týsdagur 26. september 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
1. Avtalan
Hesar viðskiftatreytir (hereftir ver-viðskiftatreytir) eru
galdandi fyri avtalur um hald v.m. gjørdar um veitan og
rakstur av øllum tele- og dátutænastum (hereftir
tænastur) millum teg sum kunda og ver, sum er ein
sjálvstøðug tænastueind hjá Føroya Tele.
Umframt ver-viðskiftatreytirnar kunnu sertreytir ásetast
fyri tær einstøku tænasturnar. Um so er, at ósamsvar er
millum sertreytirnar og ver-viðskiftatreytirnar, eru
sertreytirnar galdandi fram um ver-viðskiftatreytirnar.
Um tú gert avtalu við ver um tænastu frá ver, góðtekur tú
samstundis møguligar sertreytir galdandi fyri einstøku
tænastuna.
Hvør myndigur persónur, ið er fyltur 18 ár, og hvør
løgfrøðiligur persónur kann sum kundi stovna hald.
Tú hevur, sum kundi, skyldu til at halda ver-
viðskiftatreytirnar.
Tú heftir fyri gjaldið av øllum veitingum og møguligum
øðrum ískoytishaldum, sum verða veittar í samband við
avtaluna, eisini í teimum førum, har tú hevur loyvt øðrum
at brúka haldið/tænasturnar.
1.1 Talgilt samskifti
Tað er ein fortreyt fyri stovnan av haldi, at tú hevur ein
teldupostbústað. Um teknisk ella onnur viðurskifti
broytast, kann ver krevja, at eisini aðrar fortreytir skulu
verða til staðar fyri, at tú kanst stovna hald.
Boð frá ver viðvíkjandi avtaluni verða send sum
teldupostur til teldupostbústaðin, sum tú hevur upplýst.
Boðini kunnu t.d. umfata ordraváttanir, kunning um
avtalur, herundir fráboðanir um broyting í prísum og
treytum. Tú fært sostatt ikki boðini sum vanligt bræv.
Boð, sum tú fært um teldupost til avtalaða teldupost-
bústaðin, hava sama løgfrøðiliga virknað, sum vórðu tey
móttikin sum vanligt bræv.
Tú hevur tí skyldu til at kanna eftir so hvørt, um boð eru
frá ver á avtalaða teldupostbústaðnum.
Um tú broytir teldupostbústað, skalt tú beinanvegin geva
ver boð um hetta um sjálvgreiðsluna á www.ver.fo. Ber
ikki til hjá ver at senda boð til avtalaða teldupost-
bústaðin, tilskilar ver sær rætt til at krevja eitt
avgreiðslugjald at senda boðini sum vanligt bræv til tín.
1.2 Skráseting og rætting av bústaðarupplýsingum
Tú sum kundi skalt, tá avtala verður gjørd, upplýsa ver um
navn, føðidato, bústað og teldupostbústað.
Tað er ein treyt, tá tú gert avtalu við ver, at tú og allir
brúkarar, sum vara av haldum, ið eru knýtt at tínum haldi,
hava fastan bústað í Føroyum, og at ver fær upplýsingar
um navn, føðidato, bústað og fartelefonnummar hjá
øllum brúkarum, sum vara av haldum, ið møguliga eru
knýtt at tínum haldi.
Um fleiri ver hald eru knýtt at einum kunda, er fortreytin
fyri møguligum avsláttri, at allir brúkararnir av atknýttu
haldunum búgva á sama bústaði.
Tú skalt, um ver metir tað neyðugt, prógva rættleikan í
upplýsingunum. Ver kann tí krevja løgváttan við mynd um
neyðugt.
Upplýsingarnar eru síðan grundarlag undir avtaluni,
inntil broytingar verða fráboðaðar.
