hósdagur 28. september 2017síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VINNUBLAÐIÐ HJÁ MIÐLAHÚSINUM
30
September 2017
1
Vit hoyra ofta, at føroyska ferðavinnan verður borin saman við ta íslendsku. Men her er
stórur munur. Talið á útlendskum gistingum í Íslandi lá í fjør á 4.571.713 náttum. Sama tal
í Føroyum var 114.646 nætur. Tað vil siga umleið 39 ferðir fleiri enn í Føroyum. Fólkatalið
í Íslandi er umleið seks ferðir fólkatalið í Føroyum. Neyðugt er at sláa fast, at eksplosivi
vøksturin í ferðavinnuni í Íslandi seinastu árini ikki kann samanberast støðuna í Føroyum,
sigur Ferðavinnufelagið
– Ítøkiliga vísa gistinarhagtølini hjá Hagstovuni eina øking á 9% í ár samanborið við sama
tíðarskeið í fjør. Vit hava tískil framvegis ein gyltan møguleika nú at skipa ferðavinnuna,
soleiðis at hon kann mennast burðardygt til frama fyri allar føroyingar, heldur
Ferðavinnufelagið
Ferðavinnufelagið
Ferðavinnan kann skapa vøkstur og trivnað í
pørtum av landinum, har virksemið annars er
minkandi. Ferðavinnan økir um arbeiðsfjøldina,
betrar um búskaparliga vøksturin og skapar
spennandi nýggjar tænastur, sum føroyingar
eisini kunnu njóta gott av, eitt nú eina ríkari
matstovumentan. Talan er somuleiðis um
eina rættiliga støðuga vinnu, sum ikki verður
stórvegis ávirkað av búskaparligu gongdini
annars.
Soleiðis sigur Ferðavinnufelagið í almennari
áheitan nú um dagnar:
– Týdningarmikið er tó við skipaðum viður
skiftum, soleiðis at øll kenna seg trygg. Tørvur
er á samskipan og menning. Eingin ivi um tað.
Náttúran er okkara tilfeingi, og henni skulu vit
fara væl við, annars verður ongin ferðavinna.
Greiða má eisini fáast á reglugerðini um gongd
í haga. Gjald ella ikki gjald: neyðugt er við
greiðum, alment og landsfevnandi reglum at
halda seg til.
Føroyar hava nakrar gimsteinar, sum flest
øll ferðafólk ynskja at uppliva. Neyðugt er at
taka serlig atlit til hesi øki og skipa tey í tøttum
samstarvi við staðbundnu íbúgvarnar, soleiðis
at ferðafólkavitjanir gerast ein fongur heldur
enn ein bági fyri hesi støð.
Í hesum døgum verður ofta samanborið við
Ísland, sum hevur havt ein sera stóran vøkstur
í ferðavinnuni seinastu árini, men skulu vit
samanbera við Ísland, má samanberingin
setast í rætt høpi. Talið á útlendskum gistingum
í Íslandi lá í fjør á 4.571.713 náttum. Sama tal í
Føroyum var 114.646 nætur. Tað vil siga umleið
39 ferðir fleiri enn í Føroyum. Fólkatalið í Íslandi
er umleið seks ferðir fólkatalið í Føroyum.
Neyðugt er at sláa fast, at eksplosivi vøksturin
í ferðavinnuni í Íslandi seinastu árini ikki kann
samanberast støðuna í Føroyum.
Tíðliga í summar varð ein heildarætlan
fyri ferðavinnuna løgd fram við fleiri góðum
tilmælum um, hvussu ferðavinnan skal skip
ast frameftir. Høvuðstilmælið var menningar
deildin, sum skal setast á stovn, ið skal
stuðla undir og samskipa ferðavinnutilboð
kring landið. Ferðavinnufelagið vónar, at fyri
reikandi arbeiðið gongur, sum ætlað, og at
menningardeildin fer at virka sum skjótast,
uttan at skavað verður av núverandi játtan til
verandi virksemið. Politiska skipanin stuðlar
ferðavinnuni við tí endamáli at geva føroyska
búskapinum fleiri bein at standa á. Hesar íløgur
byrja at síggjast aftur í beinleiðis inntøkum
og arbeiðsplássum um allar Føroyar, men
føroyska ferðavinnan er enn í sínum barna
árunum og hevur framvegis tørv á at vaksa fyri
at at gerast ein súla undir føroyska búskap
inum.
Samstundis er stórur tørvur á nágreiniligum
hagtølum fyri, hvussu nógv ferðafólk koma til
Føroya, og hvaðani tey koma. Sjøtul skuldi
setast á hetta arbeiðið longu í ár, so vónandi
kunnu vit gleða okkum til at fáa nágreinilig
hagtøl yvir ferðafólkini í Føroyum heilt skjótt.
Verandi støða við bert gistingartølum er ikki
haldgóð, og um vit skulu vita og ikki gita, eru
góð og nágreinilig hagtøl tí av alstórum týdn
ingi.
Ferðavinnufelagið gleðist um jaligu gongd
ina seinastu árini, har áhugin fyri Føroyum sum
ferðamannalandið er vaksin. Ítøkiliga vísa
gistinarhagtølini hjá Hagstovuni eina øking á
9% í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Vit hava tískil framvegis ein gyltan møguleika
nú at skipa ferðavinnuna, soleiðis at hon
kann mennast burðardygt til frama fyri allar
føroyingar, heldur Ferðavinnufelagið.
Tað eru Árni Olsen, formaður, og Henny
á Líknargøtu, næstforkvinna í Ferðavinnufe
lagnum, sum hava skrivað undir áheitanina.
– FÆR FERÐAVINNAN RØTTU KARMARNAR AT VIRKA UNDIR, KANN HON SKAPA STÓRT VIRÐI FYRI ALLAR FØROYINGAR, HELDUR
FERÐAVINNUFELAGIÐ, SUM HEITIR Á MYNDUGLEIKARNAR UM AT SETA HEILDARÆTLANINA FYRI FERÐAVINNU Í FØROYUM Í VERK
Ferðavinnufelagið
Heildarætlanin setast í verk
Tróndargøta 18 FO-512 Norðragøta Tel 47 77 33 etv@etv.fo etv.fo
PROJEKTERING OG
INSTALLATIÓN
EFTIRLIT OG
VIÐLÍKAHALD
SØLA OG
BÍLEGGING
ORKUSPARANDI
LOYSNIR
SKIPANIR OG
STÝRINGAR
TALVU-
FRAMLEIÐSLA
EL TALVUR
AUTOMATIÓN
OPTIMERING