hósdagur 28. september 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
14
BRÚDLEYP
FRÁ HEIMASÍÐUNI
BRUDLEYP.FO
LES ALT UM BRÚDLEYP Í FØROYUM Á IN.FO!
SKRIVAÐ: EMMA PETERSEN
Miriam Thomsen er 25 ár, ættað úr
Fuglafirði og lesur hon til lærara á
2.árið á Fróðskaparsetrið Føroya.
Afturat lesnaðinum starvast hon í
Vælveru Fitness í Saltangará. Búgvi
Hentze Thomsen er somuleiðis 25 ár,
ættaður úr Saltangará og arbeiðir hjá
Føroya Tele sum kundaráðgevi. Hann er
frammanundan útbúgvin krambakallur
og hevur ætlanir um at útbúgva seg
víðari innan arbeiðsøki. Saman búgva
tey í Rituvík, og hava tey búð har síðani
2015.
Búgvi greiðir frá:
Vit hava verið par síðani vit vóru 16 ára
gomul og hava altíð vitað, at tað skuldi
verða vit í allar ævir. Síðani vit fluttu
saman, byrjaðu vit at hugsa meir og meir
um at gifta okkum. Nógv taka eina felags
avgerð um hetta, men so var ikki hjá
okkum.
Eg hevði spælt mær við tankan um at
spyrja Miriam, um hon vildi verða kona
mín í eina tíð og hvussu eg skuldi gera.
Eg visti ikki hvørja stødd ringurin skuldi
vera, so tá Miriam ein dagin hevði lagt
ein ring frá sær, sum hon hevði fingið
frá mær, tá hon var 17 ár, var eg skjótur
á staðið at taka hann. Hon gekk altíð
við hesum ringinum og hevði sera ringa
samvitsku við, at ringurin nú var horvin
og tordi ikki at fortelja tað fyri mær.
Eftir at hava gingið við ringari samvitsku
í nakrar mánaðir, mátti hon fortelja tað
fyri mær og var tað við sorgblídni. Eg
visti jú væl, at hann var vekk, tí eg hevði
jú tikið hann, so svarið frá mær, var ikki
meir enn “áh?”.
Ætlanin hjá mær var at fara á knæ
nýggjársaftan kl 00:00, tí Miriam ikki
plagar at lata so væl at nýggjárinum og
ætlaði eg, at broyta hennara hugburð
til ta betra. Eg hevði ætlanir, um, at vit
bæði skuldu vera saman við vinfólkum
í Runavík, tí Miriam helt, at tað var so
hugnaligt og stuttligt, um man var nógv
savnaði saman hetta kvøldið. Tvørari
enn so, so vildi Miriam sleppa til eina
vinkonu í Fuglafirði, og eg so koyrdi
hana inn. Eg leyg fyri henni og segði, at
eg fór til Runavíkar til vinfólkini, men
fór eg oman til verfaðir at spyrja hann
um vælsignilsi. Beint áðrenn midnátt
fór eg aftur til, har sum Miriam var, og í
mínum fínasta stási klokkan 00:00 fekk
eg mítt JA!
Miriam greiðir frá:
Datoið fyri brúdleypsdagin hjá okkum,
sum var 16/07-16, hevur stóran týdning
fyri okkum. “16”, er tí at vit vóru 16 ár
tá vit møttust, “07”, tí vit høvdu verið
saman í 7 ár, tá vit giftust og “16”, tí vit
valdu at geva hvørjum øðrum okkara ja
í 2016.
Nakrar dagar frammanundan hevði
eg fingið gjørt neglirnar hjá Mirjam, sum
arbeiðir í Stjørnuskotinum. Eg skuldi
møta á Salong Haldu í Gøtu klokkan
06:30, har Halda Johannessen skuldi
gera bæði hárið og sminkuna hjá mær.
Búgvi slapp harafturímóti at sova leingi,
og var hann ikki uppi fyrr enn klokkan
nærkaðist 11:00. Hann skuldi til Salong
Liss, har Sonja skuldi seta hárið hjá
honum. Vígslan skuldi vera í Rituvíkar
kirkju og skuldi hon byrja klokkan 13:00,
har Ovi Brim próstur skuldi víga okkum.
