hósdagur 28. september 2017síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
26
September 2017
1
Eirikur Lindenskov
SMS veksur enn einaferð. Hesaferð
hava tey bygt umleið 1.000 fer
metrar aftur at trimum teimum
syðstu lonunum vestureftir. Nýggi
bygningurin er í tveimum hæddum
og skal hýsa tveimum handlum
– Expert steingir skjótt, og tá vit
lata uppaftur, verður tað undir navn
inum Power, sigur Niels Mortensen,
stjóri í SMS.
Sambært stjóranum er Power
nýggj leiðandi handilsketa í Norðan
londum við stórum úrvali av somu
vørum, sum Expert hevði, men við
nógv størri og breiðari úrvali.
– Teir eru sera kappingarhugaðir,
øgiliga dugnalir og sera kappingar
førir. Tað er Power, sum kappast við
Elgiganten í Skandinavia, sigur Niels
Mortensen.
– Talan verður um ein risastóran
handil. Úrvalið verður nógv størri, og
hvítvørur fara at vera nógv bíligari, tá
vit lata upp, sigur Niels Mortensen.
Nýggi Powerhandilin verður í
teimum hølunum, sum í dag hýsa
Expert, men handilin verður nógv
størri við útbyggingini, sum verður
løgd afturat hesum handilshølum.
Í neðra verða eisini nýggj handils
høli, og flytur ítróttarhandilin Sporti
gan inn í nógv størri høli.
– Handilin verður væl størri, enn
hann hevur verið higartil.
Enn fæst Niels Mortensen ikki at
siga, hvør handil skal í hølini, sum
Sportigan flytir úr. Men sum skilst
verður tað ein Søstrene Grene-
handil, sum letur upp har.
– Tað verða ikki nýggir smáhandl
ar í SMS, men nýggjar stórar eindir
í staðin fyri. Tann parturin, sum nú
verður bygdur aftrat, er 10 prosent
av øllum SMS, sum er um 10.000
fermetrar til støddar, so talan er um
stóra útbygging, vísir Niels Mort
ensen á.
Powerhandilin letur upp fyrst í
november.
– TALAN VERÐUR UM EIN RISASTÓRAN HANDIL. ÚRVALIÐ
VERÐUR NÓGV STØRRI, OG HVÍTVØRUR FARA AT VERA
NÓGV BÍLIGARI, SIGUR NIELS MORTENSEN, STJÓRI Í SMS
Handilsvinna
Nýggjur Power
handil í SMS
Eirikur Lindenskov
2. november eru liðin 40 ár síðani,
at SMS lat upp á fyrsta sinni. Og tað
fara tey at hátíðarhalda við stórari
veitslu í Ítróttarhøllini á Hálsi 28.
oktober.
– Vit halda stórar veitslur fimta
hvørt ár, og nú vit verða 40, halda
vit sanniliga, at vit hava nakað at
hátíðarhalda, sigur Niels Mortensen,
sum er nøgdur við gongdina.
– SMS er blivið nógv meira, enn
húsið SMS. Í dag er SMS bara ein
partur av fyritøkuni, sigur hann.
P/F SMS eigur eisini Bónus
handlarnar, Miðlon í Havn, har
bakaríið Mylnan eisini heldur til, og
Mylnuhandlarnar í Havn.
– Sjálvt SMS er nú bara ein partur
av fyritøkuni, tí vit hava rættiga nógv
virksemi uttan fyri húsið. Tí fyllir
sjálvt SMS ikki líka nógv hjá okkum,
sum fyri 40 ella 20 árum síðani, vísir
Niels Mortensen á.
Í løtu eru tey í ferð við at byggja
nýggjan bygning úti í Marknagili
í Havn – beint við Glasir, har ein
Bónushandil og ein Mylnuhandil
eftir ætlan lata upp 1. august næsta
ár.
Tað verður Bónushandil nummar
8 og Mylnuhandil nummar 5.
Bónus handlar eru á hesum
plássum:
Klaksvík
Norðskála
Saltangará
Miðvágur
Miðlon í Havn
Hoyvík
Tvøroyri
(Marknagili í Havn)
Mylnuhandlar eru á hesum
støðum:
Smyrilsvegur í Havn
Jónas Bronkcsgøtu í Havn
Niels Finsensgøta í Havn
Berjabrekka í Havn
(Marknagil í Havn)
SMS er vorðið nógv meira enn SMS
MEN SMS ER VORÐIÐ NÓGV MEIRA ENN SMS. TÍ
UMFRAMT VIRKSEMI Í SØLUMIÐSTØÐINI REKUR SMS 11
MATVØRUHANDLAR – OG NÆSTA ÁR VERÐA TEIR 13