hósdagur 28. september 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
F
øroyar komu brakandi inn
á gastronomiska himm al-
hválvið fyrr í ár, tá Koks á
há tíð arløtu í Stokkhólmi
gjørd ist fyrsta føroyska matstovan,
ið fekk handað prestisjutungu
Mich e lin stjørnuna. Talan var sam-
stundis um eina viðurkenning av,
at Føroyar eru væl við í koll velt-
ing ini í norðurlendska køkinum,
har alsamt fleiri matstovur hava
hækk að støðið og vunnið við ur-
kenning kring heimin fyri teirra
gagn nýtslu av lokalum rávørum.
Undangonguland í rákinum
hev ur verið Danmark, har fleiri
mat stovur seinnu árini hava gjørt
vart við seg fyri teirra kynstur í
køk inum. Mitt í rokanum er før oy-
ing ur Jan Restorff, sum til dagligt
er leiðari fyri matstovuna Søllerød
Kro, ið seinastu ellivu árini hevur
havt eina Michelin stjørnu, og hó-
ast hann ikki er kokkur, verður
mett ur at vera ein av teimum heilt
stóru persónunum innan danska
mat stovuvinnuna.
Tað sæst eisini aftur, tá und ir-
rit aði stígur inn í gamal herberg ið,
ið stavar frá 1677. Talan er um ein
gamlan og hugnaligan bygn ing,
ið liggur norðanfyri Keyp manna-
havn. Her er trongt millum veggja
og lágt til lofta, og ein fær kensl-
una av, at um veggirnir høvdu
mál, so kundu teir fortalt mangt
eitt loyndarmál. Eftir at verða
spurdur hvørji ørindini eru av ein-
um blíðum tænara, verði eg leiddur
niðan gjøgnum einar trong ar
trappur og í eitt felagsrúm við
útsýni yvir garðin, ið sjálvt hend-
an tunga regndagin er vakur á at
lýta. Tað eru ikki nógvir møblar í
rúm inum. Nakrir einstakir stólar
standa kring nøkur borð, men við
end an av rúminum er ein hill, ið
hev ur torført við at rúma øllum
steyp un um, virðislønunum og
skjøl un um, ið vitna um háttvirdu
støð una, ið Søllerød Kro hevur inn-
an vinnuna.
Úr góðum bergi brotin
Skjótt hoyrast fótafet koma eft ir
gongini og innar stígur Jan Rest-
orff, ið hevur eina ørgrynnu av
hatt um í Søllerød Kro, harímillum
dag ligur leiðari, høvuðstænari og
vín tænari. Ein samanvavstur av
starvs heitum, ið kann tykjast at
vera í andsøgn við hvørt annað,
tí hvussu kann ein persónur vera
tæn ari, eitt orð, ið Sprotin lýsir sum
ant in eitt hjálparfólk, ið gongur
gest um til handa t.d. á matstovu
ella ein ið rekur annars ørindi ella
arb eið ir fyri annan, og samstundis
vera leiðarin yvir øllum.
Men søgan um Jan Restorff er
nevniliga sjáldsama søgan um ein
ung an havnardrong, ið við ser lig-
um tænastusinni og einari breið-
ari vitan innan vín, hevur klintr að
upp í toppin av einari bein harðari
vinnu, har tað vanliga eru kokk-
ar nir og ikki tænararnir, ið renna
av stað við yvirskriftunum og fagn-
að in um.
Grundarlagið bleiv longu lagt
frá barnsbeini av. Jan Restorff er
son ur Jóhan Restorff, ið saman
við beiggjanum M.C. Restorff,
vóru ímyndin av Hotel Hafnia,
áðr enn tað fyri nøkrum árum síð-
an bleiv selt. Umhvørvið í hot ell-
inum í miðbýnum var eisini tað,
ið myndaði heimsmyndina hjá
havnarmanninum frá ungum ár-
um av.
– Eg eri uppvaksin mitt í Havnini
og búði til eg var níggju ára gamal
sam an við familjuni í eini íbúð í
Hotel Hafnia, ið lá á somu hædd
sum Parnassið. Tá eg var um níggju
ára gamal fluttu vit niðan í Hoy-
víks vegin, og høvdu vaskaríið hjá
hot ellinum í kjallaranum, minnist
Jan Restorff.
Forkelaður
Men hóast Jan Restorff var upp-
vaks in í hotellinum, og hotell virk-
semi fylti nógv í familjulívinum,
so heldur hann ikki sjálvur, at tað
kenda Restorff tænastusinnið
smitt aði av upp á hann.
– Eg var forkelaður av verðsins
bestu mammu og dugdi einki, tá eg
var lítil. Eg hevði nokk aldrin tendr-
að eina vaskimaskinu, tá eg fór í
hand ilsskúla. Har gavst eg eisini
skjótt, tí eg ynskti at fara í læru. Eg
nevndi tað fyri pápa, og hann helt
tað vera eitt gott hugskot, greiðir
Jan Restorff.
Soleiðis bar í bandi, at ungi
havn ar drongurin fór av landinum.
Páp in fekk í lag eitt lærupláss á
ein um hotelli í Glostrup, Glostrup
Park Hotel, har ungi Jan Restorff
fór í læru sum móttøkufólk. Líkt
var soleiðis til, at hann skuldi ganga
í fóta sporunum hjá pápanum, ið
hevði tikið við leiðsluni av hot ell-
in um frá pápa sínum.
Áhugin fyri víni birtist
Jan Restorff treivst á nýggja læru-
– Eg havi aldrin verið snobbutur, men havi altíð havt bæði beinini á jørðini. Um eg
standi inni í køkinum, og ein kokkur ella annar tænari missur ein serviett á gólv, so
boyggi eg meg niður, og rætti teimum hann. Tað sigur Jan Restorff, leiðari, høvuðs- og
víntænari í Søllerød Kro, ið telist millum fremstu matstovur í danska ríkinum
u hædd
m níggju
n í Hoy-
aríið hjá
minnist
var upp-
tell virk-
ívinum,
r, at tað
usinnið
verðsins
nki, tá eg
n tendr-
eg fór í
g eisini
læru. Eg
ann helt
, greiðir
at ungi
ndinum.
TÆNARIN
KLINTRAÐI
UPP Á TOPPI
Eg eri uppvaksin við, at man skal
virða fólk í hesi vinnuni, eisini tey
sum kanska ikki eru so dugnalig.
Tí tú fær nógv meira burturúr
persónum, um tú hjálpir teimum og
er góður við tey, enn tú gert, um tú einans finst at
teimum.