Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 5 September 2017 1 Hava fingið 30 virðislønir fyri Sheep View Hesar virðislønir hava Atlantsflog og VisitFaroeIslands fingið fyri Sheep View: ■ Ársins Átak á Vinnudegnum 2016, Føroyar ■ Felagið Føroysk Markaðarfólk, Føroyar Besta marknaðarføringsátak ■ Cannes Lions, Frakland Eitt gull: PR Eitt silvur: PR Eitt bronsu: Cyber ■ World Media Awards, UK Eitt gull: Travel & Tourism ■ PR-tigeren, Danmark Eitt gull ■ Stora PR-priset, Svøríki Eitt silvur ■ Epica Awards, Holland Tvey silvur: Integrated og Virtual Reality ■ Vega Awards, USA. Tvey gull: Effectiveness og Innovation Tvey silvur: Integrated og Branding ■ Rambuk, Danmark Trý gull: Effekt prisen, media innovations prisen og grand prix prisen ■ Clio Awards, USA Eitt gull: Medium Innovation (innovation) Tvey bronsu: Medium Integrated campaign og Special Event (public relations ■ Creative Circle, Danmark Trý gull: PR-driven campaigns, Digital driven campaigns og Technology Driven Promo and Activation Eitt silvur: Integrated campaigns ■ Danish Digital Awards, Danmark Tvey gull: PR og Integration – Marketing Campaigns ■ Corporate Media & TV Awards, Cannes Eitt gull ■ The Golden City Gate, Berlin Eitt gull ■ Zagreb Tourfilm Festival 2017 Jurys special award ■ ITFF-Bulgaria – Tourist film award Eirikur Lindenskov Vit hava spurt Thomas Wahl, blað­ stjóra á Dansk Markedsforing.dk í Dan­mark, sum gav Sheep View tríggjar heiðrar í síðstu viku, hvat tey halda um herferðina. Hann vísir til grundgevingarnar, sum tey góvu fyri at heiða herferðina hjá Visit­ FaroeIslands og Atlantsflog. Effektprisen: – Tøl eru takksom, byrjar Dansk Markedsføring sínar grundgevingar. Og tey halda fram: – Tey kunnu vísa hvat sum helst. Men fylg við kortini og vita, um tú verður sannførdur: 0 krónur í miðlafíggjarætlan, men tó ein bloggara og fýra seyðir hennara við einum 360 gradir mynda­tóli, sum hjálpir 50.000 íbúgv­um á 18 oyggum í Atlants­ havinum í samband við: • Google, sum á virðisbræva­ marknaðinum er vert 634 milli­ ardir krónur, og tí umhugsa, at tey væl kunnu senda... • Ein mann, sum gevur tveimum lýsingarstovum, Liquidminds og Sansum síðsta ingrediensin til eina herferð, sum gevur 7.000 tíðindasøgur, sum hava eitt miðla­virði upp á 50 milliónir doll­ arar og tvær milliardir vísingar... • eins og ein vøkstur upp á 900 prosent í Google-leitingum, og virðismest av øllum, 21,3 prosent av málbólkinum, sum mest sann­ líkt ætla at vitja Føroyar móti • 0,6 prosent av hinum, sum vil siga, at eftirsum tit øll nú eru eksponerað vilja ... Media Innovations-prisen Ein herferð lýsti fram um aðrar við at hon – umframt í den grad at vera kreativ og nýskapandi – eisini í sínum grundarlag er tætt knýtt at DNAnum hjá virkinum, at tú stóðst eftir við eini »ja, sjálvandi«- kenslu, og at tað er eksekveringin av tí grundleggjandi einfalda, men geniala hugskotinum, sum hevur megnað at framalt eina øvundar­ verda effekt. Grand Prix prisen = Årets Rambuk: – Viðrislønin fyri ársins mest stór­ sligna miðlahandverk í 2017 verð­ur latin einum ósiðbundnum vinn­ ara í Rambuk samanhangi, men tá ein herferð í so stóran mun er øðrvisi, skal tað eisini heiðrast, segði Thomas Wahl, stjóri í Dansk Markeds­føring. – Herferðin byggir á klassisku søg­una um stríðið hjá Dávidi ímóti Goliat. Tá ein herferð kann lyfta sjálvs­ virði hjá heini heilari tjóð, so ein lítil oyggjabólkur kann taka stríðið upp ímoti einum mastodonti sum Google – og harvið vinna, so er talan um eina mektdemonstration uttan líka, segði hann. – Hetta riggaði fínt, og dóms­ nevndin má tí fella kníggja og siga: Hjartaliga tillukku Visti Faroe Islands, Liquidminds og Sansir Danmark. DANSK MARKEDSFØRING HEIÐARI SHEEP VIEW VIÐ TRIMUM RAMBUK VIRÐISLØNUM FYRI AT MEGNA AT DRAGA MASTODONTIN GOOGLE TIL FØROYAR Dávid móti Goliat – Føroyar móti Google