hósdagur 28. september 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017
SOSIALURIN 113
19
at gera vart við hesi viðurskifti
í Bretlandi, soleiðis sum hann
hevði lovað fólkinum. Hann kom
til London um 12. oktober 1903.
Fyrst vildi Dollin hava sína
missi ón at gera nakað. Hann hevði
við sær sína egnu frágreiðing við
mynd um av lamløstaðum fólki,
sum hann sjálvur hevði tikið.
Men missiónin vildi einki gera,
fyrr enn Casement kom heim úr
Congo. Hon hevði ongan hug uttan
víð ari at leggja seg út við belgisku
mynd ugleikarnar, tí hetta kundi
skaða ta vælvild, sum hesir vístu
missiónsfeløgunum.
Hesum hevði Dollin ikki tol til
at bíða eftir, og hann fór sjálvur
und ir eina fyrilestrarferð, har
hann við egnum myndum, millum
ann að av fólki við avkvettum
hond um, kundi prógva tað, sum
gekk fyri seg í Congo.
Hetta vakti stóran ans millum
fólk. Ein avís í Glasgow samanbar
frá søgn ina hjá Dollanum við
kendu bókina, Onkel Toms Hytte,
sum var ein uppgerð við træla-
hald ið í USA.
Tá ið Balolo Missiónin nú sá
áhug an og øsingina millum fólk av
hes um frásagnum, fór hon eisini
und ir líknandi fyrilestrarøð uttan
at bíða eftir Casement, sum teir
høvdu samtykt.
Tá vóru eisini aðrir framm an-
und an ivandi trúboðarar, sum
fóru í part við Dollanum. Eisini
slíkir, sum høvdu verið beinleiðis
í and støðu til hann.
Fólkarørsla
Hesir fyrilestrar hjá Dollanum
vaktu framvegis stóran ans og
vóru byrjanin til eina fólkarørslu,
sum spjaddi seg um Europa og
USA, og sum í 1908 noyddi belgiska
kong in Leopold 2. at lata Congo frá
sær sum sína persónligu ogn.
Tað er eingin ivi um, at tað var
Doll in, sum byrjaði hesa gongd, og
sum tí kann sigast at vera ein part-
ur av heimssøguni.
Lina kemur inn í myndina
Fleiri av hesum fundum vóru
hildn ir í Edinburgh og eisini í sam-
kom uni Carrubbers Close, sum
hevði samband við Balolo missi-
ón ina, sum Dollin hevði virkað
fyri í Congo.
Tann 7. november 1903 var ev-
ang eliskt møti í Carrubbers Close.
Mill um luttakarnar var ein genta
úr Leith nærindis Edinburgh.
Hetta var Lina Nicolson, hvørs
for eldur vóru føroysk.
Júst hendan dagin hevði Dollin
fyri lestur um Congo í Edinburgh
og uttan iva hevur hann eisini ver-
ið á hesum møti. Lina man hava
frætt, at ein føroyingur fór at lut-
taka, og hetta hevur gjørt hana
for vitna.
Hetta endar í hvussu er við, at
tey bæði verða gift í mai 1904. Lina
kom at fáa ein týdningarmiklan
leik lut í virkinum hjá Dollanum í
Før oy um, og hon hevði eisini eina
áhuga verda søgu.
Máttu av landium fyri
at finna saman
Lina var dóttir Katrinu f. Viderø, av
Við ar eiði og Jógvan Niclassen av
Skálatoftum, sum nú er avtoftað
bygd á Borðoynni.
Fríðrik Absalonsen av Viðareiði
hev ur greitt frá, at tá ið Katrina
var ung, hevði hon fingið eyga á
henda unga drong av Skálatoftum.
For eldur hennara merktu, at tað
fór at draga saman millum hesi
bæði, men hetta dámdi teimum
als ikki.
Stættamunurin var ov stórur.
Hon var bóndadóttir í Miðstovuni,
sum var eitt valahús, stórur
bónda garður og nógv jørð. Men
hes in drongurin av Skálatoftum
hev ur helst verið nakin sum nálin.
Tað sá ikki væl út at koma saman
hjá teimum báðum.
Katrina tænti í prestagarðinum
á Viðareiði, har danin Ernst Wes-
en berg var prestur. Hann doyði
av tyfus í 1871, og nakað seinni
fór einkjan av landinum. Helst er
Katr ina farin til Danmarkar við
henni.
