hósdagur 28. september 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
10
UNG OG RÚSEVNI
– Eg visti ongan útveg úr tí, sum eg var í, men eg
visti, at Martin hjálpti ungum fólki og at summi
av teimum nú vóru rúsfrí, sigur 24 ára gamla
Rúna Nón Bjartalíð, sum var á Blákrossheiminum
til viðgerð, tá hon var 18 ára gomul
ANNIKA KUNOY IM
16. september í 2011 ringdi Rúna
Nón Bjartalíð, sum tá júst hevði
fylt 18 ár, til Martin Kúrberg, leið
aran á Herberginum, tí hon knapp
liga kendi á sær, at nú mátti hon
fáa hjálp.
– Eg ringdi til Martin, og tað
fyrsta hann segði var, »tær havi eg
bíðað eftir leingi«. Tá knekkaði eg
og segði, at eg hevði tørv á hjálp.
»Veitst tú hvat, eg veit ikki, um eg
fái hjálpt tær«, segði hann, tí Blái
Krossur onki tilboðið hevði til
mín, sigur 24 ára gamla Rúna Nón
Bjartalíð.
Interventión
Eini tvær ella tríggjar vikur fyri,
at Rúna ringdi til Martin, høvdu
vinkonurnar havt eina inter
ventión framman fyri Rúnu og
foreldrunum, har tær løgdu seg seg
upp í misbrúkið hjá henni, og hetta
trýstið elvdi til, at hon avgjørdi at
ringja til Martin.
– Áðrenn tær løgdu seg uppí,
vistu foreldur míni bara, at eg var
í býnum av og á, og at eg roykti
sigarettir. Tey vistu ikki, at eg hevði
prøvað alt annað, og at eg javnan
roykti hassj. Tey vórðu skelkað, tá
vinkonurnar hjá mær knappliga
komu á vitjan, og søgdu teimum
alt, sigur hon
Tað vóru ikki bara foreldrini,
ið vórðu skelkað, men tað varð
Rúna sanniliga eisini. Hon greiðir
frá, at hon ikki hevði væntað, at
vinkonurnar fóru at taka eina
so stóra avgerð uttan ávaring.
Vinkonurnar høvdu onkuntíð
havt rúsevnismisnýtsluna á orði,
men tær høvdu ongantíð tosað
við Rúnu um, at hon hevði ein
veruligan trupulleika.
– Tað kom so knappliga, at tær
søgdu foreldrunum alt, men tann
vinkonan, sum eg kendi meg best
saman við, hevði ongantíð sagt
nakað. Hon var tá komin burtur
úr síni rúsevnismisnýtslu, og vildi
hava meg við sær, sigur Rúna Nón
Bjartalíð.
– Hóast tað var ein sera dapur
og keðiligur stemningur heima
hjá okkum eftir ta samrøðuna, so
var tað at lætti sjálv at sleppa at
fortelja foreldrum mínum, at eg
roykti hassj hvønn dag og viðhvørt
tók onnur rúsevni. Hóast tað var
ein torfør løta, so skilji eg væl, at
tað óivað ikki kundi gerast á annan
hátt, sigur Rúna Nón Bjartalíð.
Á Blákrossheimið
Rúna var stutt undan byrjað á HT
á Tekniska Skúla, og hevði spurt
læraran, um hon kundi fara á
vesið, var so farin úr tímanum og
út í gongina at ringja til Martin
Kúrberg. Eftir samrøðuna við hann,
fór hon inn aftur í skúlastovuna og
setti seg.
– So ringdi telefonin aftur, og eg
spurdi, um eg kundi taka hana. Tað
var Martin, sum ringdi og bað meg
koma til Havnar mánadagin. Hetta
var fríggjadag, sigur hon.
Hon ringdi síðani til pápa sín og
bað hann koma eftir sær, tí hon var
givin í skúlanum, og hon skuldi á
Blákrossheimið.
– Hann bað meg fara at pakka
skúlataskuna, tí hann var á veg
eftir mær, sigur hon.
Saman við gomlum
alkoholikarum
Rúna kendi Martin Kúrberg, tí
hann hevði verið í Klaksvík og
tosað við tey ungu í hennara vina
skara um rúsevni. Hon visti, at
hann kendi til ung og misnýtslu,
og at hann brendi fyri at hjálpa
ungum í slíkum støðum. Tá Martin
hevði sagt henni í telefonini, at
hann ikki var vísir í, um hann fekk
hjálpt henni, so var tað ikki tí, at
hann ikki vildi hava Rúnu inn á
heimið, men tí hann ikki visti, hvat
hann fekk bjóðað henni.
