Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur síða 13 Meist­ ar­ar taptu fyrsta dyst Greinin síða 10 Snildi tryggjar arbeiðsfrið Hóast Jógvan Skorheim – helst í sinn­is­muni – fyri fáum døgum síð­ ani lovaði, at hann ongantíð aft­ur fór at gera eina semju við sam­gong­ una, so hevur hann longu gjørt tað – og harvið víst, at hann og Sjálv­ stýr­is­flokk­urin megna at føra pol­ i­tikk, hóast flokkurin er í andstøðu. Vit hava nevnt tað so mangan á hes­um stað, at føroyskur pol­i­tikk­ ur mang­an er á sera lágum støði. Vit mugu koma burtur frá, at tann til eina og hvørja tíð verandi and­ støða al­tíð skal vera fornermað inn á sam­gong­una. Vit sóu teir báðar fyrrverandi fíggj­ar­mála­ráð­harr­arnar í degi og viku fríggja­kvøld­ið føra seg fram sum grátu­konur. Hví hava hesar toll­utu leiklutir? Vit skulu skunda okkum at siga, at Jørgen Niclasen og Bárð­ur Niel­ sen sum so ikki eru størri gráti­kon­ ur, enn aðrir andstøðuleiðarar hava ver­ið – men teir halda opinbært, at teir skulu vera í »nei-hattinum« alla­tíð­ina, nú teir eru í andstøðu. Men tað er slett ikki neyðugt. Jógvan Skorheim hevur víst, at hann og flokkurin kunnu fáa á­virk­ an við at gera semju. Tað er posi­ tiv­ur pol­i­tikk­ur. Tað er ikki grenj, tað er kon­struk­tivt, og tað skapar respekt. Annað er so tað, at tað uttan iva pass­ar samgonguni væl at seta Sonju Jógvansdóttir út á eitt síðu­ spor, so hon ikki hevur buktina og báð­ar endarnar. Men taka vit stóra málið um fiski­vinnu­ný­skip­anina, so hev­ur fíggj­ar­lóg­ar­semja­n við Sjálv­stýr­is­ flokk­in neyvan nakað við hana at gera – so har verður Sonja Jógv­ans­ dótt­ir uttan iva tungan á vágskálini. Soleiðis hevur hon helst kort­ini framvegis eina klemmu á sam­gong­ uni. Men tað hevði verið áhugavert, um okkara kosnu menn og kvinnur kundu lært av hesum. Og hví skuldu Sam­bands­flokk­ur­in ella Fólka­flokk­ur­in ikki kunna gjørt eina fíggj­ar­lóg saman við teimum trim­um sam­gongu­flokk­u­num? All­ir flokk­ar hava sam­starv­að – og hava sam­starv­að væl, so tað skuldi ikki ver­ið nak­ar trupulleiki. Men tað er sum í borgarakríggi, tá før­oysk­ir flokkar bólka seg í and­ støðu og sam­gongu. Alt, sum hini siga er býtt. Tað eru bara vit, sum vita. Í øðrum londum, har tey hava blokk­pol­i­tikk – eitt nú í Danmark við reyð­ari ella bláari stjórn, har er tað meira reg­ulin enn undantakið, at sam­starv er tvørtur um sam­ gong­u­mark. Sjálvandi ber ta til í Føroyum eis­ini – tað krevur bara politikarar við ryggi. krevur politikarar við ryggi Níggju fólk skulu hava løn í trý ár fyri at vera listafólk Rigmor Dam, lands­stýr­is­ kvinna í Mentamálum, hev­ ur økt játtanina til Ment­an­ ar­grunn­in við 1,1 millión kr. í fíggj­ar­lógaruppskotinum. Hesum boðar Menta­ mála­ráð­ið frá í tíðindaskrivi. Økta játtanin er ætlað til at seta í verk eina løn­ar­skip­ an, so listafólk fáa tryggari livi­kor og arbeiðsnáðir í longri tíðarskeið. – Talan er um slóð­brót­ andi skip­an, har Føroyar taka eitt stórt mentanarpolitisk stig rætta vegin, tí við lista­ fólka­løn­ini viðurkennir pol­ it­iski myndugleikin loksins av álvara týdningin, sum list­a­ligt arbeiði hevur fyri før­oysku mentanina. Rigmor Dam sigur, at skip­an­in fer at bøta um kor­ ini hjá listafólkum, sum ar­ beiða burturav við list á før­ oyska listapallinum. – Tað skal ikki undir­met­ ast, hvussu langa tíð tað til