hósdagur 28. september 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
18
Óli Jacobsen
Betesda 100 ár:
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
1.partur
T
ann 21. september
vóru 100 ár liðin, síðan
Betesda, fyrsti salurin
hjá Brøðrasamkomuni í
Klaks vík, var tikin í brúk. Vit hava
í hes um sambandi eitt sindur av
søgu aftanfyri hesa hending, sum
kom at fáa stóran týdning fyri
bygd ina og samfelagið.
Betesda er langt frá fyrsti sal-
ur hjá samkomuni. Tann fyrsti,
Slo ans salur, kom í Havn í 1879, og
Ebe nezer kom í 1905. Fyrst í øldini
kom fleiri salar um landið sum í
Pork eri í 1907 og í Hvalba í 1914.
Tað var eisini heilt tíðliga, í 1909,
at salur kom á Viðareiði, har tað
var nógv virksemi hjá Brøðrunum
fyrst í øldini.
Tað vóru Brøður, sum fluttu
av Við areiði til Klaksvíkar, sum
í fyrsta umfari tóku stig til at
byggja Betesda. Ein tann fyrsti av
teim um var Jens Klæmint Isaksen,
sum stóð fyri salinum í 1917 saman
við Jóan Jakku á Viðareiði og Niels
Holm í Havn. Síðan tá eru fleiri sal-
ar bygdir, og tann seinasti er prýði-
liga Betesda frá 2014.
Betesda er hesi árini blivin ein
stór samkoma. Tað kann eisini sig-
ast, at samkomulimir hava havt
stóra ávirkan í Klaksvík tey sein-
astu nógvu árini .
Føðingardagurin hevur verið
hild in við mongum tiltøkum, har
hugt hevur verið aftur um bak.
Hesi tiltøk halda fram í oktober.
Søg an hjá samkomuni er sjálvandi
eis ini skrivað.
Tann 22. september var eldra-
sam koma í Betesda, har hug leitt
varð um Linu og Daniel J. Dani-
el sen, kallaður Dollin. Hansara
søga frá Congo er rættiliga kend.
Men í hesi framløgu var eisini
dent ur lagdur á at lýsa Linu og
henn ara tilknýti til Norðoyggjar.
Henn ara søga er avgerandi fyri
tann týdning, sum Dollin fekk á
virksemið hjá samkomuni á Við-
ar eiði og harvið søguna um upp-
run an til Betesda.
Tað hevur eisini týdning, at
Jens Klæmint, ein tann fyrsta
ímynd in av Betesda, greiðir frá, at
hann hevði mangan møti saman
við Dollanum ymsa staðni, og ser-
liga var tað á Viðareiði.
Dollan skapti fyrst
heimssøgu
Her verður tikið nakað aftur í søg-
una hjá Dollanum í Congo. Henda
søg an er nevniliga fortreytin fyri,
at hann hitti Linu, sum uttan iva
var orsøkin fyri hansara stóra
virk semi á Viðareiði og tað, sum
stóðst av tí.
Daniel J. Danielsen var sonur
Sigr id Danielsen úr Tranti í Havn
f. 1841. Hon var fastur Victor. Teir
báð ir vóru tískil systkinabørn.
Sigrid fór 24 ára gomul til Dan-
mark ar at arbeiða í húsi. Her
gjørd ist hon ógift við barn við
“smede svend Ludvig Jørgensen”.
Í 1871 fekk hon son, sum varð
doypt ur Ludvig Daniel Jacob. Páp-
in er eisini uppkallaður, men vit
vita ikki meira um hann. Tey bæði
fara aftur til Føroya, og Sigrid gift-
ist í 1874, við einkjumanninum Ják-
up á Kamarinum. Tey fingu fleiri
børn, men bara Magnus, kend ur
millum annað sum arki tekt ur,
kom til mans.
Dollin segði um seg sjálvan, at
hann hevði verið ein íspegil, ein
for herðingur, sum barn og ungur.
Men hann var eisini ein fram-
fýs in unglingi, tí longu18 ára gam-
al fór hann til Skotland at lesa til
maskinmeistara. Tá má hann so
hava dugað enskt, sum var sjáld-
samt hjá ungum drongi tá á døg-
um.
