týsdagur 26. september 2017síða 63
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SEPTEMBER 2017
Lýsingablað frá Miðlahúsinum
31
HONDBÓLTUR 2017-2018
SOSIALURIN
Stjørnan bjarta framtíð
Síðani kvinnukappingin bleiv skipa í 1943, hevur Stjørnar ogna sær næstflest føroyameistaraheiti. Serliga
síðani aldarskifti hava tær reyðu úr Klaksvík verið partur av oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti
Heili 13 ferð hevur Stjørnan verið í
steypafinaluni, harav nýggju fer á rað
frá 2004 til 2012. Sjey steypafinalu
sigrar og átta føroyameistaraheiti
eiga Klaksvíkskvinnurnar, men síðani
2012 hevur Stjørnan ikki megna at
gjørt seg galdandi í toppstríðnum.
Ættarliðsskifti
Una Váðklett leikti sín fyrsta dyst fyri
Stjørnuna í 1998 sum 15 ára gomul,
og hevur síðani tá verði ein av berandi
kreftunum, bæði í góðum og hørðum
tíðum. Hon hevur síðani í fjør siti í
nevndini hjá Stjørnuni.
– Tey árini tað hevur eydnast so
væl hjá okkum, hava vit haft eina góða
lokala stammu á liðinum, umframt ein
ella tveir góðar útlendskar leikarar.
Eftir mong ár í oddinum høvdu vit
eitt heldur ullint ár í 2013. Tað kom
eitt ættarliðsskifti har nógvar av ber
andi kreftunum góvust, umframt at
vit mistu nógvar leikarar, eitt nú til
barnsburð, lestrarørindi og skaðar.
Fyri at gera ilt verri, vóru vit eitt sindur
óheppin við teimum nýggju útlendsku
leikarunum, og onkur bleiv sendur
heim aftur. Tað eru altíð leikarar sum
fara niður at lesa, gerast við barn ella
okkurt triðja, men vanligt er at tað eru
nokk av leikarum at seta við, men so
var ikki hetta árið, sigur 35 ára gamla
Una Váðklett.
Ungdómsarbeiði
– Vit hava kanska ikki haft nóg gott
ungdómsarbeiði hesi árini, tá tað
koyrdi so væl í fremstu kvinnudeildini.
Tað vóru ikki nokk av ungum at seta
við hesi seinnu árini, og ofta stóð
illa til við at finna fólk, bæði vegna
góðsku og til dømis lestrarørindi.
Tað sæst aftur við at vit í dag nærum
ongan spælara hava ímillum meg á
35 og Judit á 25, og í fleiri umførum
hevur verið neyðugt at biðið um eyka
loyvi til ungar leikarar, heldur royndi
strikuspælarin.
Nýggjan venjara
Fyrsta oktober í fjør byrjaði Per Klarup
sum nýggjur venjari hjá Stjørnuni.
55 ára gamli danin hevur drúgvar
royndir sum venjari í Danmørk. Hann
er bjartskygdur og málið fyri komandi
kappingarár er greitt. Betri enn í fjør.
Stóra framgongd
– Eg haldi, at bara síðani í fjør tá eg
sá tær fyrstu fer, hava genturnar flutt
seg ótrúliga nógv. Bæði tekniskt og
taktiskt, men eisini fysiskt. Genturnar
hava víst undranarverdan eldhug at
spæla hondbólt og læra, og hetta
hevur verið avgerandi fyri okkara
framgongd. Frá at ikki reiðuliga at
hava nakað endamál við spælinum,
sær man nú eitt klárt spælisnið.
Bjarta framtíð
Hóast eitt heldur dapurt tíðarskeið
seinastu fimm árini, tá hugsa verður
um heiðursmerkið, er við at koma
vend í hjá Klaksvíkingum. Fleiri góð
úrslit vóru at hóma undanfarna ár,
men sólskinssøgurnar vóru ivaleyst
føroyameistaraheitið hjá gentum 17,
og landsliðsúttøkan hjá 19 ára gomlu
Tóru Eliasen.
– Tað var fantastiskt síggja Tóru
(Eliasen, red.) á landsliðinum. Eitt var
at hon bleiv úttikin, men eg meini heilt
avgjørt at hon gjørdi ein góðan figur
tá hon kom inn á vøllin hóast sín unga
aldur. Hon var serliga stinn í verjuni,
men megnaði eisini væl at fylgja við
í álopinum. Tá tað er sagt, haldi eg
ikki, at vit skulu dúva uppá hennara
evnir eina. Vit hava ein breiðan hóp við
eini rúgvu av góðum leikarum, bæði av
reimum meira royndu og nakrar sum
koma upp úr ungdómsdeildini, heldur
Per Klarup sum stendur á odda fyri
Stjørnuni annað árið á rað.
Væl eydna venjingarlega
– Vit vóru í venjingarlegu í Danmørk í
eina viku har vit spældu ímóti trimum
donskum liðum. Fyrst spældu vit javnt
23-23 ímóti Lammefjorden, taptu 24-
21 ímóti Ajax og taptu til endans 25-
22 ímóti Rødovre. Vit nýttu allar 19
leikararnar í øllum trimum dystunum,
og rukku tí endamálinum við venj
ingarleguni, sum var at fáa allar í
dystarvenjing. Hetta tí at eg haldi
at tað er týðandi at allir leikarar eru
væl fyri, um enn tær spæla í 1. deild,
hvonn deildini ella í ungdómsdeildini.
Tí fóru vit ikki inn til dystirnar fyri at
vinna óansæð hvat, men fyri at menna
allan hópin, sigur royndi danski venj
arin.
Málið hjá Stjørnuni í ár er púra
greitt, tær skulu vera betur enn í fjør,
og tí ivast Per Klarup ikki eina løtu í
at tær kunnu megna. – Vit skulu ogna
okkum fleiri stig enn tey seks vit fingu
í fjør, og tað haldi eg avgjørt at vit
kunnu. Eftir teir fyrstu fimm dystirnar
ímóti Neistanum, Víf, VB, StÍF og H71
skulu vit hava 5 stig á kontuni og
tað haldi eg at eg kann siga uttan at
dvølja, endar Per Klarup.
VENJARAR
Per Klarup og
Carsten Andersen
MÁLVERJAR
Raluk Ungureanu, Annika Magnusdóttir Arge,
Lone Høeg Bejer og Jetta Svøðstein
ÚTILEIKARAR
Anna Jakobsen, Edit Johnson, Ella Samson, Hanna
Brandal, Hervør Olsen, Ingrid Jógvansdóttir, Jansy
Jacobsen, Jórun Bech Nielsen, Judith Dam-Jacobsen,
Katrin Bertelsen, Kristina Poulsen, Marið Heimustovu,
Mina Naomi Sirdal, Miriam Berhuelsdottir,
Monika P. Jacobsen, Paula Leivsgarð Joensen,
Sonja Lava Sirdal, Tóra Eliasen og Una Váðklett