hósdagur 28. september 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
September 2017
6
1
Súsanna
Sondum
er virkandi
stjóri
Meðan stjórin, Theresa Turidardóttir
Kreutzmann, er í farloyvi, skal Súsanna
Sondum stjórna Visit Tórshavn
Fríggjadagin 1. september 2017 fór Theresa
Turiðardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit
Tórshavn, í farloyvi fram til 1. februar 2018.
Hetta tíðarskeiðið verður Súsanna Sondum
virkandi stjóri á Visit Tórshavn.
Theresa Turiðardóttir Kreutzmann tók við
stjórastarvinum á Visit Tórshavn eftir Ingigerð
á Trøðni 1. oktober 2011. Súsanna Sondum
hevur starvast á Visit Tórshavn síðani 2003.
Arbeiðsuppgávurnar hjá Visit Tórshavn eru
m.a. at kunna um Tórshavn bæði innan-
og uttanlands, veita upplýsingar og ráð til
borgarar og ferðafólk, menna ferðavinnu, hava
uppsýn við kampingplássinum í kommununi
og at samskipa mentanar- og vinnutiltøk í
Tórshavnar kommunu.
Í juli 2016 flutti Visit Tórshavn úr H. N.
Jacobsens bókhandli niðan í gamla
bankabygningin í Steinatúni.
Á Visit Tórshavn eru fimm fólk í fulltíðarstarvi.
Ferðavinna
Skulu menna
ferðavinnuna
í Suðuroy
TÆR HAVA Í STÓRAN MUN MYNDAÐ HAVNINA OG FERÐAVINNUNA Í HAVNINI Í MONG ÁR,
MEN KOMANDI ÁRIÐ VERÐUR TAÐ SUÐUROYGGIN, SUM FÆR ÁGÓÐAN AV TEIMUM BÁÐUM
Dánjal av Rana
Ingibjørg Berg, fyrrverandi kommunustjóri
í høvuðsstaðnum, og Theresa Turidardóttir
Kreutzmann, stjóri í Visit Tórshavn, skulu
komandi 15 mánaðirnar menna ferðavinnuna
í Suðuroynni.
– Verkætlanin er eitt samstarv millum
Tvøroyrar kommunu, Hvalbiar kommunu og
– um áhugi er fyri tí – eisini aðrar kommunur
í Suðuroynni og CommIT um at skipa ferða
vinnuna, sigur Ingibjørg Berg. CommIT er
ráðgevingarfyritøkan hjá Ingibjørg Berg og
Theresu Turidardóttir Kreutzmann. CommIT
leggur serliga dent á ráðgeving innan ferða
vinnu og økismenning.
Sum øll vita, er talið á ferðafólki, sum koma
til Føroya vorðið ovurstórt seinastu árini, men
misjavnt er, hvussu tað verður býtt um landið.
Meðan ein stórur riðil vitjar høvuðsstaðin,
Vágarnar og norðara part av Eysturoynni, eru
tey munandi færri, sum leggja leiðina umborð
á Smyril og suður um Suðuroyarfjørð.
Nógv verður tosað um, hvussu føroyingar
og Føroyar skulu fáa sum mest burtur úr
ferðafólkunum og hvussu ein ferðafólkavinna
kann mennast ymsa staðni í landinum. Hetta
er nakað av tí, sum tær báðar skulu hjálpa til
við í Suðuroy.
– Suðuroyggin hevur nógvar møguleikar
í ferðavinnuhøpi. Summir eru mentir fyri ein
part, meðan aðrir møguleikar enn ikki eru ser
liga sjónligir. Avbjóðingin hjá Suðuroynni er
at fáa fatur á sínum parti av stóra ferðafólka
vøkstrinum og gera ferðavinnu til eina virkna
vinnu í økinum, sigur Ingibjørg Berg, sum ikki
ivast í, at ferðavinnan kann gerast ein virð
ismikil framtíðar vinnuvegur í Føroyum, um
rætt verður borið at.
Skal koma suðringum til góða
Tær báðar siga, at tað skal vilja meiri enn van
liga væl til, um slíkt skal koma av sær sjálv
um. Og umframt at økja um inntøkurnar er
eisini neyðugt at minka um óynskt árin á
náttúruna av ferðafólkum.
– Tí er neyðugt at gera eina yvirskipaða
ætlan, sum í fyrstu atløgu setir nøkur mál fyri,
hvussu ferðafólk fáast at vísa økinum størri
áhuga, og hvussu til ber at tryggja, at tey sum
búgva og virka í økinum fáa sum mesta nyttu
og sum minst av óynsktum árinum burturúr
hesi í landshøpi nógv vaksandi vinnu, sigur
Ingibjørg Berg.
Tær halda, at kommunurnar hava ein
sjálvsagdan leiklut í hesum høpi, men at tað
kortini eru einstakir aktørar, sum skulu skapa
tilboðini.
– Kommunurnar skulu ikki fara inn í ferða
vinnuna, men tær kunnu kveikja, birta upp
undir, skapa røttu fortreytirnar, og hjálpa
ymsu aktørunum, sum so ella so eru á ferða
vinnuøkinum, teimum, sum eru á veg, at
finna saman, samskipa tilboðini, seta krøv og
stuðla undir, at tey menna seg meira miðvíst,
sigur Ingibjørg Berg.
Endamálið við samstarvinum millum
kommunurnar og CommIT er at framleiða
ein ferðavinnupolitikk, sum yvirskipað leggur
leiðina, sum kommunurnar ynskja at ganga.
– At gera eina framtíðarætlan við ítøkilig
um átøkum, sum skal fremja og skipa ferða
vinnu trygt og skynsamiliga við vinningi og
trivnaði fyri tey, sum búgva og virka í økinum.
Og at skapa karmar fyri einum alternativum
vinnuvegi fyri tey, sum ynskja at bjóða seg
fram sum veitarar til ferðavinnuna í økinum.
Hetta ber bara til, um vit klára at skapa tryggar,
dyggar og støðugar tænastur til ferðafólkini,
sum vitja økið, sigur Ingibjørg Berg.
Onkur tilboð til ferðafólk eru longu í oynni,
meðan aðrir eyðsæddir møguleikar eru eisini.
– Í fyrstu atløgu verður tað ein týðandi
partur av uppgávuni at lýsa, hvørjar styrkir
longu eru, og hvørjir aðrir strategiskir møgu
leikar eru á ferðavinnuøkinum, og gera greitt
hvørjar leiklutir kommunurnar kunnu hava í
hesum høpi, sigur Ingibjørg Berg.
Verkætlanin byrjar í september 2017 og
endar í desember 2018, men átøk verða sett
í verk so hvørt tey eru klár.