Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 29. SEPTEMBER 2017 SOSIALURIN 113 20 Ivasamir: Róaldur Jakobsen (lærið), Christian R. Mouritsen (lærið), Alex Mellemgaard (knæið) og Høgni Eysturoy (lærkrikin) Ikki við: Hannes Agnarsson (knæið), Lukasz Cieslewicz (baklærið) Við aftur: Patrik Johannesen (leikbann) Ikki við: Árni G. Olsen (leikbann) Ikki við: Tróndur Jensen (4 gul) Ivasamur: Aleksandar Stankov (hælsinan) Ikki við: Ari Ó. Ellingagaard (7 gul), Andy Olsen (4 gul), Poul N. Mikkelsen (knæið) Ivasamur: Dánjal á Lakjuni, Við aftur: Bogi Reinert Petersen (leikbann), Ndende (leikbann) Ivasamir: Hjalgrím Elttør LIÐ TÍÐINDI B36 HB EB/Streymur KÍ ÍF Anders Gerber váttar fyri Sosialinum í dag, at hann ikki heldur fram sum venjari hjá NSÍ, eftir hetta kappingarárið. NSÍ sigst vilja hava mannin, sum um vikuskiftið kann vinna FM annað árið á rað Upptakt til 25. umfar: TRÓNDUR ARGE A nders Gerber er argur. Argum um at NSÍ ikki er við í FM- stríðnum, men hann er av­kláraður við at samstarvið við NSÍ ikki heldur fram. Danski venjarin kom til NSÍ undan farna kappingarári, men sáttmálin verður ikki longdur. – Eg havi sáttmála til endan av hesum kappingarárinum og hann verður ikki longdur. Tað hava bæði eg og NSÍ vitað í eina tíð, sigur Anders Gerber. Tað hava ikki verið samráðingar millum partarnar um at leingja samstarvið. Anders Gerber er fegin um tíðina í Føroyum og í Runavík, men umstøðurnar gera, at eitt framhaldandi samstarv ikki er á breddanum. – Tað hevur allatíð verið ætlanin, at eg skuldi gevast. Eitt nú er daman farin aftur til Danmarkar, eftir at hava havt orlov í eitt ár, meðan børnini byrja í skúla, sigur Anders Gerber. Argur um vantandi FM-stríð NSÍ er ikki við í FM-stríðnum, og tí verður steypagullið krúnan á verkinum. Anders Gerber er tó argur um, at NSÍ ikki megnaði at bjóða av í FM-stríðnum í ár. Liðið er níggju stig aftanfyri oddaliðið Víking. – Eg eri argur um, at vit ikki eru við í FM-stríðnum. Vit hava havt eina steypafinalu, sum hevur gjørt eitt ella annað við okkum. Vit hava latið fleiri mál inn seinastu sjey dystirnar, enn 17 teir fyrstu, sigur Anders Gerber. Ein av niðurstøðunum er, at verjuspælið hevur ikki verið vant nokk seinastu tíðina, og at liðið hevur gjørt færri útskiftingar, tí leikbann og skaðar hava gjørt um seg. Steypasigurin er størsti ein­ staki sigurin, men fyri venjaran eru tað onnur ting, sum hava givið honum mest í Føroyum. – Tá tú setur teg í sofuna, so er tað sjálvandi steypasigurin, sum fyllur mest, men fyri meg er tað samarbeiðið við hópinum, og menningin av spælarunum, ið hevur verið tað størsta fyri meg. Fram til summarferiuna – áðrenn vit taptu móti Skála – er besta tíðar­skeiðið í felagnum tíðina eg havi verið her, sigur Anders Gerber. Saknar viljan at blíva betri Anders Gerber er ikki bangin fyri at siga sína meining. Hann leggur dent á, at hann hevur havt tað gott í Føroyum og dámar væl at vera her. – Støðið á bestu deildini er gott í mun til støddina á landinum, og tað eru fólk, sum ganga høgt upp í tað. Spælararnir her hava verið seriøsir. Eg hevði ynskt, at teir kundu vant meiri, sigur Anders Gerber, men hevur hug at seta spurnartekin við nøkur ting. – Tað er okkurt við mentanini, sum eg haldi manglar. Onkuntíð haldi eg, at tað manglar ein yvir­ skipað kós og eitt ynski um at vilja blíva betri, sigur Anders Gerber og leggur afturat: – Eg tosi ikki um fulltíðar­fót­ bóltsspælara, men fleiri fólk, sum hugsa í framtíðini. Tað er meiri yvirskipað á felag og landsætlan. Tað kundi verið, at feløgini hava longri sáttmálar við spælarar og venjarar. At feløg hava spæla eina størri ætlan við spælistíli. Venjararnir í feløgunum fylla nógv, skilt á tann hátt at teir seta dagskránna. Teir skulu sjálvandi hava sítt at siga, men tað tykist sum mangla at feløgini seta greiðar karmar og kós, sigur venjarin hjá NSÍ. Hann skilur væl, at tað hart at reka eitt felag í føroyskum fótbólti, men heldur at tað er møguleiki fyri at blíva enn betri. Anders Gerber veit ikki hvat framtíðin bjóðar, og avvísur ikki blankt at verða venjari í Føroyum aftur. – Sum venjari kanst tú aldr­in avskriva nakað. Tað er fót­bólts­ heimurin ov lítil til, sigur Anders Gerber at enda. Bagge til NSÍ Søgurnar siga, at tað Sámal Erik Hentze verður nýggjur venjari hjá NSÍ. Keldir hjá Sosialinum siga, at NSÍ hevur hann sum fyrstaval sum venjara. Sámal Erik Hentze hevur ikki longt við Víking, men vil ikki fyrihalda seg til søgurnar. - Eg hugsi bara um Víking í løtuni. Alt annað kemur í aðru rekkju. Vit hava eitt arbeiði at gera liðugt her, sigur Sámal Erik Hentze. Tað hevur fyrr ljóðað, at NSÍ eisini hevur havt eyguni eftir venjarum sum Heðini Askham og Eyðuni Klakstein. Víkingur kann vinna FM ÍF-VÍKINGUR SUNNUDAGIN KL. 15.00 Fyri fyrstu ferð í hesum kapp­ingar­ árinum er møguligt, at vit finna FM vinnaran. Fella úrslitini hjá trimum teimum bestu til fyrimuns fyri Víking, so er møguleiki fyri at FM- heitið verður avgjørt sunnudagin. Víkingur er fýra stig framman fyri KÍ og fimm stig frammanfyri B36. Tað eru trý umfør eftir av landskappingini og tí er markið eftir dystirnar sunnudagin seks stig. Vinnur Víkingur sín dyst, með­ ÍTRÓTTUR GERBER OG NSÍ FARA HVØR TIL SÍTT