Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-26, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. september 2017síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

SEPTEMBER 2017 Lýsingablað frá Miðlahúsinum 32 HONDBÓLTUR 2017-2018 SOSIALURIN Nú skulu kvinnurnar standa royndina Á fyrsta sinni luttekur H71 við liði í bestu kvinnudeildini. Fyrsta árið er tað í størri mun avrikini og menningin heldur enn úrslitini, sum hava størsta týdningin Søguliga hevur fremsta og størsta hondbóltsfelag landsins, H71, verið eitt mansdominerað felag, men hetta er broytt í dag. Í 2017 hevur H71 lið í øllum yngru gentudeildunum, sum vinna fleiri lands- og steypakappingar, og fyri tveimum árum síðani byrjaði eitt veruligt kvinnulið hjá hoyvíkingum at spæla í næstbestu deildini. Har­ aftur­at hava hoyvíkingar roynt seg í steypakappingini ímóti liðunum í Hvonn­deildini hesi árini, og tí er av­ gerð tikin um, at H71 í ár skal verða umboðað í bestu deildini. Ein av leikarunum, ið hevur verið við hesi árini, og sum nú skal prógva seg í bestu deildini, er 18 ára gamla Durita Toftum Joensen, ið spælir á strik­uni. Hava bíðað eftir hesum At hoyvíkingar eisini skulu taka lut ímillum tey bestu á kvinnusíðuni er nakað, sum felagið og tær gentur, ið hava spælt í felagnum, hava strembað eftir í fleiri ár. Nú gleða kvinnurnar seg til avbjóðingina. – Tað hevur nógv at siga, at vit sleppa at royna okkum í bestu deild­ ini, tí málið er sjálvsagt altíð at spæla har. Hetta er tað, sum vit hava arbeitt málrættað eftir síðstu árini, nú tá vit onki lið hava havt í bestu deildini, sigur Durita Toftum Joensen. Í skrivandi løtu hevur H71 spælt tveir dystir í Hvonndeildini. Gamaní eru báðir taptir við ávíkavist fýra og fimm málum ímóti VB og VÍF, men úr­slitini bera boð um, at hini liðini veruliga mugu sveitta, um tey skulu knógva hoyvíkingum. Strikuleikarin hjá H71 staðfestir, at hoyvíkingar væl kunnu spæla við. – Tað er blivið sagt nakrar ferðir nú, at vit kunnu spæla upp ímóti nøkr­ um av hinum liðunum, og tað haldi eg eisini, at vit kunnu. Í ár hugsa vit tó meira um at fáa spælið hjá okkum upp á Hvonn-støði heldur enn at hyggja eftir máltalvuni alla tíðina, sigur Durita Toftum Joensen. Kunnu bjóða oddinum av í framtíðini Seinastu árini hava høvuðsstaðar­ feløgini bæði, Kyndil og Neistin, verið fullkomiliga einaráðandi í føroyskum kvinnuhondbólti, og ikki er sannlíkt, at hendan gongdin verður broytt fyribils. Í H71 eru tó eisini ætlanir um, at kvinnurnar í framtíðini skulu spæla við, har tað er heilt stuttligt. Tó ikki longu í ár, har nýggja liðið, sum er mannað við nógvum blaðungum leik­ arum, skal finna fótafestið í Hvonn­ deildini. – Málið er at spæla upp móti nøkrum av liðunum, vinna okkum nøkur stig og sum heild vísa, at vit veru­liga vilja spæla í Hvonndeildini, sigur Durita Toftum Joensen. Kvinnurnar hjá H71 skulu í ár eisini slóða fyri teimum nógvu ungu gentunum, sum spæla í risastóru ung­ dómsdeildini hjá felagnum. Fleiri av hesum kunnu roknast við at koma á besta liðið komandi árini. – Um hugt verður eftir yngru gentudeildunum, so er ongin ivi um, at H71 kann bjóða av í oddinum í før­oyskum kvinnuhondbólti innan tey komandi árini. H71 er við í toppinum í nærum øllum teimum yngru deildunum, so har verður nógv at taka av um nøkur ár, bæði ungir leikarar og leikarar við fleiri royndum. Eisini er tað gott fyri felagið, at vit nú byggja eitt kvinnulið upp, soleiðis at yngru genturnar hava okkurt at síggja upp til, vóru seinastu orðini frá strikuleikaranum hjá H71. VENJARI Sonni D. V. Larsen MÁLVERJAR Vár Højgaard og Annika Fríðheim Petersen ÚTILEIKARAR Ása Krossteig Hansen, Guðrið á Borg, Eva Barba Arge, Karin Holm Simonsen, Katrin Vang Højsted, Saddie Niclasen, Maria Halsdóttir Weyhe, Sanna Skaalum Gunnarstein, Fía Eyðunsdóttir Hoydal, Anna á Steig, Sunniva Vatnsdal, Silja Sámalsdóttir, Karin Ragnarsdóttir Dam, Durita Toftum Joensen og Maria Ingolfsdóttir