Ver tilskilar sær rætt at kunna nýta kundaupplýsingarnar
tvørtur um tænastueindirnar hjá Føroya Tele P/F og hjá
øllum feløgum í Føroya Tele P/f samtakinum fyri at
tryggja rættar upplýsingar á øllum tænastueindum
knýttar at Føroya Tele P/F. Kundaupplýsingar verða tó ikki
veittar øðrum uttan lógartryggjað endamál.
2. Stovning
Hald av tænastu verður bílagt á heimasíðuni hjá ver,
www.ver.fo, ella á annan hátt, sum ver ger av. Við
bíleggingini verður m.a. skilað til, hvørja tænastu
bíleggingin fevnir um, herundir hald av eykatænastum
v.m..
Ert tú sum kundi í eftirstøðu hjá ver við øðrum haldi, skal
gamla skuldin rindast, áðrenn nýtt hald verður stovnað.
Við stovnan rindar tú fult gjald fyri hald og tænastur,
sama um eitt ella fleiri hald eru knýtt at tær sum kunda,
og sama nær í mánaðinum haldið verður stovnað. Ver
avgerð, um hesi gjøld skulu rindast frammanundan ella
afturút. Ver tilskilar sær rætt til at broyta hesa áseting til
fyrimun fyri teg sum kunda uttan ávaring.
3. Avhending av haldi
Tú kanst bert avhenda haldið til annan, um ver gevur sítt
samtykki til tess.
Ver kann sum treyt fyri avhendingina krevja, at tú og
nýggi kundin skrivliga vátta avhendingina.
Ver hevur rætt til at krevja eykagjald í sambandi við
avhending. Støddin á eykagjaldinum finst í listaprísunum
hjá ver.
4. Skyldur partanna
Skyldur hjá ver:
A: at veita tænastu á dygdarliga høgum stigi. Kravið til
dygd fevnir m.a. um:
1. stutta útveganartíð, tá bílagt verður,
2. stutta tíð at fáa samband,
3. fáar miseydnaðar royndir at knýta samband,
4. góð hoyri- og flutningslíkindi,
5. fá brek við tænastuni,
6. skjótleika at bøta brek á egnari útgerð.
7. neyva skuldskriving av gjøldum fyri veittar tænastur.
B: at syrgja fyri, at yvirlit yvir nummarið hjá tær kemur í
teldutøka skrá. Tú verður upptikin ókeypis í yvirlitið við
navni, starvi/bústaði og telefonnummari, uttan so at tú
boðar frá, at tú ikki ynskir hesa tænastu.
Móti samsýning kanst tú eisini fáa aðrar upplýsingar á
nummar.fo so sum teldupostbústað, heimasíðu v.m.
C: at tryggja, at tú ókeypis hevur atgongd til at ringja til
almennu alarmtænastuna 112.
D: at boða tær frá í góðari tíð, um avgerð verður tikin um
at broyta títt telefonnummar av tøkniligum ella
rakstrarligum ávum.
Skyldur hjá tær:
I: at geva rættar upplýsingar til ver í sambandi við
stovning ella broyting av haldi.
II: at gjalda fyri tær tænastur, sum ver veitir í samsvari við
gjaldstreytirnar. Gjaldsskyldan fevnir eisini um, at onnur
hava nýtt tænastuna, herundir óviðkomandi, uttan so at
óviðkomandi nýtslan er gjørd møgulig av ósketni hjá ver.
III: at stovna trygd, um ver krevur slíka.
IV: at lata vera við at nýta haldið sum vinnuligt hald
V: at geva ver ella Føroya Tele atgongd til á
innleggingarstaðnum at leita eftir og bøta um brek, sum
ver metir eru við útgerðini, og sum ger ella kann gera
ólag í fjarskiftiskervið og tænastuna hjá ver og/ella
Føroya Tele.
VI: at bróta av sambandið millum fjarskiftiskervið hjá
Føroya Tele og innanhýsis kervið, um hetta gevur ólag
ella er til bága fyri fjarskiftiskervið hjá Føroya Tele.
