Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 51
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 51

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 27 September 2017 1 Eirikur Lindenskov Tað var longu í 1973, at Hans Mort­ ensen, saman við øðrum stovnaði felagið aftan fyri SMS. – Tórshavnar Býráð hevði ætlanir um sølumiðstøð á Trapputrøðni. Hetta skuldi gerast á tann hátt, at gjørd varð ein høvuðsgøta, har handl­ar so kundu byggja sær handils­høli framvið. Tá alt so var liðugt, skuldi tak leggjast á, greiddi Hans Mortensen Sosialinum frá fyri nøkrum árum síðani. Hetta hugskot helt Hans Morten­ sen ikki vera tað besta, og tí bar hann upp á mál við býráðið um ta loysnina, sum seinni gjørdist SMS. Hetta var ein tung prosess, og málið var fyri í býráðnum fleiri ferðir, men tað endaði so við, at Petur Christiansen, borgarstjóri, kundi skjóta fyrista skotið í 1976. Bert tvær lonir
 Tá ið SMS lat upp tann 2. november í 1977, var SMS ikki tað, ið tað er í dag. Tá vóru bert tvær lonir – og handl­ arnar kundu tú telja á fingr­unum. Men ætlanin var altíð, at byggjast skuldu fleiri lonir afturat, og í 1980 var farið undir at byggja hinar fýra lonirnar. Seinni í áttatiárunum vóru aðrar um- og útbyggingar gjørdar, ein tann størsta, tá parkeringskjallarin og goymsluhølini norðanfyri vórðu gjørd. Fekst neytakjøt á borðið Fyri havnarborgarar – og føroyingar annars – var tað nakað nýtt at kunna fara til handils »undir taki«. Nógv varð tosað um, at hetta fór at køva miðbýin, og tað vóru fólk, sum als ikki vildu seta sín fót í SMS av slíkum grundum. Men í dag munnu tey vera fá, ið ikki keypa í SMS av hugsjónarligum orsøkum. Tað, sum eisini sermerkti SMS var matvøruhandilin Superland, sum skifti navn til Miklagarð fýra mánaðir eftir upplatingina, tann 1. mars 1978. Umframt at hetta var ein stórur handilin, so bar nú eisini til at keypa fekst neytakjøt, sum var innflutt úr Danmark í kølibingjum. Jørgen Slagter fylgt SMS øll árini Leiðari í slaktarínum í SMS tá var tann 27 ára gamli danin, Jørgen Jørgensen – og har er hann enn. Hann greiddi Sosialinum frá fyri nøkrum árum síðani, at hann ongan­ tíð hevði verið í Føroyum áður, og at tað var eitt sjokk at koma fyrstu ferð. Tey fóru beinanvegin at leggja til rættis, hvussu fekst neytakjøt kundi innflytast úr Danmark, og gjørdar vóru serligar kølibingjur at flyta kjøtið í. Stórt føðingardagstiltak 40 ára dagurin verður hátíðarhildin við einum stórum føðingardagsátaki, har tey vilja takka øllum fyri góða samstarvið øll hesi mongu árini. Tað ger SMS millum annað við at lata 7.500 hepnum kundum gávukort við ymsum upphæddum á – tilsamans eina millión krónur. Sjálvt um SMS byrjaði á Trappu­ trøðni í 1977, er størsti parutrin í av virkseminum hjá partafelagnum SMS í dag uttan fyri SMS bygningin á Trappu­trøðni, í Bónus- og Mylnu­ handlunum. – Tað verða tí hesir handlar – Miklagarður í SMS, Mylnuhandlarnir kring Havnina og Bónushandlarnir kring landið – sum verða karmur um stóra føðingardagsátakið við heitinum »skava3eins«, siga tey í SMS. Handilsgøta gjørdist sølumiðstøð BÝRÁÐIÐ Í HAVN HEVÐI ÆTLANIR UM AT GERA EINA HØVUÐSGØTU VIÐ HANDLUM Á TRAPPUTRØÐNI Tá spakin verður settur at grava út fyri SMS í 1976. Petur Christiansen, borgarstjóri í Havn, Hans Mortensen, táverandi stjóri í SMS. 9 ára gamli smádrongurin er Niels Mortensen, sum nú er stjóri í SMS