Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-09-28, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. september 2017síða 53

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM 29 September 2017 1 Eyðun Klakstein Pól Sundskarð gongur til arbeiðis, og tað gongur strúkandi. Tað, sum byrj- aði sum eitt ítrív, er í dag blivið ein vinnu vegur hjá honum – og frambrot fyri ferðavinnuna. Pól Sundskarð hevur saman við øðrum ment talgiltu tænastuna Hiking.fo, sum umvegis internetið gev ur fólki hugskot og ráð um fjalla túrar og gongutúrar í føroysku nátt úruni, og undirtøkan fyri hesari tæn astu hevur verið so góð, at Pól Sund skarð er farin at arbeiða burtur av við gongutúrum í fjøllunum. – Eg fann nakað í fjøllunum, sum eg ongantíð hevði droymt um – eg fann eitt starv, segði Pól Sundskarð, tá hann fyri góðum tveimum vikum síð ani fekk heiðurin Ársins Átak 2017 á Vinnudegnum. Grundgevingin fyri at lata Hiking. fo hendan heiður var millum annað: – Ársins Átak í ár er skapt av ein- um av hesum fólkum, sum hevur ver ið uppi á øllum teimum føroysku fjøll un um, og sum kennir føroysku fjøll ini sum sín egna buksulumma. Hes in persónur hevur tó valt at deila síni upplivilsi við okkum øll, og meira týdn ing armikið: at hjálpa og eggja okk um til sjálvi at uppliva føroysku fjøll ini og náttúruna. Hann hevur sam an við sínum samstarvsfeløgum nevni liga skapt eina heimasíðu, sum vísir okkum fleiri av teimum fram- úr skarandi túrum, sum vit kunnu ganga í hesum landi. Heimasíðan hjálp ir teimum ókunnugu at finna rætta veg, við myndum og á einum tal gild um korti. Til hjálp fyri bæði før- oy ing ar og útlendsk ferðafólk. Fyri bæði roynd og óroynd. Ikki minst hev ur Ársins Átak víst, at tað ber til at skapa nýggjar vinnumøguleikar og ein nýggjan dynamikk, um vitan verð ur felags, heldur enn at verða hild in tætt at kroppinum. Pól Sundskarð var ovfarin av heiðr inum, hann fekk. – Eg fekk ein klump í hálsin, tí eg hevði aldrin droymt um at fáa slíkan heið ur. Tað er sera hugaligt at fáa eina slíka viðurkenning, sum hevur tyngd í samfelagnum, sigur hann. Framúr móttøka Pól Sundskarð hevur í nógv ár havt ein brennandi áhuga fyri at ganga í før oyskum fjøllunum, og hann er ein av teimum, sum hevur verið á øllum fjalla tind um í landinum. Hann kennir fjøll ini og fjallagøturnar sera væl, og hann veit, hvar gangast kann og ikki. Hesa vitan brúkti hann til at skapa Hiking.fo, sum gevur fólki ókeyp is kunning um fjallatúrar kring land- ið. Pól hevur eisini bjóðað seg fram sum ferðaleiðari í sambandi við Hiking.fo, og stórur áhugi hevur eis- ini verið fyri tí. – Eg visti ikki, hvat tað var, tá ið eg leyp út í hetta, men Hiking.fo hevur ver ið ein sólskinssøga, sigur Pól Sund skarð. – Umframt ókeypis kunning á Hiking.fo, havi eg bjóðað meg fram sum ferðaleiðara, og tað hevur eisini ging ið sera væl. Summarið hevur víst, at tørvur er á eksklusivum túrum í fjøll ini, har til dømis ferðafólk vilja hava eina uppliving, og ikki hugsa um, hvat tað kostar. Hetta er nakað, sum eg fegin vil gera meira við fram- eftir, sigur hann. Summarið er farið aftur um og harvið eisini hásesongin fyri fjalla- túr ar, men útboð skapar mangan eft- ir spurning, og tað merkir Pól Sund- skarð eisini. – Hesa seinastu vikuna havi eg fing ið fimm fyrispurningar frá út lend- ing um, sum spyrja um fjalla túrar um jól tíðir, og hvussu tað er at ganga í fjøll un um, tá ið tað myrkari og kaldari í veðr inum. Hetta vísir, at Hiking.fo hev ur sett gongd á eitt ella annað, sig ur hann. Fer eitt stig víðari Pól Sundskarð arbeiðir nú miðvíst við at føra Hiking.fo eitt fet víðari. –  Nú arbeiði eg við at menna Hiking.fo til at verða ein portal fyri allar skipaðar fjallatúrar í Før oy um. Hug skotið er at áseta ym isk ar fjalla- túr ar kring landið við ferða leið ara til ávísa tíð, so ferðafólk, sum koma til land ið, á lættan hátt kunnu tekna seg til ein túr, sigur Pól Sundskarð. – Eg skal góðskutryggja túrarnar og syrgja fyri, at góðir og staðkendir ferða leiðarar eru til túrarnar, og so kunnu fólk á einfaldan hátt tekna seg til ein ávísan túr. Hiking.fo fer at lýsa við túrunum og liva av einari provo sjón av túrunum, sigur hann. Eitt av hugskotunum við Hiking. fo er at skapa tryggari og meira skip- að ar umstøður kring fjallagongd í Før oy um, og við nýggju tænastuni vón ar Pól Sundskarð, at hetta verður enn meira styrkt, og at góð tilboð verða latin ferðafólki – nakað, sum fleiri hava eftirlýst. – Eg havi gjørt nógv burtur úr at sam skifta við bøndurnar, so teir ikki kenna seg framviðgingnar í hesum, og eg vil fegin, at bøndur eisini verða ferða leiðarar á ymiskum túrum, sigur Pól Sundskarð. Í løtuni er hann í holt við at av- mynda allar 360 fjallatindar í Før oy- um, og í samstarvi við Føroya Tele ger hann upptøkur, sum kunnu brúk- ast við sonevndum Virtual Reality brill um. Tað vil siga, at fólk kunnu taka hes ar ser ligu brillur uppá og hyggja kring seg av fjallatindum í Før oy um. – Eg hugsi eisini um at gera onkr- ar fjalla túrar, sum eg fari at stroyma live. Tað vil siga, at fólk á til dømis ein um ellisheimi kunnu fylgja ein ari fjallaferð beinleiðis, sigur Pól Sund- skarð. Hiking.fo skal verða ein portalur fyri tað, sum gongur fyri seg oman fyri bøgarðarnar í Føroyum, og tá ið næsta ferðavinnusesong byrjar, hev- ur Hiking.fo tikið enn eitt stórt stig fram á leiðini. Ferðavinnan Pól gongur nýggjar leiðir HEIÐURSLØNTA HEIMASÍÐAN HIKING.FO SKAL VERÐA EIN PORTALUR FYRI ALLAR SKIPAÐAR FJALLATÚRAR Í FØROYUM. PÓL SUNDSKARÐ ER SERA FEGIN UM MÓTTØKUNA, SUM HIKING.FO HEVUR FINGIÐ, OG HANN ARBEIÐIR MIÐVÍST VIÐ AT MENNA TÆNASTUNA OG TILBOÐINI fø a fj fj h H H k ið s H in – Eg fekk ein klump í hálsin, tí eg hevði aldrin droymt um at fáa slíkan heiður. Tað er sera hugaligt at fáa eina slíka viðurkenning, sum hevur tyngd í samfelagnum, sigur Pól Sundskarð, sum fekk heiðurin fyri Árins átak á Vinnudegnum