Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stuðul úr JÓLAMERKJAGRUNNINUM Nú er høvið at søkja stuðul frá Jólamerkjagrunninum. Sambært viðtøkunum fyri grunnin hevur grunnurin til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Stuðulin verður latin til ávís tiltøk til frama fyri børn, til stovnar, feløg o.o., ið virka fyri hesum tiltøkum. Í serligum føri kann stuðul verða latin til annað enn ávís tiltøk til frama fyri ungdóm, brekað ella onnur samfelagsgagnlig endamál. Stýrið er ikki bundið av at umsókn er send. Umsóknarfreistin er 31. oktober 2017. Umsóknir skulu stílast til: Jólamerkjagrunnurin Postsmoga 3009 110 Tórshavn Posta røkkur hvørt stað í landinum hvønn dag. Posta fevnir um umleið 120 ársverk, 60 bilar, eina sølu á gott 90 mkr og virksemi kring alt landið. Posta sóknast eftir fólki til postútbering í Tórshavn. Arbeiðstíðin er í skiftandi vaktum millum kl. 08:00 og 18:00 gerandisdagar. Tú: • hevur koyrikort til bil • ert kundavinarlig/- ur • ert ágrýtin og jalig/-ur • hevur heilsu til at ganga úti • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni Vit: Kunnu bjóða tær eitt spennandi og av- bjóðandi starv í einum jaligum umhvørvi, har øll eru partar av eini heildarætlan, sum skal bera nýggja Posta fram. Talan er um 3/4-tíðar størv. Løn sambært sáttmála við Starvsmannafelagið. Spurningar: Spurningar um starvið kunnu setast Ian Dam, framleiðslu og útberingarleiðara, á tel. 23 60 67 millum kl. 09:00 og 16:00 gerandisdagar ella á telduposti ian@posta.fo Umsóknir: Umsóknir við avriti av viðkomandi skjøl- um skulu sendast: Posta Óðinshædd 2 100 Tórshavn ella á posta@posta.fo og verða okkum í hendi í seinasta lagi hin 16. oktober 2017. Dámar tær væl at ganga úti í frískari luft?