Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 4 September 2017 1 Eirikur Lindenskov – Street View er beinleiðis úrslit av Sheep View. Tí komu tey til Føroya. Tað staðfestir Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, tá vit spyrja hana um úrslit av serligu her­ferðini hjá Visit Faroe Islands og Atlantsflog at vekja áhuga fyri Føroyum sum ferðafólkaland – og at skapa ansin hjá Google Street View fyri Føroyum. Google er internetrisin. Felagið hevur eitt marknaðarvirði upp á væl oman fyri 600 milliardir krónur, og tí er ikki lætt hjá pinkutjóðini Føroyum at sleppa ígjøgnum nálareygað. Men tað eydnaðist. Google kom til Føroya, og Sosialurin veit eisini, at ovasta leiðslan í Google hevur verið í Føroyum og vitjað. Úrslitið verður greitt um fáar dag­ ar ella vikur. Tá verða Føroyar eisini at síggja á Google Street View. Og tað er, sum stjórin á Visit Faroe Islands sigur, sum eitt bein­ leiðis úrslit av Sheep View herferð­ ini hjá Visit Faroe Islands og Atlants­ flog. – Fyrst og fremst var hetta eitt PR stunt hjá okkum. Vit leigaðu sjónleikaran Duritu í tríggjar mánaðir at spæla henda leiklutin. Kreativa toymið hevur funnið upp á hetta saman við David Geyti, greiðir Guðrið Højgaard frá. – Okkara endamál var at fáa boðskapin út og fáa so nógva umrøðu um Føroyar sum ferðafólka­ land sum gjørligt, sigur hon. – Hetta bleiv so ein case, sum vit spældu uppá. Miðlar úti í heimi tóku hetta upp og hildu tað vera áhugavert. At Google so kemur til Føroyar er ein góð hjáávirkan. Men hevði Visit Faroe Islands ikki roknað við, at Google fór at koma? – Tað var sjálvandi ikki til at vita, greiðir Guðrið Højgaard frá. – Vit høvdu sjálvandi loddað dýpið. Vit høvdu okkara sambond, sum eisini hildu, at hetta kanska var snildasti mátin at fáa tey at koma – og tíbetur fall hetta í góða jørð hjá Google, sigur hon. Tí tað gingu bara nakrir tímar frá tí at kampanjan var farin í gongd, til fyrsti telduposturin kom til Visit Faroe Islands frá einum produkt­ manager, og so fór samskiftið í gongd. – Hvat kundu vit gera, og hvat kundu tey gera fyri at fullføra verk­ ætlanina, sigur hon. Landsverk hevur hjálpt til við sjálvum upptøkunum í Føroyum við bilinum, og so er tilfarið sent til teirra. Harumframt hevur Matrikkulstovan hjálpt til við tilfari. Guðrið Højgaard greiðir frá, at nógv fólk hava verið sera fegin um, at hendan tænastan hjá Google nú eisini fer at kunna brúkast í Føroyum. Eitt nú eru fleiri bjargingarfólk sum halda hetta vera ordiliga gott, tí skipanin kann brúkast í teirra arbeiði. Guðrið Højgaard vísir eisini á, at Google tímdi hetta ordiliga væl. – Tey skrivaðu um tað á bloggin­ um og sendu á Twitter. Visit Faroe Islands hevur eisini frætt, at Google hevði greitt frá Sheep View á eini ráðstevnu í Silicon Valley – har Google nýtti hetta sum dømi uppá, hvussu man kundi gera Street View upp á nógvar mátar. Higartil hava Visit Faroe Island og Atlantsflog fingið 30 virðislønir fyri Sheep View. Guðrið Højgaard Sheep View fekk Google Street View til Føroya UM FÁAR DAGAR VERÐA FØROYAR EISINI AT FINNA Á GOOGLE STREET VIEW – OG TAÐ ER EITT BEINLEIÐIS OG ÍTØKILIGT ÚRSLIT AV HERFERÐINI SHEEP VIEW