Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 55

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 23 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN Danskt hondbóltspar skal styrkja Neistan Fyrrverandi danski landsliðsleikarin, Stina Madsen, er millum nýggju leikarunum hjá Neistanum hetta kappingarárið. Tá hon og maðurin, Rasmus Søby – ið spælir fyri mennirnar hjá Neistanum – fingu møguleikan at spæla í Føroyum, ynsktu tey bæði at taka av møguleikanum Á Neistaliðnum, sum í fjør tapti bæði steypafinaluna og finaluna um FM- heitið móti Kyndli, eru fleiri broyt­ ingar framdar á liðnum til hetta kapp­ingarárið. Umframt at fleiri ung­ir leikarar í ár eru komnir uppí hóp­ in, hevur felagið fingið til­gongd av profilum sum Daniellu Joen­sen úr VÍF og fyrrverandi danska lands­liðs­leik­ ar­anum, Stinu Madsen. Harafturat hevur felagið eisini mist einstakar pro­filar, har evnaríki spælskiparin sein­astu nógvu árini, Bára Hansen, í ár er vorðin so mikið illa skadd, at hon ikki verður før fyri at spæla hetta kapp­ingar­árið. Føroyar er ein øðrvísi uppliving 36 ára gamla Stina Madsen, ið er eitt av nýggju andlitunum á liðnum hjá Neistanum, hevur nógvar royndir úr donskum hondbólti, har hon hevur spælt fyri feløg sum Slagelse, FCK, Team Esbjerg og HC Odense. Hon greið­ir frá, at tá hon og sjeikurin, Ras­ mus Søby – ið spælir fyri mennirnar hjá Neistanum – fingu møguleikan at spæla í Føroyum, ynsktu tey bæði at royna avbjóðingina. – Tá eg og sjeikurin hjá mær fingu møguleikan fyri at royna hesa upp­ livingina saman, ynsktu vit bæði at taka av møguleikanum. Upplivingin er avbjóðandi ítróttarliga, menniskjaliga og mentanarliga, har alt er nógv øðrvísi enn vit eru von við í Danmark. Tað tiltalaði okkum bæði tvey, og vit vóna eisini bæði at vit kunnu seta okkara fingramerki á føroyskan hond­ bólt, sigur Stina Madsen, ið nú hevur verið í Føroyum í eina tíð. Rósar føroyska hugburðinum Stina Madsen og sjeikurin, Rasmus Søby, lata bæði tvey væl at móttøkuni í føroyska samfelagnum, har leiðslan og spælararnir í Neistanum hava tikið sær væl av danska parinum. Við­ víkjandi støðinum heldur Stina Mad­ sen tó at tað er stórur munur á donsk­ um og føroyskum hondbólti, har hon tó rósar hugburðinum hjá føroysku leikarunum. – Móttøkan av okkum báðum í Før­oyum hevur verið sera góð. Bæði felagið og leikararnir hava tikið sær væl av okkum, og vit bæði hava kent okkum ógvuliga vælkomin. Viðvíkjandi støðinum er støðið í Føroyum ikki líka so høgt sum í donskum hondbólti, men tað er nakað sum eg havi verið fyrireika uppá. Eg skal heilt avgjørt venja meg við tað, og tað verður eisini ein avbjóðing. Men eg dámi væl at tað verður farið til »vafflirnar« her uppi til hondbólt, og at fólk møta upp av reinum huga og kærleika fyri hond­ bóltsspælinum. Tað haldi eg er frálíkt, sigur Stina Madsen. Menning framum úrslit Stina Madsen sigur víðari at hjá Neista­kvinnunum í ár verður menning og upp­bygging raðfest hægri enn enda­liga úrslitið á stigatalvuni. Tó sær hon góðar møguleikar fyri at Neistin kann vinna sær gott úrslit í ár. – Liðið í ár er eitt heilt nýtt lið við nógv­um ungum spælarum, og tí verður kappingarárið brúkt til menn­ing og uppbygging av nógvum leikarum. Hetta kann fara at ávirka úrslitini í kappingini, men tað er leist­ urin sum vit hava valt. Tó haldi eg at samansetingin í hópinum er góð. Vit hava nakrar ungar leikarar, sum skulu læra at taka ábyrgd á vøllinum, meðan tað eisini eru fleiri royndir leikarar við, sum hava spælt í nógv ár. Mær dámar væl tí blandingina, og eg trúgvi uppá at hetta kann vera byrjanin uppá eitt gott tíðarskeið í Neistanum og eitt gott kappingarár, sigur Stina Madsen at enda. MÁLVERJAR Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Mona Dam Poulsen ÚTILEIKARAR Rannvá Bogadóttir Jacobsen, Ása Dam á Neystabø, Birita Ingolfsdóttir, Ása Hammershaimb Christiansen, Fríða Á Dunga, Rannvá Dahl Hanusson, Finngerð Jensen, Daniella Joensen, Drós Ragnarsdóttir, Ingunn Kristina Persson, Tórhalla Thorsteinsson, Solbjørt Høj, Eir Martinsdóttir, Brynja Høj, Hjørdis Viðstein, Stina Madsen og Marjun Danberg VENJARAR FDanilo Gagliardi og Scott Harrington