbjóðandi, men sera spenn­andi tíð. Pabba breyt beinið, meðan hann var heima, og endaði á sjúkra­ húsinum á Tvøroyri. Men held í óheld, sum pabba plagdi at siga, henda ólukkan førdi so við sær, at hann á sjúkrahúsinum møtti eini ungari gentu úr Hvalba, sum kom at verða hansara kona, og fingu tey fimm børn saman. Pabba sigldi mest við kemikaliu- skipum, sokallaðum LPG-skipum. Flestu árini sum skipari. Honum dámdi væl, og var eisini væl dámd­ ur. Hann gekk altíð fremst, og fekk hinar við sær. Hann hevði arbeitt sje upp frá messudrongi til skipara, so hann kendi til øll viðurskiftni umborð á einum skipi. At hann var væl dámdur fingu okur ofta at vita. Hann fór altíð væl við sínum monnum, og allir føldu sje væl saman við honum. Nakað sum ikki minst filipinarar og aðrar fremmandir nationalitetir settu stóran prís uppá. Teir vóru óvan­ liga glaðir fyri pabba. Og hann fyri teir. Aðrar mentanir kunnu hava annan hugsunarhátt, og er tað tá týdningar­mikið at virða tað. Einamest tá tú stendur við evstu ábyrgd umborð. Ja, hann fekk send­ andi kort, gávur og heilsanir, langt eftir hann var farin í land. Tað sigur eitt sindur um mannin. Pabba kom víða um. Frá at trola undir Føroyum, og fiska undir Ís­ landi, var hann nú í sólskygdu suð­ur­londum, so sum í Persiska golf­in­um, har teir noyddist at eta salt­tablettir fyri at tola 55 hita­ stigini. Teir sigldu til Japan, til Australia, Suður-Amerika, USA osv. Hann fortaldi søgur um dekkið, sum var fult av flogkyktum, drigið til av ljósunum, teir høvdu frá um nátt­ina. Sum teir so máttu spul­að burtur morgunin eftir. Um flúgvi­ fiskar, sum summir kruvdu, og fylti við tubbakki, at hava heim við at vísa familjuni. Um fátæku børnini í Afrika, ið svumu út til skipið, sum onki áttu, sum hann so gav pening. Og søgur um sjórænarar í Malacca- strætinum o.s.fr. o.s.fr. Og okur børn sótu við opnum munni og lurtaðu eftir mongu søg­ un­um, pabba fortaldi okum úti frá tí stóru verðini. Ella tá hann í Dublin bleiv steðgaður av enskum hermonnum, tí hann kom gangandi við tveimum spæli-maskinbyrsum, sum hann hevði verið og keypt ok­ um synunum. Hann dugdi væl at fortelja og práta, og var altíð miðsavnandi har hann var. Men okur heima vóru ikki altíð so glað fyri, at pabba var so leingi burt­ur. 7-8 mánaðir er øgiliga leingi. Onki skype, facebook osv var tá. Men hann ringdi altíð. Yvir Thors­ havn Radio, Lyng­by Radio, Blaa­ vand Radio o.s.fr. Jeg minnist tað so væl. Hann hugsaði altíð um okum heima. Fylgdi væl við, hvussu gekst okum í skúlanum osv. Og tá hann so kom heim, tá var stór frøði. Tí tað var altíð sum á jólum. Pabba keypti altíð okum so nógv heim við. Klæðir, leikur, góðgæti í langar banar. Og ikki bara til okum. Eisini familja, vinir og kenningar fingu sítt. Soleiðis var pabba, hann hugsaði altíð um onnur. Jeg minnist aldrin, at pabba var leingi heima. Tað hevur hann kanska verið, men fyri mje virkar tað sum um hann var alt ov stutt heima. Onkuntíð vóru okur við úti og sigldu. Tað var øgiliga spennandi, bæði