døm­is tekur at skriva eina dygd­ar­góða bók, at framleiða ein film ella at komponera eitt mu­sikk­stykki. Dygd og tíð hanga aloftast saman. Við hesari raðfestingini virð­ is­meta vit tað stóra arbeiði, okk­ara listafólk gera, og vit við­ur­kenna tørv­in á eini trygg­ari inntøku fyri at kunna hug­savna seg um list­ina, sum so ríkliga kemur okk­um øllum til góðar, sigur lands­stýr­is­kvinn­an. Skipanin við lista­fólka­ løn fer at virka und­ir ver­ andi Ment­an­ar­grunni, sum annars held­ur fram ó­broyt­t­ ur. Mun­ur­in á lista­fólka­løn­ um og starvs­lønunum er tó, at lista­fólkalønir verða lætn­ ar eftir tilmæli frá eini set­an­ ar­nevnd, ið er mannað við fak­fólki. Harvið verða dygd og fakligheit avgerandi. Har­ um­framt verður lista­fólka­ løn­in altíð latin í trý ár. Tó er møg­uligt at leingja játtanina upp til tvær ferðir trý ár aft­ ur­at – so hon tilsamans kann veit­ast sama listafólki upp í níggju ár. Ætlanin er, at um trý ár, tá skip­an­in er fult útbygd, kunnu níggju listafólk vera í skip­anini. Tey, ið fáa listafólkaløn kunnu ikki vera í øðrum føst­um starvi samstundis, men kunnu tó hava inn­tøk­ ur frá sínum listaliga ar­beiði umframt, so talan er í roynd og veru um eina minstu­løn­ ar­skipan. Listafólkalønin svarar – eins og starvslønin – til lær­ ar­a­løn á fólkaskúlans løn­ar­ stigi 21, stig 1. Fyri at skipanin við listafólkaløn kann koma í gildi, krevst ein broyt­ing í kunngerðini um Ment­an­ar­ grunn­in. Hendan broyting verð­ur send til hoyringar í næst­um, og tískil kann vera, at onkrar broytingar koma fyri. – Men greiða málið hjá sam­gong­uni er, at játtanin til Ment­anargrunnin skal koma upp á tilsamans 10 mill­i­ónir krónur. Við hækk­ aðu játtanini á nýggju fíggj­ ar­lóg­ini er hon komin upp á til­sam­ans 8,9 milliónir krón­ ur, so nú er ikki langt á mál, staðfestir Rigmor Dam. 1,1 mió kr afturat til listafólk Vit mugu koma burtur frá tolluta grátikonupolitikkinum Ungmannafelagið hjá Fram­ sókn, Framøskin Ung, hev­ur havt aðalfund um vik­u­skif­ tið. Nevndin sær soleiðis út: Bjarni Rasmusen heldur fram sum formaður. Næst­ for­mað­ur er William Bær­ ent­sen. Aleksandur L. Olsen er skriv­ari, Ludvík Petersen, kassa­meistari og Vilhelm Clem­ent­sen er nevndarlimur. Sum nakað nýtt skipaðu Fram­søkin Ung ein starvs­ bólk. Hann er samansettur av Bárði Clementsen, for­manni í tiltaksnevndini, Krist­i­annu Tórheðinsdóttir, miðla- og samskiftisfólki og Bjarna Kárason Petersen, al­tjóða skrivara. Bjarni Rasmussen, Will­i­ am Bærentsen, Aleksandur L. Olsen og Kristianna Tór­heð­ ins­dótt­ir vóru í nevnd und­an­ farna árið eisini. Umframt formliga partin, so hellt Jóannes Jacobsen fram­løgu um føroyska bú­ skap­in í dag. Tosað varð um av­bjóð­ing­ar, møguleikar, hald­føri í búskapinum, sveiggj o.a. Síðan kom Poul Clem­ent­ sen, stigtakari til Framsókn, og helt á­hugaverda framløgu um upp­run­an til Framsókn. Greitt varð frá, hvussu hug­ skot­ið kom fram av fyrstan tíð, hvussu tað mentist og aðr­ir faktorar, sum skulu til fyri stovna ein nýggjan flokk. »Vit fóru í holt við tað, sum øll søgdu vera ógjørligt í dagsins politiska landslagi,« vóru m.a. orð, sum ein beit merki í. – Framsøkin Ung fara við góðum móti í holt við eitt nýtt ár, við nógvum spennandi avbjóðingum, skriva tey í tíðindaskrivi. Framsøkin Ung nýggja nevnd s Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin