hósdagur 28. september 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
15
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
Orðadrátturin millum Taks stjóran
og Kringvarpið hevur verið hart
sein astu dagarnar, nú Taks stjórin
hev ur verið gestur í D&V stovuni
um nógv umrøddu kanningina hjá
Bárði Larsen.
Ivaleyst eru tey mong, sum als
ikki tíma at leggja oyra til meira
kjak um skattamálið, men tað
hevur týdning at viðgerða tað, sum
skattgjaldarin hevur rind að nógv-
ar pengar fyri at fáa gjørt – nevni-
liga kanningina hjá Bárði Lar sen.
Og samstundis er av al stór um
týdningi, at Føroya fólk hev ur álit á
skattavaldinum. Tí enn eina gjøgn-
um gongd her um skatta mál ið.
Brævið frá Taks til Eik
Tað er fallið mongum fyri brostið, at
Eyð un Mørkøre og Vágaportalurin
vístu til hin partin av brævinum,
sum Taks sendi til Eik 30. juni 2015,
sum Eyðun Mørkøre metir hava
al stóran týdning í málinum. Tað
bræv ið, har Taks segði nei til at
draga tapið frá í einum høggi, og ja
til at viðgerða málið sum goodwill.
Og tað brævið er endurgivið her:
“Taks hevur síðani viðgjørt
spurn ingin, og niðurstøðan er, at
út reiðsl urnar skulu viðgerðast
sum skattligt good-will. (.....)
Við ein um skattskyldugum
handli av ognum og skyldum
frá einum pen inga stovni í somu
støðu sum gamli Eik banki var
í, er keyps summ ur in virðið av
teimum skyld um, sum tann
yvir takandi pen inga stovnurin
yvir tekur. Við yvirtøku av einum
undir balanca er hesin eis ini
part ur av yvir tøk uni, og skal
for deil ast. Hetta er grund að
á, at Danska Skatta mála ráð ið
hevur út tal að, at und ir balancan
er gjald fyri kunda skaran hjá
tí neyðlíðandi bank anum, og
tí kann metast sum gjald fyri
good-will knýtt at teimum
yv ir tiknu engagementunum.
Und ir balancan skal sum nevnt
við víkja virksemi í landinum.
Ein skattlig undirbalanca er ikki
tað sama sum ein rokniskaparlig
und ir balanca. Í Føroyum er eing-
in virð is ásetingarnevnd, sum
tað er í Dan mark, ið kann verða
til hjálp. Tað er tí neyðugt, at Eik
Banki sjálvur upp ger skattligt
good-will, sum kann avskrivast
yvir 10 ár. Tá Eik Banki hevur
gjørt skattliga virðið av good-
will upp, kann Taks loyva, at
hetta verður avskrivað við 1/10
part frá og við 2011.”
Niðurstøðan – Ja, tað stendur, at
Taks “kann” loyva good-will upp-
gerðini.
Undanførsla
Tað, sum síðani hevur týdning, er
gongd in frá 30. juni 2015 og fram til
februar 2017.
Tí eftir hetta skrivið frá Taks til
Eik, svarar Eik aftur, at tey rætta
sjálvuppgávurnar, og bókføra 1/10
part av upphæddini í hvørt árið frá
2011. Um Taks hevur viðmerkingar
til Eik, so er at venda aftur. Og tað
gjørdu tey ikki fyrr enn í 2016.
So statt visti Taks beinan vegin,
hvussu Eik skilti støðuna.
Eyðun Mørkøre vísir tó her á, at
Taks fær áleið 3500 sjálvuppgávur
inn upp á hetta tíðspunktið, og tí
er vón leyst at svara øllum beinan
veg in. Og tað er væl skilligt.
Men um ársskiftið 2015/2016
hendir nakað, sum fær argu men-
ta ti ónina hjá Taks stjór an um at
síggja ivasama út í besta føri.
Fyrst av øllum hendir tað, at
Spekt noktar at skriva undir rokni-
skapin hjá Eik orsaka av hesum
good-will frá drátt in um. Jørn
Astrup Han sen, nevnd arlimur í
bank an um tá, fer úr nevndini.
Fíggj ar ligt Støðufesti sendir eitt
skriv til Fíggjarmálaráðið og biðir
tey fara inn í málið, tí hetta kann
ikki vera rætt. Eik banki vendir
sær aftur til Taks og spyr, hvussu
tey nú skulu fyrihalda seg, tí hóast
skatta valdið hevur sagt gott fyri
good will frádráttinum, so vil Spekt
ikki skrivað undir rokniskapin utt-
an átekning.
Also eru allir partarnir í mál-
in um – um enn ósamdir um nógv
– samd ur um, at Eik fekk játtað
good-will á knappar 500 milliónir
krón ur frá Taks á sumri 2015.
Taks upplýsir ikki her – hvørki
fyri pørt unum í málinum ella fyri
miðl un um, tá ið vit spyrja – at øll
støð an er misskilt. At Taks ong-
an tíð hevur sagt, at talan er um
goodwill frádrátt á knappar 500
milli ón ir. Tað sigur Taks ongantíð
– fyrr enn í februar 2017. Also meira
enn eitt heilt ár eftir, at allir hesir
om an fyrinevndu partar fóru aftur
til skatta valdið orsaka av ósemju
um rætt in til játtaða frádráttin.
Eitt er, at Taks ikki sigur nakað
um, at øll hava misskilt støðuna.
