Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112 Sámal Jákup Hansen, skipari í Klaksvík, farin um áttati Gudsmaðurin Móses, ið gjørdist 120 ára gamal, ber fram í ljós nøkur findarorð, ið eru verd at leggja sær í geyma. Hann skrivaði: ”Lív okkara varir 70 ár – ella 80 ár, tá ið styrkin er nógv.” (Sálmur 90,10). Sannleikin av hesum orðum gevur seg til kennar dagin í dag. Sámal Jákup varð føddur í Án­ un­um 23. september 1937, har hann traðkaði sínar barnaskógvar, og har gekk hann í skúla tey fyrstu árini. Seinni flutti hann saman við foreldrunum til Klaksvíkar. Sámal Jákup var 14 ára gamal, tá ið hann fór til skips. Hetta hevur síðani verið lívsstarv hansara. Fór á sjómansskúla í Svendborg og síðani út at sigla. Hann upplivdi mangt og hvat á stórhøvunum, sum hann veit at greiða frá. Men hann leitaði heim­ aftur, sigldi við trolarum og í mong ár við strand­ferðsl­uni, hað­ani hann uttan iva er mest kend­ur millum lands­menn. Hann giftist Honnu, ið hevur roynst honum ein sannur fon gur. Hanna hevur verið honum ein sera góð kona og sannur stuðul gjøgnum lívið, ikki minst á andaliga økinum. Tað var, tá ið hann var komin at kenna hana, at Sámal Jákup, av álvara, fór at lurta eftir Guds orði og søkja tað andaliga. Tað var umborð á trolaranum ”Sjúrðarbergi” í 1958 at ein andalig umbroyting fór fram í lívi hansara. Har umborð vóru møti, sum skip­ arin Martin Siversen, skipaði fyri, bæði evangelisk møti og bønarmøti. Á einum av hesum møtum lat Sámal Jákup upp munn sín fyri fyrstu ferð at játta Jesus sum frels­ ara sín. Síðani hevur tað andaliga gingið lið um lið við lívsstarv hansara á sjónum og millum manna. Eftir at trúboðanartiltakið ”Atlantic Mission” í 2011 byrjaði verk sítt, ser­ stakliga við at vitja grannalond okkara við gleðiboðskapinum um Jesus, við trúboðaraskipinum ”Juvel II”, hevur Sámal Jákup verið skip­ari nakrar av ferðunum. Á einari av hesum trúboðaraferðum høvdu vit ta gleði at hava sonin Thor­vald sum skipara. Ein minnilig og góð ferð. Sum leiðari, saman við vinum mínum fyri hesum trúboðanar­ ferðum til grannalond okkara og innanoyggja, fari eg at takka Sámal Jákupi fyri gott samverk í hesi tænastu. Á hesum ferðum hevur verið stuttligt at eygleiða hann í arbeiðinum umborð. Eyðsæð er, at hann hevur kent seg heima á brúnni og at føra skip yvir havið. Hetta hevur givið seg til kennar við, at hann – á hesum ferðum – í messuni og á brúnni - hevur greitt frá stuttligum hendingum og søgum – og flent so hjartaliga sjálvur. Hugfarsligur maður! Eg havi eisini havt ta gleði at hava verið ferðaleiðari hjá Honnu og Sámal Jákupi í Ísrael, har tey ikki smæddust burtur, men góvu ferðalagnum eitt gott íkast við teirra dámligu atferð og hugnaliga práti á ferðini. Tey gjørdust bestu vinir við ungfólk, ið vóru við á hesi ferð, hóast sjálvi komin væl til árs. Hetta sigur so nógv um teirra opna og vinaliga samskifti tvørtur um ættarliðini. Tá ið vit hava verið umrøddu trúboðaraferðirnar, hevur Sámal Jákup ongantíð hildið seg aftur at bera fram eitt orð um Jesus, mann­ in úr Nazaret, sum broytti lív hans­ ara á ungum árum. Eg eri takksamur fyri, at eg kom at kenna Sámal Jákup sum skipara, eisini í andaligum fiski­skapi við Atlantic Mission. Eisini sum vin í gerandisdegnum og sam­komu­ felagsskapi. Sama er at siga um ser­ stakliga fittu konu hansara, Honnu, ið er skyldkona mín gjøgnum ættar­ bond av Eiði. Eg