Tá klokkan nærkaðist 12:00, var eg enn
ikki klár. Kjólin var sjálvandi heima hjá
foreldrum mínum í Fuglafirði og máttu
vit tískil øll fara til Fuglafjarðar, áðrenn
leiðin gekk til Rituvíkar, tí tey máttu
hjálpa mær í kjólan. Eg hevði eitt ynski
um at keypa ein brúðarkjóla, men eftir
at hava verið ein túr inni í Brúðarlín,
var eingin ivi um, at eg skuldi hava ein
har frá, og skuldi hann verða leigaður.
Tilhoyrandi skógvar og slør, hevði eg
frammanundan keypt á netinum. Búgvi
var í føroyskum búnaða, við hvítum vesti
og hosum. Eftir at enduliga vera komin
í brúðarkjólan, gekk leiðin í brúðarbilin,
sum skuldi leiða meg til vígsluna. Besti
vinmaður mín koyrdi brúðarbilin og tað
eri eg sera glað fyri. Eg haldi tað er sera
umráðandi at hava í huga, at brúðurin
skal føla seg trygga og róliga við honum,
sum koyrir, og tað gjørdi eg sannuliga.
Eftir vígsluna valdu vit at fáa myndir
tiknar bæði inni í kirkjuni og eisini úti.
Vit vóru sera heldig, at veðrið var við
okkum, so at tær flestu myndirnar vórðu
sjálvandi tiknar úti av Andra Gerðisá.
Veitslan, sum varð hildin í Bygdar hús-
inum í Leirvík, fara vit ongantíð at
gloyma og halda vit sjálvi, at tað var eitt
tað besta borðhaldið, vit nakrantíð hava
verið til. Vit vildu hava eitt siðbundið
brúd leyp, saman við okkara nærmastu
og tískil var tað eitt brúdleyp fyri inn-
bodnum, har vit høvdu 100 gestir og
aldurs markið var 14 ár. Vit fingu rækju
coctail sum forætt og lambskjøt við
til hoyri sum høvuðsrætt. Vit valdu dess-
ertina frá, tí stórt køkuborð skuldi vera
eftir borðhaldið og dansin. Ístaðin høvdu
vit gávueskjur standandi á borðinum
til hvønn einstakan gest við ymiskum
góðum í. Búgvi er so heldigur, at hann
hevur so góðar vinmenn, sum komu við
stuttligum innsløgum og familjan hjá
mær hevði yrkt 2 sangir og eisini skipað
fyri øðrum undirhaldi. Gestirnir settu
eisini sín serliga dám á veitsluna, við at
vera so við uppá tað og syngja deiliga
hart við. Vit halda at tá man hevur eitt
so lítið og nærverandi brúdleyp sum vit
høvdu, so er hetta júst tað sum hendur, tí
øll kenna hvønn annan.
Meðan tað varð ruddað av frá borð -
hal d in um, slapp eg at dansa brúð ar vals-
in við manni mínum í dansisalinum. Eftir
hetta, sungu systir mín og vin mað ur
hennara eitt so vakurt lag, har eg dansaði
við pápa mínum og Búgvi dans aði við
mammu sínari. Vit rundaðu sam an-
sjóðingina av, við at syngja eitt bygdar-
kegl, sum forelduri míni høvdu yrkt
og eru vit bæði samd í, at øll brúd leyp
skuldu havt hetta. Køkuborð við brúð ar-
køku frá Køku-design v/Ildiko Johansen
og øðrum køkum varð gjørt klárt og
tón leikur varð settur frá í dansisalinum
til tey, ið høvdu hug at dansa víðari. Vit
vóru sera glað fyri allan dagin sum hann
var og er hann ógloymandi fyri okkara
við komandi. Tað sum vit halda er so
deiligt við Bygdarhúsinum í Leirvík er, at
hús, kokkur og servitrisur eru íroknaði í
prís inum pr. kuvert!
Av tí, at brúdleypið var so lítið og
avmarkað, so høvdu vit brúðarhús dagin
eftir, har øll vóru hjartaliga vælkomin at
heilsa upp á.
Saman høvdu vit ikki ferðast longri enn
til Danmarkar, so hetta var eitt ynski,
sum lá frammaliga í planunum. Vit
ynsktu ikki at nýta alt ov nógvan pening,
so leiðin gekk til Tenerife í 14 dagar, har
vit steðgaðu eina nátt í Danmark báðar
vegir. Fyri okkum var tað ein fantastisk
ferð.
4
Eitt
Eitt
Ei
nýggjárs
ýggj
fríggjarí