Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. september 2017 · Nr. 112 8.1 Trygd: Gjaldkortupplýsingar verða handfarnar í einum tryggum umhvørvi. Gjaldkortupplýsingar eru ikki í varðveitslu hjá ver, men hjá Nets. Gjaldkortavtalan kann bert nýtast av ver. 8.2 Mánaðargjald: Fyri at hava hald hjá ver er ein fortreyt, at tú teknar eina regluliga áfylling við at tekna eina gjaldsavtalu við gjaldkorti, soleiðis at gjaldið fyri títt ver-hald sjálvvirkandi verður trekt av gjaldkortinum hvønn mánað. Leypandi mánaðarlig gjøld fyri títt/tíni ver-hald verða tá rindað frammanundan av gjaldskortinum hjá tær til ver. Hevur tú fleiri hald hjá ver, verða flytingarnar gjørdar fyri hvørt haldið sær. Verða fleiri hald knýtt saman, verður ein flyting gjørd fyri haldini, ið eru knýtt saman ella á annan hátt sum ver ger av. Miðað verður ímóti, at sjálvvirkandi flytingin verður flutt tann 1. í hvørjum mánaði. Mánaðarligu gjøldini síggjast inni á sjálvgreiðsluni. 8.3 Ólag á gjaldsavtaluni: Um áfyllingin (reglulig, manuel ella sjálvvirkandi) ikki kann gerast orsakað av viðurskiftum hjá tær, t.d. um gjaldskortið er sperrað ella útgingið, verða boð send á skrásetta teldupostbústaðin og møguliga sum sms-boð. Ver tilskilar sær í slíkum førum rætt at krevja eitt ómaksgjald. Ver sendir kunnandi teldupost til skrásetta teldupostbústaðin, um staðfest verður, at tað ikki ber til at flyta avtalað gjøld av tínum gjaldkor- ti. Ber ikki til at flyta peningin innan nærri ásett dagatal, kann ver steingja fyri haldinum. Haldið kann tá gerast virkið aftur við at rinda eftirstøðuna inni á sjálvgreiðsluni. Regluliga gjaldið fyri ver-haldið kann bert uppsigast við, at ver-haldið samstundis verður uppsagt. Ver-haldið kann uppsigast við at ringja til ver ella skriva til ver@ver.fo. Verður einki rindað á haldið í 180 dagar, gerst haldið óvirkið, og nummarið fellur aftur til ver. Møguligur peningur verður ikki útgoldin og møgulig skuld verður mótroknað í møguligum innistandandi á ver kontuni. 9. Mishald og rættarvirknaður Misheldur annar parturin skyldur sínar munandi, hevur hin parturin rætt til at gera teir í hesi grein nevndu rættarvirknaðir galdandi. Sum dømi um munandi mishald verður nevnt, at tú ikki heldur skyldur tínar sum tilskilað í pkt 4. Tá ið ver misheldur munandi, hevur tú rætt at krevja: a) At brek verður bøtt: Ver hevur skyldu til skjótast til ber at seta tiltøk í verk til tess at bøta brek við tænastuni. b) Lutfalsligan avsláttur: Tú kanst krevja avsláttur fyri ein lutfalsligan part av haldaragjaldinum fyri ta tíðina, tænastan hevur verið slitin ella munandi órógvað, tó bert um ólagið hevur vart í minst 2 samdøgur. c) Endurgjald: Endurgjaldsábyrgd er eftir vanligum rættarreglum, tó við hesum avmarkingum: Ver ábyrgist ikki fyri tap, sum er orsakað av sliti, órógvi ella broytingum í fjarskiftiskervi ella -tænastu í sambandi við tiltøk, sum metast neyðug av tøknili- gum, viðlíkahaldsligum og rakstrarligum ávum ella er álagt av Fjarskiftiseftirlitinum, uttan so at ver hevur latið vera við at avmarka avleiðingarnar. Ver ábyrgist ikki fyri óbeinleiðis tapi, herundir fyri mistum vinningi, framleiðslutapi, tapi, sum stendst av, at tú missir møguleikan fyri sáttmálagerð við triðjamann, ella at ein sáttmáli dettur burtur ella verður mishil- din, uttan so at mishald hjá ver er tilætlað. d) Slit av haldinum: Tú hevur rætt til at krevja haldið slitið, um ver misheldur sínar skyldur munandi. Tá ið tú misheldur munandi, hevur ver rætt til at krevja, at tænastan verður stongd: 1. Tá gjaldstreytirnar eru mishildnar, kann ver steingja hald og tilhoyrandi tænastur: a) fyri útgangandi samskifti, um tú t.d. ikki hevur dekning á kontu til rindan fyri tænastuna, hóast áminning er send til skrásetta teldupostbústaðin. Hetta