Aftaná útbúgving fór hann út
at sigla og livdi sambært honum
sjálv um eitt vilt og ógudiligt lív.
Men á einum gatumøti í Glasgow í
1898 varð hann radikalt umvendur
og fór beinanvegin at virka fyri
eina sjómansmissión.
Hann fór á missiónsskúla, og í
1901 fór hann til Congo sum trú-
boð ari hjá Congo Balolo Mission,
sum var ein bap tista missión, ein ar
1.000 fjórðingar niðan eftir Congo-
ánni. Navnið Balolo vísir til økið,
har hann virkaði.
Tað kann skoytast uppí, at
tað finst ein annar føroyingur,
sum hevur eitt ávíst samband
við Balolo missiónina. Tað er
Jógv an við Keldu. Stovnarin av
hesi missiónina var Henry Gratt-
an Guinness. Seinni tók son ur
hansara Harry við. Henry hev ur
ein sálm í sangbókini hjá Brøðra-
samkomuni, sum byrjar so:
“Tornakrýndan trænum á”. Jógv-
an hevur gjørt lagið.
Søguliga ferðin
við Casement
Dollin var skipari og mask in meist-
ari á báti hjá missiónini, Pioneer,
sum sigldi millum støðirnar hjá
missi ónini á Congoánni. Dollin
hev ur verið ógvuliga evnaríkur, tí
áðrenn tvey ár vóru farin, kundi
hann prædika á lokala mál in um.
Eisini fekk hann um mæli sum
framúr dugnaligur mask in meist-
ari.
Men Dollin var kendur fyri at
brá ur av lyndi. Hetta skapti honum
óvin ir millum sínar egnu, og í 1902
varð hann kærdur til missiónina
fyri harðskap. Hetta endaði við, at
hann var heimkallaður til London
at svara fyri seg.
Men nú hendir nakað heilt ann-
að. Í 1903 heitir bretska stjórnin
á sín konsul í Congo, íran Roger
Case ment, um at kanna tíðindi um
yvir gang, sum myndugleikarnir
sam an við gummiídnaðinum
framdu móti teimum innføddu í
Congo.
Til hetta endamál leigaði hann
trú boð araskipið Henry Reed, so
hann lættligari kundi koma til tær
ymsu bygdirnar við Congoánna at
kanna, um nakað var í hesum tíð-
ind um.
Á veg oman eftir Congoánni á
ferð ini heim fær Dollin boð um,
at heimkallingin er afturkallað, tí
kær urnar móti honum eru kendar
ógrund aðar.
Hetta hendir samstundis, sum
Dollin hitti Casement, sum mangl-
aði ein mann at vera skipari og
meist ari.
Dollan fer nú umborð á Henry
Reed. Hann kom eisini at vera tolk-
ur og hjálparmaður hjá Casement.
Teir sigla frá juli til september
í 1903 niðan og oman eftir Congo-
ánni. Lagt verður at í ymiskum
bygd um, har viðurskiftini verða
kann að. Niðurstøðan var, at her
var talan um eitt satt ræðustýri
við grovast hugsandi yvirgangi
móti fólkinum.
Casement gav aftaná ferðina í
brævi til bretska uttanríkisráðið
Doll anum tað ummæli, at uttan
hans ara skil og dugnaskap hevði
henda ferð ikki eydnast so væl,
sum hon gjørdi. Um so ikki meira
hendi, hevði tað verið nóg mikið til
at gera Dollan søguligan.
Tað finst eitt minni um hesa
ferð ina í Føroyum. Tað er lækna-
bók in hjá Dollanum, The Colonist’s
Medi cal Handbook, sum er komin
und an kavi í bókasavninum hjá
Óla Hendrik av Fløtum, sála.
Til Bretlands við
boðskapinum
Tá ið kanningin var liðug, fór Doll-
in við fyrsta farti heim til Bret-
lands. Hann var uppsettur uppá
Vit hava eitt íkast til søguna um upprunan
til Betesda. Byrjanin var á Viðareiði
Søgan um Linu og Dollan
Tað finst vist eingin mynd av fyrsta Betesda. Henda myndin er av tí næsta, bygt í 1928.