hósdagur 28. september 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBR 2017
SOSIALURIN 113
11
rúsevnum, sum eg nýtti hvønn dag,
sigur hon.
– Eg varð móttikin við upplýsing
um, at tey ikki vistu, um tey fingu
hjálpt mær. Seinni fekk eg at vita,
at var vinmaður mín ikki longu har,
so høvdu tey ikki tikið meg inn. Eg
havi Martini at takka, at eg slapp
í viðgerð, tí hann visti, at tóku tey
meg ikki inn, so hevði tað kunnað
endað heilt galið, sigur hon.
Hon greiðir frá, at starvsfólkið á
Blákrossheiminum eru ómetaliga
dugnalig og hava drúgvar royndir
við at hjálpa menniskjum við rús
drekka trupulleikum, men tað
hevði hon ikki, og tí passaði hon
ikki í ta viðgerðina, ið varð bjóðað.
Hon heldur tó, at uppihaldið á
Blákrossheiminum var ein tann
besta avgerðin, sum hon hevur tikið.
– Eg fekk eitt gott forhold til
Martin Kúrberg, tí hann skilur
rúsevnis- og hassjmisnýtlsu. Frá
honum lærdi eg um misbrúkið og
mátan eg sá meg sjálva. Sjálvsviriði
vaks munandi, ímeðan eg var har,
staðfestir Rúna Nón Bjartalíð.
– Martin segði ofta, at handan
hvønn misnýtara er ein søga, og eg
leitaði eftir míni søgu í langa tíð. Eg
ivaðist til tíðir í, um okkurt mundi
vera hent mær, sum eg ikki mintist,
men tað var tað ikki, sigur hon.
Rúna hevur ADHD
Tað var eisini á Blákrossheimium,
at hon skilti, at tað var ein orsøk til
misnýtsluna.
– Eg havi fleiri ferðir fingið at
vita, at tað er ein orsøk til, at eg
royki hassj, og hana fann eg fram
til, tá eg seinni fekk staðfest ADHD.
Diagnosan var sum ein opinbering,
og knappliga fall fimmoyrað, og
eg skilti betur, hví eg síðani eg var
smágenta hevði havt so nógv órógv
á mær, verið so ófriðarlig og gjørt
ónáðir, sigur hon.
Byrjanin til trupulleikarnar
Bíðitíðin var drúgv, tí Rúna fór til
lækna og varð send til víðari kann
ingar, men bíðaði trý ár áðrenn
hon slapp framat og endiliga fekk
staðfest ADHD í november í 2015.
Summarið fyri var hon byrjað
á HF og skuldi tá skriva eina stóra
uppgávu. Hon valdi at skriva um
ADHD fyri at seta seg inn í evnið.
– Tað var sum at lesa um mína
egnu lívssøgu, sigur hon.
– Eg kundi verði loftað áðrenn,
um eg hevði fingið diagnosuna
fyrr, sigur hon, og greiðir frá, at tað
altíð hevur kenst sum ongin vildi
trúgva henni, tá hon greiddi frá um
órógvið innaní.
Diagnosan gjørdi, at Rúna
skilti, hví hon altíð hevði havt
óróð í kroppinum, tørv á at reisa
seg og ganga, og ofta var til ampa
fyri onnur í skúlanum og ikki fekk
sovið um náttina. Hon fekk heili
vág fyri ADHD frá læknanum, men
hjáárini vóru ikki til at liva við, tí
hon kendi als ikki seg sjálva aftur,
gloymdi at eta og drekka og fór
aftur í vekt. Hon valdi tí at gevast
við heilivágnum og halda áfram við
at roykja hassj, so hon fekk sovið
um náttina.
– Eg fekk fleiri ferðir at vita, at
tað er í lagið, at eg ikki taki heili
vágin, tí eg sjálvmedisineri við
hassji, staðfestir hon, og leggur
afturat, at hon veit, at tað er ólógligt.
– Orsakað av diagnosuni eri eg
altíð í gongd, og eg verði nærum
ongantíð móð. Tað er sum havi eg
ein eyka motor, sum koyrir alla
tíðina. Eisini tá eg sovi. Eg fái bara
slappað av og sovið, tá eg eri skeiv.
Tað er, sum er kroppurin í ójavnvág
orsakað av ADHD, og tá eg royki,
kemur javnvág í, sigur hon.
– Eg passi mítt misbrúk, og eg
hevði ikki funnið uppá at roykt,
áðrenn eg fór til arbeiðis, leggur
hon afturat.
– Eg kundi hugsað mær at lagt
av at roykja hassj, men so má eg fáa
eitt alternativ, staðfestir Rúna Nón
Bjartalíð.
Tørvur á relevantari
viðgerð
Rúna er glað at hoyra at Blái Kross
ur nú fer undir at bjóða ungum úr
15 til 18 ár ambulanta viðgerð, tí
tørvurin er stórur.
Hon greiðir frá, at tey ungu
mugu loftast og fáa hjálp í góðari
tíð, so søgurnar um tey ungu, ið
vóru bundin av rúsandi evnum, men
síðani fingu hjálp, eisini koma út.
– Vit hoyra næstan bara søgur
um gamlar alkoholikarar, sum
verða avrúsaðir, og tað er syrgiligt,
at tað skulu fara so nógv ár til
spillis, áðrenn fólk fáa hjálp, sigur
hon.
– Tað er umráðandi, at børn og
ung fáa røttu viðgerð og ikki bert
verða avrúsaði. Tað má kannast,
hví tey eru bundin at rúsdrekka
ella rúsevnum, tí tað er altíð ein
orsøk, sigur hon.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
RSØK TIL MISNÝTSLUNA