Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 18 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN Nýggjar hallaru Um stutta tíð verður nýggja tvíhøllin á Hálsi, sum Búsetur byggir fyri Tórshavnar Kommunu, liðug. Tað fer at skapa heilt nýggjar hallarumstøður í høvuðsstaðnum Terji Nielsen Í nógv ár hevur tørvurin á hallar­ tímum í høvuðsstaðnum verið ovur­ honds stórur. Høllin á Hálsi, Gunda­ dals­høllin og Hoyvíkshøllin hava ikki megnað at nøktað tørvin hjá bæði Neistanum, Kyndli, H71, Fleyr, B36, HB og øðrum ítróttarfeløgum í høvuðsstaðnum á hallartímum. Fleiri av feløgunum hava tí eisini í stóran mun dúvað uppá hall­ar­tímar í fim­leikahallum á ymsu skúl­unum í býnum. Men hetta avgjørdi undanfarna býráð at gera nakað við, og hetta byrj­ar nú at síggjast aftur. Í farna mánað varð nýggja ítróttarhøllin á Argjahamri tikin í nýtslu, og gongst eftir ætlan verður nýggja tvíhøllin á Hálsi tikin í nýtslu tíðliga komandi ár. Tann høllin er eitt úrslit av, at tví­fimleikahøllin í skúlanum á Argja­ hamri bleiv út- og um­bygd til eina fulla ítróttarhøll við áskoðara­plássi. Tórshavnar Býráð samtykti á bý­ ráðs­fundi stutt fyri jól i 2015 júst áðurnevndu hallarútbyggingar, so sig­ast má, at tað hevur gingið lut­ fals­liga skjótt fyri seg frá, at tað varð samtykt, til arbeiðið av álvara fór í gongd. Smærru ítróttargreinarnar fáa betri umstøður Nýggju hallirnar koma sjálvsagt at hava við sær, at so at siga allar ítrótt­ar­greinarnar í høvuðsstaðnum koma at hava betri umstøður, men serliga tær smærru ítróttar­grein­ar­ nar fara at merkja ein stóran mun. Tí í nýggju tvíhøllini verða gjørd serskilt høli til bæði judo og borð­ tennis, so at hesar ítróttar­greinar fáa bestu umstøður. Fyri judo og borð­tennis verður talan um heilt nýggj­ar tíðir, har hesar ítrótta­greinir nú fáa karmar til at vaksa og trívast í sam­an við ítrótta­umhvørvinum á Hálsi ann­ars. Við hesum báðum ítróttahallum aftrat fær innandura ítróttin, serliga hondbólturin, flogbólturin og skjótt vaksandi ítróttin kurvabóltur, nógv fleiri tímar til nógva virksemið, sum í fleiri hevur verið darvað av vantandi venjingartímum. Ein nýggjur ítróttardepil Við tvíhøllini á Hálsi verður talan um ítróttadepil, ið enn betri kann virka sum tjóðarhøll eitt nú í sambandi við finalustevnur og flestu altjóða dystir. Høllin kemur at hava pláss fyri umleið 1.800 áskoðarum á ver­ andi áskoðaraplássum, umframt tveim­um áskoðarapallum, sum kunnu flytast. Umframt fjøltáttaða ítrótta­ virk­semið fær høvuðsstaðurin upp­ aftur betri umstøður til onnur størri og savnandi tiltøk, sum altíð hava verið partur av ítrótta- og sam­ komu­høllini á Hálsi, tað veri seg til konsertir, vinnutiltøk, samkomur og