VII: at mótmæla kvittan í seinasta lagi 5 gerandisdagar
eftir móttøku av sms-kvittan, um tú metir, at okkurt er
skeivt við kvittanini.
VIII: at tryggja, at neyðug loyvi eru fingin til nýtslu av
upphavsrættavardum verkum, m.a. í samband við
download og/ella útbreiðslu.
Tað liggur á tær at lata vera við:
IX: at gera nakað inntriv í innleggingina og útgerðina hjá
ver og/ella Føroya Tele.
X: at knýta ólógligan fjarskiftisútbúnað í kervisendan.
XI: at nýta sambandið til fjarskiftiskervið hjá ver /Føroya
Tele á ein slíkan hátt, at tað elvir til skaða ella órógv á
fjarskiftiskervið.
XII: at nýta tænastuna til at gera ónáðir, ella til særandi,
ósiðilig ella ólóglig ørindi.
5. Útgerð
Øll vanlig útgerð, ið lýkur myndugleikakrøv t.d. CE-
merking, kann nýtast. Gev gætur, at elvur útgerð, sum ikki
er góðkend, til órógv á fjarskiftiskervinum, kanst tú verða
kravd/ur eftir endurgjaldi. Nýtsla av tænastunum hjá ver
er treytað av, at útgerðin stuðlar undir neyðugu tøknina,
og at tænastan er rætt uppsett á útgerðini.
6. Talgild sjálvavgreiðsla
Tá tú fyrstu ferð stovnar kontu hjá ver, stovnar tú teg
eisini sum kontueigara á talgildu sjálvgreiðsluni á
heimasíðuni www.ver.fo. Sjálvgreiðslan gevur atgongd
til t.d. hesar møguleikar: - Síggj tína nýtslu - Síggj tínar
rokningar - Skift SIM-kort og síggj PIN- og PUK-kotu -
Broyt/rætta perónligar upplýsingar - Keyp/broyt hald og
tænastur. Sum kontueigari kanst tú geva fyrisitingarræt-
tindi til kontuna til annan persón, ið síðani m.a. fær rætt
til at keypa ella broyta hald, ið eru knýtt at kontuni. Sum
kontueigari ábyrdast tú fyri øll keyp ella broytingar, ið
fyrisitarin fremur á kontuni.
Gloymir tú upprunaliga loyniorðið til sjálvgreiðsluna,
kann ver senda nýtt loyniorð um teldupost til avtalaða
teldupostbústaðin hjá tær. Keypir tú tænastur umvegis
sjálvgreiðsluna, sendir ver eina SMS-kvittan uppá keypið,
eins og tú sært kvittanina í sjálvgreiðsluni.
7. Prísir
Upplýsingar um teir til einhvørja tíð galdandi listaprísir
fyri tænasturnar hjá ver finnast á heimasíðuni
www.ver.fo. Ver kann hækka prísirnar á tænastunum við í
minsta lagi 1 mánað varningi. Fráboðan um príshækking
verður kunngjørd tær annaðhvørt um teldupost ella í
føroyskum fjølmiðlum. Príslækkingar kunnu setast í verk
uttan fráboðan. Ver kann umvegis teldupost ella sms
senda tær uppskot til broytan av haldi ella tænastum
grundað á tína nýtslu.
8. Gjaldstreytir
Hesar gjaldstreytir eru galdandi fyri allar tænastur, ver
veitir tær. Tað er ein fortreyt fyri keyp av tænastum frá
ver, at tú hevur eina gjaldsavtalu við tilhoyrandi kredit-
ella gjaldkorti, sum kann nýtast til gjald til ver um
internetið ella annan gjaldsmiðil, ið ver samstarvar við.
Ver hevur rætt til at krevja hóskandi depositum við
bíleggingina ella seinni.
Nýggjar viðskiftatreytir
Frá 1. november 2017 eru hesar viðskiftatreytirnar galdandi fyri
allar fartelefonkundar hjá ver.
Kunning