hósdagur 28. september 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
12
Tey sum arbeiða við ungum skríggja eftir einum tilboði sum hesum, tí í Føroyum eru nógv heilt ung,
sum verða slept uppá fjall og onga hjálp fáa, sigur Leivur á Lakjuni, sálarviðgerði á Bláa Krossi
um nýggju rúsevnisviðgerðina, ið Blái Krossur fer at bjóða teimum ungu, ið eru frá 15-18 ár.
ANNIKA KUNOY IM¡
Viðgerðinar, ið Blái Krossur vanliga
bjóðar, eru ætlaðar vaksnum yvir
18 ár. Hetta, at bjóða viðgerð til ung
undir 18 ár er nýtt, og er ongantíð
roynt í Føroyum fyrr. Leivur á
Lakjuni sigur, at nógv av teimum,
ið hava fingið viðgerð á Bláa Krossi
greiða frá lívsleið síni og siga, at tey
byrjaðu at rúsa seg sum 10-12 ára
gomul.
Í veruleikanum er tørvur á
viðgerð til børn og ung, ið eru undir
15 ár, men lógarmessiga er tað ikki
líka lætt at seta á stovn, tá talan er
um børn undir 15 ár.
– Fáa vit tó fyrispurning frá
onkrum, sum er undir 15 ár, so
siga vit ikki nei av teirri orsøk,
staðfestir hann.
Á Bláa Krossi fyrireika tey
nú nýggja ambulanta ungdóms
tilboðið, og ætlanin er, at fyrsta
skeiðið byrjar um ein góðan mánað.
Tveir nýggir sálarfrøðingar eru
settir í starv, sum skulu arbeiða við
teimum ungu og foreldrum teirra.
Hann greiðir frá, at Blái Krossur
longu hevur fingið onkran fyri
spurning, og at áhugi er fyri
ungdómsviðgerðini, tey nevna
DAT-UNG, sum stendur fyri
dialektisk atferðar terapi. Hetta
er ein viðurkendur og vísindaliga
grundaður sálarfrøðiligur við
gerðarháttur, sum psykiatriski
depilin millum annað eisini brúkar
í arbeiðinum har.
Blái Krossur hevur verið í
samband við bæði barnaverndina
og aðrar stovnar, ið gera ung
dómsarbeiði, og tað er heilt víst, at
tørvurin fyri hesum er í føroyska
samfelagnum.
– Ofta halda tey ungu tó ikki,
at tey hava ein trupulleika, og ein
rúsevnistrupulleiki hjá einum
ungum fólki er eisini ofta ein
ábending um aðrar størri trupul
leikar, sigur hann.
Tá Leivur á Lakjuni verður biðin
um at definera rúsevnismisnýtslu
hjá ungdómi, so greiðir hann
frá, at tað ikki altið snýr seg um
mongdirnar av rúsevni men um,
hvussu rúsevnisnýtslan ávirkar
brúkaran og tey, ið eru rundan um.
– Tað hjálpir ikki at spyrja,
hvussu nógvar øl ein drekkur,
ella hvussu nógv hassj ein roykir.
Betur er at spyrja, hvussu rús
evnini verða nýtt, um tey verða
nýtt til kensluregulering ella
sjálvsmedisinering og hvussu tey
ávirka teg og tíni nærmastu, sigur
Leivur á Lakjuni.
Hann heldur, at tað er umráðandi
at taka rúsevnismisnýtslu hjá
teimum ungu í álvara, og greiðir
frá, at foreldur og avvarðandi ofta
ikki leggja upp í rúsevnisnýtsluna
hjá teimum ungu, tí tey eru bangin
fyri at stoyta tey burtur, um for
holdið millum partarnar longu er
viðkvæmt.
– Men so verður man ein
stuðlandi partur av misnýtsluni,
sta ðfestir hann.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Nú sleppa ung ið misnýta
rúsevni í viðgerð
UNG OG RÚSEVNI
– Børn og ung hava brúk fyri meir enn ambulantari
viðgerð, tí tað er torført, at fáa ungdómar at síggja, at
tey hava eitt rúsproblem og at skilja, hvat tað kann leiða
til, heldur Hildur Hermansen, leiðari á Barnaheiminum
ANNIKA KUNOY IM
– Vit hava eisini tær royndirnar
og ta vitanina, at tað er børn í
samfelag okkara, sum hava tørv
á rúsevnisviðgerð, sigur Hildur
Hermansen, leiðari á Barnaheim
inum.
Hon fegnast um tilboðið, ið Blái
Krossur nú fer at bjóða ungum úr
15 til 18 ár, tí onki annað tilboð til
ung við rúsevnistrupulleikum er í
landunum. Hon heldur tó, at meiri
átti at verði gjørt við júst hendan
trupulleikan frá landsins síðu, og
møguliga átti heilsumálaráðið at
havt ein stovn undir sær, ið veitti
ungum og børnum við slíkum
trupulleikum hjálpina, tey hava
fyri neyðini.
Rúsevnisviðgerðin til børn og
ung, ið Blái Krossur nú fer undir
at bjóða er ambulent, og Hildur
Hermansen heldur, at ung við
rúsevniðtrupulleikum í Føroyum
hava tørv á einum størri inntrivi
og at verða tikin úr destruktiva
umhvørvinum, tey eru í.
– Børn og ung hava brúk fyri
meir enn ambulantari viðgerð, tí
tað er torført, at fáa ungdómar at
síggja, at tey hava eitt rúsproblem
og at skilja, hvat tað kann leiða til,
sigur hon.
Hon leggur afturat, at hon
heldur, at Blái Krossur er á rættari
leið, men at hon hevur ynski um
størri avrúsingartilboð til tey helt
ungu.
Ongi føroysk tøl eru fyri, hvussu
nógv børn og ung í Føroyum hava
rúsevnistrupulleikar og tørv á
viðgerð, men tey tað er ongin ivi
um, at tørvurin er har, heldur hon.
Tað er umráðandi, at børn og
heilt ung, ið eru bundin at ella nýta
rúsevni fáa ta hjálp, teimum tørvar.
Hildur Hermansen sigur, at tey eru
ikki mong í tali, men at tað millum
annað ikki er óvanligt at síggja
ávirkaði børn í býnum fríggja- og
leygarkvøld.
Tað eru aloftast umstøðurnar,
ið gera at rúsevnisnýtsla verður
ein trupulleiki, og tá børn nýta
rúsevni, er tað eitt sólarklárt tekin
um, at okkurt álvarsligt er áfatt,
sigur hon.
– Talan er ikki um børn, sum
hava tryggar umstøður. Ofta eru
tað børn, ið ganga fyri seg sjálvi
ella børn, ið eru harðskapsrakt,
sigur hon.
– Hetta síggja Náttarravnarnir
javnan, staðfestir hon, og leggur
aftuat, at tá ein sær rúsaði børn, so
eigur man at boða frá við tað sama.
– Man burdi kunnað farið til
familjuna beinanvegin og spurt,
hvat hetta er fyri nakað. Tað
skal eitt inntriv til við tað sama,
so barnið ikki verður tengt at
rúsevnum, sigur hon
– Sær man eitt 12 ára gamalt
barn, sum hevur drukkið, so hevur
man fráboðanarskyldu. Eitt rúsað
barn er eitt sera álvarsligt tekin, og
eg haldi at fleiri skilja ikki, hvussu
álvarsligt tað veruliga er, leggur
hon afturat.
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Brúk fyri meir enn
ambulantari viðgerð