týsdagur 26. september 2017síða 57
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2017
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
25
HONDBÓLTUR 2017-2018
SOSIALURIN
Marianna er við aftur
VÍF-stórskjúttin, Marianna Holm Jacobsen, hevur drigist við eina
ørgrynnu av skaðum, men hon er nú tilreiðar at royna einaferð
enn. Og tað verður fyri fullum blástri, avdúkar hon. - Antin spæli
eg, ella spæli eg ikki. Spæli eg, so spæli eg 100%, sigur Marianna
Pætur Albinus
100%
Stórskjúttin hjá VÍF, Marianna Holm
Jacobsen, hevur verið darvað av bæði
nógvum og drúgvum skaðum. Í fjør
sat hon uttanfyri alt kappingarárið
við einum slitnum krossbandi, men
eftir eina drúgva uppvenjing er hon
nú aftur før fyri at spæla.
Mongu skaðarnar hava tó sett síni
spor.
– Ígjøgnum tey seinastu árini havi eg
roynt so nógv við knøunum, at eg ikki
kann annað enn at stúra fyri hvat fer at
henda næstuferð, sigur Marianna, sum
tó ikki letur óttan vinna á sær.
– Tá eg spæli hondbólt havi eg ikki
tíð at hugsa um hetta. Eg spæli eins
og eg gjørdi áðrenn, hóast fleiri hava
sagt, at eg burdi broytt mín spælistíl,
sigur Marianna.
– Antin spæli eg, ella spæli eg ikki.
Spæli eg, so spæli eg 100%, sigur
Marianna avgjørd.
Hon sigur, at hon í løtuni fær spælt
100%, og hon vónar at tað fer at
halda fram.
– Viðvíkjandi knænum, so klári eg
meg væl til venjingar, so ja, eg haldi
eg fái spælt 100% til tað støðið eg eri
á, sum nú er, sigur Marianna.
Ikki lætt
Marianna Holm Jacobsen hevur drigist
við nógvar skaðar á hondbóltsleið síni.
Umframt at hava slitið krossbandið
tvær ferðir, so hevur hon eisini roynt
at slitið liðbond í fótinum, brotið
armin og havt álvarsligan bruna í
arminum. Alt hetta hevur havt við
sær, at hon hevur verið undir skurði
tilsamans seks ferðir.
Nú hevur hon so enn einaferð
vunnið á einum skaða, og eftir eitt
heilt ár við uppvenjing er hon nú aftur
tilreiðar at spæla hondbólt.
– Árið hevur gingið øgiliga skjótt,
men tað hevur ikki verið lætt allan
vegin ígjøgnum. Knæið hevur í langa
tíð ikki spælt av sum ætlað, og hevur
uppvenjingin tí sjálvandi verið meira
drúgv enn ynskt var. Eg eri m.a.
blivin skurðviðgjørd aftur eftir nýggja
krossbandið, og eg eri nú eisini bundin
av einum skinnara, tá ið eg spæli,
sigur Marianna.
– Tá tað so er sagt, so havi eg
gjørt alt fyri at vera klár til hetta
kappingarárið við góðari hjálp og
venjing frá fysioterapeuti, men eisini
nógvari sjálvstøðugari venjing, sigur
hon víðari.
Sterkt lið
Ein nýggjur leikari hjá VÍF í ár er danski
strikuspælarin, Sarah Bank Bjerg,
sum er ein góð vinkona hjá Marionnu.
Tær hittust á hondbóltsakademinum
SHEA
í
Skanderborg
skúlaárið
2014/15. Tær báðar hava verið væl
líka síðani, og nú er Sarah flutt til
Føroya at búgva hjá Marionnu og
spæla við VÍF.
Marianna heldur, at tað eru útlit
fyri at VÍF fer at standa seg betur
enn tað fjórða plássið, sum tær úr
Vestmanna fingu í landskappingini í
fjør.
– Ja, vit hava eitt gott og sterkt lið
í ár. Við vón um, at vit ongar spælarar
fara at missa, so vænti eg, at tað væl
ber til hjá okkum at liggja millum tær
fremstu, sigur Marianna.
– Sjálv hati eg at tapa, og eg seti
meg ikki nøgda við silvur ella tað sum
er har undir, so eg fari at gera mítt
fyri at fáa gull um hálsin, sigur hon og
skoytir at enda upp í:
– Um kroppurin loyvir tí.
VENJARAR
Ingi Olsen og
Agnar Joensen
MÁLVERJAR
Steinbjarta Marnersdóttir, Ragnhild á Heygum og
Kristina Griksaite
ÚTILEIKARAR
Randi Virgarsdóttir, Liljan Djurhuus, Marianna
Holm Jacobsen, Agnas Olsen, Durita C. Jojic, Fríðrún
Olsen, Ingibjørg Olsen, Kathe Dahl Fredriksen,
Sarah Bank Bjerg, Jórun Gudmundsen, Lív
Ingdorsdóttir, Tóra Seloy og Heidi Maria Akselsen