kann gerast 1. dagin eftir gjaldkomudag. b) fyri allari nýtslu, um tú t.d. ikki hevur dekning á kontu til rindan fyri tænastuna, hóast áminning er send til skrásetta teldupostbústaðin. Hetta kann gerast 3. dagin eftir gjaldkomudagin. Áminning skal serskilt boða frá, at stongt verður ein ávísan dag annaðhvørt fyri útgangandi ella inngan- gandi samskifti ella báðar vegir, um tú ikki innan ávísa freist hevur tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin. Hevur tú ikki tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin, kanst tú koma í avmarkaða skuld til ver, av tí at áfyllingin hendir, áðrenn keypsupphæddin verður flutt av gjaldskortinum. Slík skuld verður at rinda til ver beinanvegin. Hevur tú ikki tryggjað, at gjaldsavtalan er virkin, hóast áminning er send, kann ver steingja ikki bert ta tænastu, sum er mishildin, men allar aðrar tænastur, sum verða veittar tær, um áminning er send, har serskilt verður sagt frá, at stongt verður fyri øllum tænastum ein ávísan dag, um tú ikki innan ávísa freist hevur syrgt fyri at rinda fyri tænastuna. 2. Í øðrum føri enn tá gjaldstreytirnar eru mishildnar: Misheldur tú munandi skyldur tínar ásettar í § 4 I-XII, hevur ver rætt til at steingja samskiftið. Áðrenn stongt verður eftir hesi reglu, skalt tú hava skrivliga fráboðan á teldupostbústaðin, og tú skalt hava havt høvi til at gera viðmerkingar um viðurskiftini. Fráboðanin skal upplýsa um orsøkina og áseta neyva freist fyri, nær mishaldið skal vera rættað. Er tað neyðugt av trygdarávum fyri fjarskiftiskervið, kann ver steingja, sjálvt um fráboðan ikki er send frammanun- dan. Í slíkum førum boðar ver tær frá steingingini beinanvegin aftaná, at stongt er. Steinging fyri út- ella inngangandi samskifti hevur ikki við sær nakran avsláttur í haldaragjaldinum. Ver letur stongda sambandið uppaftur skjótast til ber, tá tú hevur rættað fyri teg, herundir goldið fyri tænastuna. Í hesum sambandi hevur ver rætt til at krevja eitt eykagjald. Støddin á eykagjaldinum finst í listaprísu- num hjá ver. 3. Slit av haldinum Ver hevur rætt til at slíta haldið, um tú hevur mishildið skyldur tínar munandi. Slitið verður um mánaðarskiftið, tá frammanundan goldna haldaragjaldið gongur út. 10. Uppsøgn og broytingar 10.1 Uppsøgn av avtaluni: Rættur tín at siga upp: Tú kanst siga avtaluna upp í seinasta lagi tann 20. í einum mánaði, soleiðis at haldið steingist komandi mánaðarskiftið. Tó rinda nýggir kundar og talutíðar kundar, ið flyta til størri hald í minsta lagi fyri verandi mánað umframt mánaðin eftir. Verður avtala søgd upp, verður møgulig restsalda rindað tær eftir umbøn og móti rindan av ómaksgjaldi, tó ikki tá talan er um ver talutíðar tænastuna. Um haldið skal flytast til annan veitara, tilskilar ver sær rætt at krevja ómaksgjald fyri sítt arbeiði í hesum sambandi. Uppsøgnin skal sendast sum teldupostur til ver@ver.fo. 10.2 Broyting av haldi: Verður hald uppstigað, fært tú beinanvegin atgongd til innihaldið í nýggja haldinum, og tú rindar í minsta lagi fyri verandi mánað umframt mánaðin eftir, áðrenn haldið kann niðurstigast aftur. Tá tú uppstigar hald ella keypir ískoytistænastu, rindar tú munin upp til næsta haldið ella fult gjald fyri ískoytistænastuna, sama nær í mánaðinum tú fremur broytingina. Verður hald niðurstigað, verður haldið broytt komandi mánaðarskifti. Tú kanst broyta haldið í sjálvgreiðsl- uni. Í serligum førum kann kundatænastan hjá ver gera broytingina fyri teg. Broytingin skal tá vera okkum í hendi skrivliga í seinasta lagi 3 arbeiðsdagar áðrenn síðsta dag í einum mánaði, fyri at broytingin skal kunna taka við fyri mánaðin eftir. Um tað gerst neyðugt fyri ver av fíggjarligum áðum ella vegna misnýtslu, tilskilar ver sær rætt til at áseta hámark fyri nýtslu á hald og tænastur hjá ver. Um tú av misgáum keypir skeivt frá ver, hevur tú 14 daga iðranarrætt at fáa hetta broytt, móti at bert møguligur meirkostnaður verður rindaður og einki brúk hevur verið á. Iðranarrætturin er tó ikki galdandi í mun til talutíðar tænastuna. 