Nú mundu øll rokna við, at tey
vóru atskild med alla. Katrina var í
Danmark, men Jógvan lá við sama
lag í Haraldssundi og fiskaði gogg-
ur. Tað plagdu nógvir skotar at
fiska undir Føroyum, og teir komu
javnan inn at keypa agn. Jógvan
plagdi at fiska goggur til eitt av
hes um skipum. Men hann hevur
tó ikki slept Katrinu úr tonkunum.
So einaferð hesin skotski bátur
kem ur inn, sleppur Jógvan út at
fiska við teimum. Skiparin man
hava fingið tokka til hendan drong,
sum hevur verið so hentur fyri
teir við at hava útvegað teimum
neyð uga agnið. Hetta hevur verið
í 1860-árunum. Longu tá fiskaðu
bretsk skip undir Føroyum.
Tað kom at laga seg so, at
Jógvan endaði í Leith við hesum
skipi. Nú kemur samband aftur
mill um Katrinu og Jógvan. Katrina
fer til Leith, og tað endar við, at tey
gift ast.
Tey fáa tvær døtur Elspu og
Linu. Elspa giftist við Zakaris hjá
Polla Vilhelm úr Havn. J. Símun
Han sen skrivar, at tey fingu børn,
men tað hevur ikki eydnast at fáa
upp spurt, um nøkur ætt er eftir
tey.
Jógvan var ikki fyri nothing,
hó ast hann onga jørð átti. Hann
bleiv arb eiðsformaður hjá havna-
arb eið arunum í Leith. Hann var
eisini fíggj arliga so væl fyri, at
hann kundi fíggja skipakeyp hjá
vága manni, sum manglaði fígging
til eitt skipakeyp.
Skálta Jógvan, sum hann varð
kall aður, doyði tann 21. september
1896. Hann fekk tað ummæli í Før-
ingatíðindum, at hann var ein trú-
fastur føroyingavinur, sum í mong
ár hevur verið búsitandi í Leith.
Hann verður saknaður av mong-
um, sum hann hevur víst blíðskap
og verið góður stuðul fyri.
Vitnisburður hjá Linu
Dollin og Arthur Brend, bretskur
trú boðari í Føroyum, fóru í 1915
und ir at geva út tíðarritið Naade
og Sandhed, sum kom út eina ferð
um mánaðin. Hetta blað varð latið
ókeypis til “ubemidlede Enker” og
“Fat tig medlemmer”. Ársgjaldið var
ann ars 85 oyru.
Í 1916 er í blaðnum ein drúgvur
vitn is burður hjá Linu, sum sigur
nak að um hana sjálva, og sum
eis ini gevur eina ábending um,
hvussu tey bæði komu saman.
Fyrst sigur hon um heimið:
Jeg blev født den 11. maj 1879 i Leith,
Skotland. Mine forældre var agt-
værdige Mennesker, der opdrog
mig efter det Lys, de havde, til at
leve som Kristen. Jeg blev døbt som
Spæd barn, konfirmeret, gik paa
Søn dagsskole, besøgte de Kirkelige
Guds tjenester, vidste at Gud var
Him me lens og Jordens Skaber, og
at den Herre Jesus døde for vore
synder, men min egen sjæls Frelse
havde jeg endnu alrig skænket en
Tanke.
Da jeg var sytten Aar gammel,
lagde Døden sin kolde Haand paa
vort Hjem og fratog mig min Fader,
som havde været mig meget kær.
Sum tað skilst hevur hon fingið
ein góðan kirkjuligan uppvøkstur.
Í komandi parti greiðir hon sjálv
frá umrødda møtinum í Carubbers
Close.
Komandi partur
Seinni partur av hesi frásøgn er, at tey koma til Føroya og skapa
samkomusøgu her á landi.
Samkoman Carrubbers Close, har
Lina og Dollin hittust 7. november
1903. Hetta var ein av fortreytunum
fyri, at tað gekk sum tað gekk
Lina og Daniel J. Danielsen
Ein týðandi partur av upprunanum til søguna um Bestesda er kanningarferðin hjá
Roger Casement við Henry Reed, sum ikki hevði eydnast so væl uttan Dollan.
i
i
i
Jógvan Niclasen var pápi Linu.
Hann mátti av landinum fyri
at sameinast við Katrinu