Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 54

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 22 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN Turið Arge Samuelsen: Vit skulu finna nýggjar loysnir Kyndil vann greipuna farna kappingarár og málið er aftur at verða millumtær bestu, men tað eru nógvar broytingar á liðnum hjá Kyndli, sum millum annað er uttan Annu Brimnes Pætur Albinus Seinnu árini hevur boðskapurin verið greiður úr Kyndli. Tær skulu vinna alt, sum tær taka lut í. Tað megnaðu tær farna kappingarár, men tað er so stór broyting í hópinum, at Turið Arge Samuelsen ikki vil seta alt og hørð krøv. – Vit hava eitt mál um at vera mill­ um tvey tey bestu í lands­kappingini, og ynskja sjálvandi at spæla í steypa­ finaluni, sum er størsti dysturin í árinum. Men vit kenna ikki okkum sjálvar líka væl í ár, so vit skulu eisini til at hugsa ein dyst á gangin, sigur vongurin. Anna Brimnes, Gurið G. Eystberg, Birita Mortansdóttir eru fluttar av landinum, meðan Anja Eliasen og Gudrun R. Olsen eisini fara avstað í næstum. Hartil hevur Ásleyg Súna­ dóttir brotið fótin og Beinta Báradóttir hevur drúgvan skaða í økslini. Mari­ anna G. Eystberg hevur ikki spælt í eitt ár, men fekk sínar fyrstu minuttir móti H71 í triðja dystinum í ár. – Vit hava fingið nakrar ungar spæl­arar, sum mugu traðka til. Tær eru evnaríkar, men tað ger at vit aftur eru eitt lið í menning. Tað verður ikki ein umbering alt árið, men tað ger, at vit eru ikki líka væl stillaðar sum í fjør, sigur Turið Arge Samuelsen. Kyndil hevur eisini fingið eitt nýtt venjarapar í Kristoffuri Gert Nielsen og Flemming Raben. Spælistílurin tann sami Kyndil hevur fyri tað mesta spælt uttan ein stóran bakk, sum bara kann skjóta alt sundur. Anna Brim­nes hevur tó verið tað tættasta vit koma upp á tað, men nú er hon eisini vekk. Hin­vegin, so heldur Turið Arge Sam­ uelsen ikki, at orkuríki spæli­stílurin skal broytast. – Vit halda áfram við ágrýtnum verjuspæli og skjótum álopsspæli. Tað hava vit framvegis orku til. Ein styrki hjá okkum hevur verið, at vit hava orka væl og verið væl fyri. Tað eru vit enn, men vit skulu til at finna loysnir í álopsspælinum, tí Anna Brimnes er ikki við longur, sigur landsliðsspælarin úr Kyndli, sum heldur at deildin verður meiri jøvn í ár. – Deildin er meiri javnstillað í ár, tí tey sterku frá í fjør hava mist, meðan tvey veikaru eru blivin sterkari. Vit eru greipuvinnarar og tí vilja øll vinna á okkum. Tað ger uppgávuna hjá okkum truplari, sigur Turið Arge Samuelsen. Fingið tilboð úr fleiri londum Turið Arge Samuelsen hevur seinnu árini verið millum bestu spælararnar í landinum, men hevur ikki tikið av tilboðum uttanlands frá, tí hon hevur havt ein lítlan son. Við tíðini er tann støðan broytt. – Eg havi lagt útlandsdreymin á hillina seinastu trý árini, tí sonurin, Rókur, hevur verið so lítil. Men nú kenni eg á mær, at eg havi eitt glopp upp á tvey ár, áðrenn hann fer í skúla. Um tilboðið kemur, so fari eg nokk at royna meg, sigur Turið Arge Samuel­ sen og leggur afturat: – Eg havi fingið tilboð úr Íslandi, Grikkalandi og Týsklandi, men ikki tik­ið av. Mær hevði dámt best um eg fekk møguleikan í norðurlondum. Har eri eg í tryggum umhvørvi, sigur Turið Arge Samuelsen. Hon fegnast eisini um allar tær altjóða uppgávurnar, sum føroyskur kvinnuhondbóltur hevur fyri framman. Kappingini í Føroyum er einstáttað og spælararnir hava spælt móti hvørjum øðrum so oftani. – Nú kunnu vit spæla á liði saman og tað tað riggar, sum tað gjørdi í juni, so sleppa vit eisini at royna okkum móti teimum tjóðunum, sum vit hyggja eftir í sjónvarpinum, sigur hon. Fyrstu dystirnir í EM-undan­kapp­ ingini verða móti Serbia og Svøríki. Lærdi nógv av Daniel Kyndil hevur sagt farvæl við spanska Daniel Grodo Rios, sum vandi kvinn­ urnar farna kappingarár. Hann verður bólkaður sum serur, men samstundis dugnaligur. – Hann var serur, men millum teir bestu venjararnar eg havi haft. Hann var ein av høvðusorsøkunum, at vit blivu greipu vinnarar í fjør. Hann hevði ein øðrvísi máta at venja upp á, og fekk spælarar at skilja hondbóltin, sigur Turið Arge Samuelsen og leggur afturat, at tær fingu ein lærdóm í disiplin frá spaniólanum. MÁLVERJAR Maja Dragoljubovic og Alda av Skarði ÚTILEIKARAR: Turið Arge Samuelsen, Bjarta O. Johansen, Bára K. Hansen, Ásleyg Súnadóttir, Súna K. Hansen, Lea Durhuus, Sólja Poulsen, Rúna Hoydal Brimnes, Beinta Bárðardóttir, Bjørk Brimnes, Marianna Geirsdóttir Eystberg og Annika Malunardóttir VENJARAR Flemming Raben Christoffur og Gert Nielsen