– Eg visti ongan útveg úr tí, sum
eg var í, men eg visti, at Martin
hjálpti ungum fólki og at summi av
teimum nú vóru rúsfrí. Eisini var
ein vinmaður mín, sum var nøkur
ár eldri enn eg, á Blákrossheiminum
fyri rúsevnismisnýtslu júst tá, og
Martin visti, at vit kendust, sigur
hon.
Rúna er glað, orkufull og fyri
komandi, og hon kendi seg skjótt
væl á heiminum, hóast málbólkurin
og tørvurin hini á heiminum høvdu
als ikki samsvaraði við hennara
tørv.
– Eg varð væl móttikin, tá eg
kom inn, og eg bleiv skjótt væl
við øll hini, sum vóru har, sigur
hon, og sipar til eldri kvinnur og
menn, sum serliga stríðast við rús
drekkamisnýtslu.
– Hóast mær dámdi at vera har,
so tyktist tað sum vistu tey ikki,
hvat tey skuldu gera við meg. Eg
var til bólkasamrøður, har tosað
varð um rúsdrekka og trongdina at
drekka. Eg hevði ongar abstinensir;
hvørki av rúsdrekka ella av
TAÐ ER EIN OR
Martin Kúrberg:
Mugu
samstarva
um at hjálpa
– Øll royna at sløkkja eldar, men vit kunnu
samstarva og taka hond um trupulleikan,
sigur Martin Kúrberg, sum hevur arbeitt
við rúsevnismisnýtslu í nærum 18 ár.
ANNIKA KUNOY IM
H
ann saknar eitt gott samstarv millum skúlar og
stovnar, og heitir á mynduleikar um at taka stýring
á økinum. Neyðugt er, at meta og eftirmeta ta
viðgerðina, ið verður bjóðað, heldur hann.
– Samfelagið skuldi verið meir samskipað, og stovnarnir
arbeitt betri saman, segði Martin Kúrberg í samrøðu við
Kringvarpið mikudagin.
Hann heldur, at tá heilt ung verða ávirkaði av rúsevnum, so
er tað ein orsøk til tað, og hond skal takast um tey skjótast til
ber.
– Tá børn og ung rúsa seg, so er tað eitt tekin um, at nógv
annað er galið. Tey verða ikki sædd, rúsevni verður ein linni
og skjótt er at gerast bundin.
Hann heldur, at tað er ein trupulleiki, at tað er lítil stýring
av viðgerð til ung í Føroyum og at samstarvið millum stovnar
er ikki nøktandi, tá øll royna sítt besta í hvør sínum lag.
– Hesi ungu ganga jú í skúla, og tey byrja at skilja seg út
millum javnaldrarnar, og so skjótt sum hetta hendir, skal hond
takast um tey, og tey skulu fáa viðgerð, sigur hann.
Martin Kúrberg greiðir frá, at nógv at børnunum, ið byrja at
rúsa seg eru børn hjá fráskildum foreldrum, og at hetta burdi
verði kannað nærri.
Hann heldur, at tað er ein øgiligur hvøkkur hjá einum ungum
menniskja, tá heimið verður upployst, og barnið sær at hini
eydnast, men tað miseydnast. Síðani kemur kenslan av ikki at
vera nóg góður, og skilja seg burturúr, og tað er tá barnið fær
aðrar vinir.
– Hví savna vit okkum um tey vaksnu í einum hjúnaskilnaði,
og børnini verða goymd, spyr hann, og leggur afturat, at tá vit
gera tað, fáa vit trupulleikar, sum vit mugu taka upp seinni.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Eg havi fleiri
ferðir fingið at
vita, at tað er
ein orsøk til, at
eg royki hassj,
og hana fann
eg fram til, tá
eg seinni fekk
staðfest ADHD.
Diagnosan
var sum ein
opinbering, og
knappliga fall
fimmoyrað, og
eg skilti betur,
hví eg síðani eg
var smágenta
hevði havt so
nógv órógv á
mær, verið so
ófriðarlig og
gjørt ónáðir«