10.3 Rætturin hjá ver at siga upp: Undir vanligum umstøðum hevur ver ikki rætt til at siga avtaluna upp. Ger ver av sum heild at gevast við at bjóða ávísa tænastu, kann avtalan sigast upp við 90 daga varningi. 10.4 Broytingar av avtaluni: Ver hevur rætt til at gera broytingar í viðskiftatreyt- unum uttan fráboðan, um broytingin burturav er til frama fyri teg. Aðrar broytingar í viðskiftatreytunum hevur ver rætt til at fremja við 30 daga varningi. 10.5 Nummarflyting til annan veitara: Ynskir tú at flyta títt fartelefonhald til annan veitara, skalt tú seta teg í samband við nýggja veitaran og biðja um nummarflyting. Vit avgreiða nummar- flytingina uttan kostnað fyri teg seinast við arbeiðslok arbeiðsdagin eftir, at nummarflytingin er umbiðin av nýggja veitaranum. Nummarflytingin verður framd hóast møguligt bindingstíðarskeið ella uppsagnartíð á verandi fartelefonhaldi. Gev gætur, at tú tó ikki av hesi orsøk verður loystur frá møguligum skyldum, sum longu eru avtalaðar í mun til verandi hald, undir hesum at rinda fyri eitt møguligt bindingstíðarskeið ella í eini uppsagnartíð. Um nummarflytingin gongur fyri seg seinni enn lovað omanfyri, ella feilir henda, ið eru til munandi ampa fyri teg, kanst tú seta teg í samband við nýggja veitaran og krevja endurgjald upp á kr. 500 og í serliga tyngjandi førum kr. 1.000. Krav um endurgjald skal setast fram í seinasta lagi 1 mánað eftir hendingina, ið heimilar endurgjaldið. Seinasta freist at útgjalda heimilað endurgjaldskrav er 2 mánaðir eftir móttøku av endurgjaldskravinum. Nummarflyting verður ikki framd, um serligar umstøður gera seg galdandi, td.: um tú hevur ógoldna skuld á fartelefonhaldinum, ið er fallin til gjaldingar, um haldið frammanundan er ógildað vegna mishald, um fartelefonnummarið hoyrir til ein nummarblokk ella aðra størri avtalu. Nummarflyting fyri fartelefonnummar, ið hoyrir til ein nummarblokk, kann tó fremjast, um allur nummar- blokkurin verður fluttur til annan veitara undir einum. 11. Force majeure Ver er leyst av skyldum sínum, um tænasta er slitin ella órógvað orsakað av viðurskiftum, sum ver ikki hevði nakra ávirkan á, harí men ikki avmarkað til torusláttur, ódnarveður, vatnflóð, eldsbruna, kríggj, verkfall og verkbann, harí eisini verkfall og verkbann, ið raka starvsfólkini hjá Føroya Tele/ver. 12. Trætumál Stingur trætumál seg upp millum partarnar um viðurskifti í sambandi við hald, kanst tú skrivliga mótmæla til ver. Freistin fyri mótmæli er 3 mánaðir frá tí degi, tú vart ella átti at verið kunnug/ur við tey viðurskifti, mótmælt verður um. Ver tekur undir vanligum umstøðum avgerð í málinum í seinasta lagi 3 mánaðir eftir, at mótmæli er móttikið. Avgerðir hjá ver í slíkum trætumálum kunnu kærast inn fyri Fjarskiftiseftirlitið í teimum førum, tá Fjarskiftis- eftirlitið hevur heimild at taka avgerðir. Eisini hava partarnir rætt til at leggja málið fyri Føroya Rætt til avgerðar. 13. Reiking – nýtsla uttanlands Fartelefontænastan kann nýtast í teimum londum og hjá útlendsku fjarskiftisveitarunum, sum ver hevur avtalu við. Ver kann ikki ábyrgdast fyri dekning, dygd, trygd og útboði av tænastum á teimum útlendsku fjarskiftiskervunum. Avrokning av reiking kann verða upp í 30 dagar seinkað, og hevur ver tá rætt at trekkja pening av gjaldskortinum, um tað ikki er tøkur peningur á ver-kontuni. 14. Gildiskoma Hesar viðskiftatreytir fáa gildi frá 1. november 2017. Møguligar seinni broytingar í ver viðskiftatreytunum eru at finna á heimasíðuni hjá ver, www.ver.fo undir síðuni Um ver.