tá hann vísti okum hvussu og hvat umborð, og so eisini at koma í land ymsastaðni. Pabba og mamma bygdu stór hús mitt á Tvøroyri, og nú pabba skuldi pensionerast, gleddi hann sje til at røkja hús, bát, neyst osv. Men lagnan vildi tað annaleiðis. Pabba mistið sjónina, og tað tók honum fast. Men tá var hann held­ igur aftur, sum hann plagdi at taka til, at hann hevði unga konu. Mamma og pabba vóru altíð sam­ an. Og tey hava altíð havt tað gott bæði. Hann hevði eina góða tilveru seinastu árini, sjálvt um sjónin bilaði. Tí mamma hjálpti altíð við øllum. Tey ferðaðust, bæði í Føroy­ um og uttanlands. Pabba fylgdi væl við í samfelag­ num. Í politikki, ítrótti, og hann gledd­ist, tá tað gekk øðrum væl. Hon­ um gleddist um Salt-verk­ætl­anina, um Varðan-Pelagic á havna­lagnum o.s.fr. Og um okum familj­una. Pabba dámdi væl børn, og ikki minst abbabørnini. Og tey elskaðu hann. Abbin dugdi so nógvar søg­ur, og tímdi tey so væl. Jeg var so held­ igur at sleppa at kalla mín son upp eftir honum. Tá var abbin stoltur. Bjartur er akkurát byrjaður 1. flokki. Hann tosar oftan um abb­ an á Tvøroyri, um steinin í havan­ um, har vættrarnir búgva, um flúgvi­fiskar, leyvur, sjórænarar í Malacca-strætinum o.a. Seinasta árið byrjaði so heilsan at versna. Pabba kom undir skurð á Landssjúkrahúsinum. Og leingi stóð illa til. Men pabba var sterkur sum fáur. Okur vóru hjá ter, mamma og jeg. Tað var ein hørð tíð. Tað eini náttina eftir eini skurðviðgerðina kom narkosu­lækn­in, og bað mammu og mje siga pabba farvæl. Hann kom ikki at klára náttina, tí hann var somikið eldri. Men hann kláraði tað. Tá fortaldi okur læknanum, at hesin maðurin hevur mangan bratt­an farin, og hevur hann mangt ælið køvt. Hann var vaksin upp til mann, har bylgjan leikar á, fram við Íslands strendur. Pabba var ikki ein, ið gav upp. Pabba var sterkur av sær. Og tað var sum um hann vildi sleppa á Tvøroyri aftur. Tað kom tú so eisini. Tú og mamma kláraðu at verða gift í 50 ár, og varð tað eisini hátíðarhildið. Pabba hugsaði ofta um, hvussu mamma fór at hava tað einsamøll. Tí tómrúmið er stórt nú aftaná. Okur lovaðu honum at vera nógvu um mammu. Akkurát sum hon altíð var tað um tje pabba. Pabba var okum ein stór fyri­ mynd. Ein góður og kerligur pápi. Hann hugsaði altíð um okum. Eitt gott menniskja. Altíð klárur at hjálpa. Hevði Føroya land átt meir av tínum slag, so stóð væl til. Jeg sakni okra dagligu samtalur. Jeg sakni mongu søgurnar, góðu ráðini. Jeg sakni tje ómetaliga nógv pabba. Líka so vanligt tað er, at okur koma inn í hesa verðina, líka so vanligt er tað, at okur skulu her frá aftur. Sorgin yvir at missa hvørvur nokk aldrin. Tí tá alt kemur til alt, er sorgin stóra kærleiksváttanin til persónin, ið ikki er ímillum okum longur. Pabba, oftani stóð jeg á kaiini og græt og segði ter farvæl, tá tú skuldi avstað. Men tú mátti avstað, tað vistu okur. Nú mátti tú so eisini avstað aftur. Mín elskaði pabba, góðan túr. Takk fyri alt tú var fyri mje og okum øll. Til okur síggjast aftur. np