Taks stjórin, Eyðun Mørkøre, sigur
í fleiri umførum við miðlarnar júst
tað øvugta. At Taks mátti taka mál-
ið uppaftur til nýggja viðgerð.
Bárður Larsen er greiður
Bráðfeingisstjórin hjá Taks, sum
varð settur av Kristinu Háfoss at
kanna skattamálið, er komin til
eina aðra niðurstøðu enn hana,
sum Eyðun Mørkøre nú vísir á.
Tí meðan Eyðun Mørkøre heldur,
at brævið frá sumrið 2015, sum
er partvíst endurgivið omanfyri,
ikki er nøkur endalig støðutakan,
so heldur Bárður Larsen nakað
ann að.
“Taks vendir ikki aftir til málið
fyrr enn tíðliga í 2016, eftir at
Jørn Astrup Hansen sum kunn-
ugt sigur seg úr nevndini hjá Eik
og kunnar mynd ugleikarnar um
sína støðu. Onki bendir sostatt
á, at stigið til upp aft urtøku
stavar frá øðrum enn kreftum
uttanhýsis í mun til Taks.
Hetta gevur mest natúrliga
ta fat an, at avgerðin hjá Taks
30. juni 2015 var ætlað at vera
endalig. (..) Eik hevði jú gjørt
upp tað good-will, sum teir vóru
bidnir um, og Taks gjørdi ikki
viðmerkingar til upp gerð ina,
men lat Eik hava ta fatan, at
hetta var endalig avgreiðsla av
mál in um”, skrivar Bárður Larsen
í frá greið ingini.
Spurdu danska
Skat um hjálp
Eitt annað, sum ger argu menta-
ti ónina heldur undrunaverdna í
hes um málinum er, at umframt,
at Taks ikki kunnaði nakran í mál-
in um um, at brævið í juni 2015 ikki
var ein endalig niðurstøðuna, so
var tað ikki fyrr enn á heysti 2016,
at Taks vendi sær til Skat við tí fyri
eyga, at sleppa undan at kolldøma
fyrru avgerðina.
Í frágreiðingini hjá Bárði Lar-
sen kemur fram, at Taks vil sleppa
undan at royna málið eft ir §25 í
lógini um Toll- og Skatta fyri sit ing,
sum snýr seg um skatt gjald ar ar,
sum antin tilvitað ella av grov um
ósketni hava villeitt skatta mynd-
ug leikan.
Hetta hevði viðført, at so mátti
Taks meldað málið til fútan, men
tað tóktist Taks ikki sinnað at gera
– í øllum førum út frá bræva sam-
skift inum við Skat.
Samskiftið við Skat gevur eisini
eina fatan av, at eisini Skat hevði
fat an ina, at Taks í 2015 hevði játtað
Eik at draga knappar 500 millionir
krón ur frá sum goodwill.
“Samlet set mener jeg ikke, at
man behøver at tilbagekalde
den udsendte afgørelse, hvor
de om hand lede 477 milllioner
kroner skatte mæssigt
omkvalificeres fra drifts udgifter
til skattemæssigt goodwill.
SKAT, 2. august 2016.”
Hví hevur tað týdning?
Um Eyðun Mørkøre hevur rætt
í sínari nýggjastu útlegging av
málinum er viðkomandi av fleiri
orsøkum. Tað eina er, at tað hevur
týdning, at føroyski skattgjaldarin
hevur álit á, at øll eru líka fyri
lógini – eisini stórir bank ar. Eitt
annað er, at um Bárð ur Larsen
hevur rætt í sínari tulk ing av
málinum, og partarnir í mál inum
(Eik, TF Holding, Spekt, Fíggj ar ligt
Støðufesti, Jørn Astrup Han sen)
hava rætt í, at tað Taks blá stempl-
aði goodwill frádráttin á sumri
2015, so er tað ein álvarslig støða,
at skattavaldið mundið góðkent
90 milliónir í frádrátti, sum teir
seinnu komu eftir, ikki vóru í lagi.
Tað hevur eisini týdning fyri
politi málið, sum nú skal gera av,
um Eik skal í rættin fyri at royna
at sleppa undan at rinda skatt.
Tí spurn ingurin er – kann man
royna eitt mál í rættinum, um
tann sum meldar ikki kennir seg
krenk aðan á nakran hátt? Og hví
er tað, at Taks-stjórin broytir sína
frá greiðing meira enn eitt ár eftir,
at tað er greitt fyri skattavaldinum,
hvussu partarnir í málinum síggja
støð una?
Hví vil man sleppa undan at
royna eitt mál í rættinum?
Taks stjórin kennir seg illa viðfarnarn av miðlunum, hóast tað er púra greitt, at allir aðrir partar í málinum hava skilt støðuna
øðrvísi enn Eyðun Mørkøre. Í so máta er nærliggjandi at halda, at Taks stjórin vildi fyrihildið seg til atfinningarnar í kanningini
hjá Bárði Larsen, men tvørturímóti metir Mørkøre, at eitt bræv sent 30. juni 2015 liggur til grund fyri, at Taks hevur heilgarderað
seg í málinum um tær knøppu 100 milliónirnar, sum landskassin mundið mist. Her er ein gjøgnumgongd av viðgerðini hjá Taks
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
Tann undunarverda argumentatiónin:
BRÆVIÐ, SUM ALLIR
PARTAR MISSKILTU?
SKATTAMÁLIÐ