Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 51

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 19 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN umstøður í Havn annað. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2.500-3.000 áhoyrarum, alt eftir hvussu høllin verður sett upp. Parkeringsumstøðurnar við høll­ina á Hálsi eru eisini longu betraðar mun­andi við fleiri enn 100 nýggjum par­kerings­plássum. Ítróttarøkið í Gundadali verður við hesum ein uppaftur sterkari ítrótta­depil saman við Tórsvølli, FIMI og um fá ár eisini eftir ætlan ein­um lang­hyli. Og Argir hevur sum síðsti stóri býar­parturin eisini fingið sína egnu høll. Í 2019 er væntandi eisini ein nýggj ítróttahøll bygd í Skúlanum á Fløtum. Tá er hallarkapasiteturin í høv­uðs­staðnum tvífaldaður. Av sonn­um nýggj­ar hallartíðir í høvuðs­stað­num. Hondbóltsmenn á odda fyri útbyggingini Tað er byggifyritøkan Búsetur, ið stend­ur fyri arbeiðinum at byggja nýggju tvíhøllina saman við øðrum veit­arum, so sum Install, Maria Poul­sen og Contractor. Og tað er kanska ikki av tilvild, at júst Búsetur stendur fyri arbeiðinum, tí er tað nøkur byggifyritøka í Føroy­um, sum kann setast í samband við hondbóltin, ið jú kemur at fylla nógv í nýggju tvíhøllini, so er tað júst Bú­setur. Stjórin og eigarin av Búsetur er Sjúrður Holm av Argjum. Sjúrður var í mong ár ein profilur í fremstu før­oysku hondbóltskappingini, fyrst við barndómsfelagnum Neistanum men seinni í enn størri mun við VÍF, har hann var við til at vinna nógv før­oya­meistaraheitir og eisini var við til at fáa nøkur av bestu úrslitunum í euro­peiskum dystum, sum nakað før­oyskt lið hevur fingið. Harumframt er arbeiðsfor­mað­ urin hjá Búsetur í tvíhøllini, Bárð­ur Jo­hanne­sen, og hann er held­ur ikki ókendur í føroyska hond­bólts­heim­ inum. Bárður var í nógv ár fastur fúsur á besta lið­num hjá Kyndli, og hóast hann er farin væl um tey fjøruti, so er tað bara eitt ár síðani, at hann seinast var á besta liðnum hjá teimum grønu. Harumframt hevur Bárður Jo­ hanne­sen eisini verið ógvuliga virk­in sum venjari, bæði hjá besta mans­liðnum, men hann hevur eisini verið knýttur at ávísum ung­dóms­ lands­liðum hjá HSF. So tað kann ikki sigast annað enn, at tað eru menn, sum hava eitt tætt tillknýti til høllina á Hálsi, sum nú standa á odda fyri útbyggingini.