ynski tykkum báð­um blíðan byr og signing Guds fram­yvir á lívshavinum. Takk fyri tykkara dygga stuðul og tænastu í evangeliska felagsskapinum At­ lantic Mission. Svenning av Lofti NØVN Bjarni Olsen farin 24. august 1954 til 22. juni 2017 Tað er sera hugstoytt at Bjarni ikki fekk longri tíð ímillum okkum. Hann hevði so góðar og breiðar gávur, og kundi havt avrikað mangt av tí hann ætlaði. Eisini lærubøkur. Lívsstarvið var í Tekniska Skúla. Hann var ein framúr lærari í Smiðj­uni, bæði í handverki og ikki minni í tekning og øðrum. Hann var leiðandi lærari í mong ár. Eisini lá sera væl fyri at tekna keipu­myndir, ella karikaturir, og alt møguligt. Longu sum lærlingur var hann ein av álitismonnunum á Spantuloftinum á Skipasmiðjuni. Hetta var tá vit bygdu skip frá kjøli í Føroyum. Eina ferð teknaði hann meg í eini hugnaløtu í Havn. Eg fekk tekn­ ingina heim við, og vísti mammu hana. Hon kendi meg beinanvegin men segði: “At nakar kann tekna teg so misháttan”. Mamma og Bjarni vóru eisini fermenningar, um Vík, Mikines og Mortansstovu í Tórshavn. Hann var sera áhugaður og vitugur í ætt, máli, tjóðskapi og mong­um øðrum. Í fleiri ár arbeiddi hann við at fáa broytt læruna í metallfakunum til at fáa eina felags grundútbúgving sum “Ein føroyskur smiður”, sum lærir vítt um fakini, og so kundu næmingar fáa sergreinar omaná. Tað er farið spakuliga at virka. Bjarni var sonur Esmar og Ebbu. Hann av Gørðum á Húsum og hon av Bø í Vík. Tey fingu fimm synir. Kári, Bjarni, Torbjørn, Hans Pauli og Marius. Kári og Bjarni fóru fyrst hand­ verksleiðina og hinir eru væl kendir listamenn. Havi onkuntíð sagt við lista­ brøðurnar, at Bjarni var kanska tann dugnaligasti innan list av beiggj­unum, men hann brúkti gáv­ urnar eina mest til at menna kom­ andi smiðir. Kanska er áhugavert at nevna at Mikinesmálarin var fermenningur teirra. Tað kemur av, at tað í øldir hevur verið nógv samband og hjúnarløg í millum Haldarsvík og Mikines. Her kann nevnast at mamma mín, sum tólv ára gomul, í 1927 var og ferðaðist hjá ommuni í Mikinesi. Tá komu Víkarfólk útferð við “motorinum” Tordenskjold, sum Laurits í Mortansstovu, systkina barn hjá Hans Paula á Bø smíðaði. Tey komu at vitja ættarfólk har. Seinni varð dansur í dansistovuni, og Hans Pauli á Bø skipaði. Henda túr tosaði mamma ofta um. Sigast kann eisini at handverks- og listagávurnar úr Kalsoy eru dyggar. Tað sigst at miklingurin, Andrassar Símun, gjørdi fyrsta for­ brenningsmotor í heiminum fyri eini tríhundrað árum síðani. Av tí at bátur hansara sigldi uttan árar og segl, kundi einans vera talan um gand, og so varð uppfinningin hird í havið. Bjarni dámdi so væl á Húsum at hann slapp at yvirtaka barnaheim Esmars, sum vælt var um við hegni. Hann stuðlaði eisini dyggiliga bygdarløgini har. Mong sakna Bjarna, men svárast er hjá Guðrun, børnum og brøðrum. Bjarni og Guðrun gjørdust par á ungum árum, og fingu tvíburarnar Ragnar og Rúna. Tey giftust inn til Olaf Lava, abba Guðrunar. Og tey hava klárað tað væl. Guðrun hevur verið Bjarna ein góður stuðul, ikki minst í sjúku­ gongdini. Hann slapp, eftir egnum ynski, at vera heima til hann and­ aðist. Bjarni var eisini ein góður vinur og abbi. Men góð minni eru nógv verd. Takk Bjarni! Hanus Vang P.S. Myndina tók Palli á Dul 7. juni í 13 í túninum hjá Pól Jákupi á Skarvanesi á TST-starvsfólkatúri. Jógvan Hammer hevur hjápt til við ættargreining.