Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Sjúklingar í Føroyum skulu ikki vænta sær at fáa betri atgongd heilivág við kanna­ bis í. Tað er greitt eftir at Landslæknin og lands­ apotek­arin hava sagt sína mein­ing um spurningin. Í einum tilmæli til Heilsu­ málaráðið siga teir báðir nevniliga, at tað er ong­in orsøk til at broyta manna­ gongdina sum nú er. Spurningurin um at geva sjúk­lingum í Føroyum við ávís­um sjúkum, frælsari at­ gongd til heilivág við kanna­ bis, verður javnan tikin fram í Føroyum. Serliga áhugaður hevur Jenis av Rana verið. Hann er bæði løgtingsmaður fyri Mið­flokkin og kommunu­ lækni, og hann hevur strongt á myndugleikarnar um at fáa eina skipan í verk í Føroyum, har kommunulæknar fáa heim­ild at geva sjúklingum við ávísum sjúkum, viðger við heilivági við kannabis. Næsta ár fara tey undir eina slíka roynd í Danmark og Jenis av Rana hevur strongt á Sirið Stenberg, lands­stýriskvinnu í heilsu­ mál­um, um at krøkja Føroyar upp í hesar royndirnar. Sirið Stenberg hevur alla tíðina sagt, at hon tekur onga avgerð, fyrrenn hon hevur fingið eitt tilmæli um spurningin frá serkunn­ leika­num á økinum, sum er Landsapotekarin og Lands­ læknin. Tað tilmæli hevur hon fing­ið, men hjá teimum, sum vilja hava meiri heili­ vág við kannabis til Før­oya, er tilmæli eitt vónbrot, tí Lands­læknin og Lands­ apotek­arin mæla frá at broyta skipanina sum nú er. Ongin hevur biðið um broytingar Teir báðir, Henrik L. Hansen, landslækni, og Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, vísa á, at yvirlæknar á Lands­ sjúkra­húsinum kunnu longu sum er, geva sjúklingum ávís sløg av heilivági við kannabis í. Í hesum sambandi hava ávísir yvirlæknar á Lands­ sjúkrahúsinum fingið loyvi frá landslæknanum at geva sjuklingum kannabis-heili­ vág. Tað verður givið sjúkl­ing­ um við sklerosu kannabis- heili­vág við fyri krampar, um­framt at sjúklingar við krabba­meini kunnu fáa heili­ vág við kannabis fyri kvalma og pínu. Men yvirlæknar kunnu eisini fáa loyvi til at geva ávís­um sjúklingum annan heili­vág við kannabis enn tann, sum longu nú er skrá­ settur. Og teir leggja afturat, at ongin hevur kunnað teir um, at tørvur er at broyta hesa manna­gongdina. Ein avgerandi munur Í summum kannabis heili­ vági eru tey rúsandi evini, kanna­binol, tikin burtur úr, so at heilivágurin ikki er rúsandi. Tað merkir, at bara kannabidiol eftir í heili­vági­ num. Landslæknin og Lands­ apo­tekarin vísa á, at kanna­ bi­diol er ikki rúsandi og tað er tann stóri munurin á kannabis-heilivági við kanna­bidiol, og á øllum øðr­ um kannabis heilivági, sum er rúsandi, og sum so­statt eisini er turvelvandi. Teir vísa eisini á, at enn hevur einki land í heiminum góð­kent, at rátt kannabis verð­ur brúkt sum heilivágur, og tískil eru heldur eingi vísinda­lig prógv fyri at tað hjálpir. Og heilivágsráðið í Dan­mark heldur somuleiðis, at tað er ikki vísindaligt grund­arlag fyri at geva loyvi til, at rátt kannabis kann gevast sum heilivágur. Tvørtur ímóti er tað væl prógvað, at tað er heilsu­ skaði­ligt at taka kannabis í longri tíð. Tað elvir eisini til álvars­ligar heilsuskaðar. Hinvegin vísa nýggjar, og umfatandi, vísindaligar kann­ingar í USA, at tað eru rættiliga fáar sjúkur, og fáar støður, har fullgóð prógv eru fyri, at kannabis-heili­ vág­ur hjálpir. Eitt nú er ein av niðurstøðunum, at tað eru ongi, ella í hvussu so er ikki nøktandi, prógv fyri, at kanna­bis hjálpir sjúklingum við krabbameini og skizo­ freni, nakað sum helst. Eisini danska Heilivágs­ ráðið vísir á, at granskingin á økinum er avmarkað og niðurstøðan er, at sum heild eru ikki nøktandi prógv fyri, at nakað serligt gagn er í kannabis-heilivági. Avmarkað tal av sjúklingum Annars hevur Fólkatingið nú samtykt, at í Danmark skulu tey fara undir royndir við kannabis-heilivági næsta ár. –  Men av tí tað ikki eru nøktandi prógv fyri, hvussu stórt gagn er í tí, er tað eisini ein partur av politisku semju­ni í Fólkatinginum, at van­ligur heilivágur skal vera roynd­ur áðrenn farið verður undir at brúka kannabis- heili­vág. Annars er niðurstøðan hjá danska heilivágsráðnum, at heilivágur við kannabis kann verða givið sjúk­ling­um við sklerosu. Sjúk­lingar, sum eru lamm­aðir, og hava krampa­ herð­indi, kunnu eisini fáa kannabis-heili­vág. Og somu­ leiðis kann heili­vág­u­rin gev­ ast fyri varandi pínu, eitt nú hjá sjúklingum við krab­ba­ meini, har vanligur heili­vágur ikki virkar. Og at enda heldur Heili­vágsráðið í Dan­mark, at sjúklingar, sum hava kvalma av kemoterapi, kunnu fáa kanna­bis-heilivág, tá ið van­ ligur heilivágur ikki hjálpir. – Sostatt er tað bara eitt rættiliga avmarkað tal av sjúklingum í Danmark, sum vera við í hesi royndini við kanna­bis-heilivági, siga Lands­læknin og Lands­apo­ tek­arin. Ongin grund til broyting Niðurstøðan hjá Lands­ læknanum og Lands­djóra­ lækna­num, er, at tað ikki eru full­góð prógv fyri, at viðger við kannabis-heilivág hevur nakran serligan týdning í sjúklingaviðgerð. Hinvegin er niðurstøðan eisini, at við­ gerð við kannabis-heilivági kann hava álvarslig hjáárin við sær. Og teir vísa samstundis á, at longu sum er, eru tað fleiri møguleikar fyri at geva sjúklingum í Føroyum heili­vág við Kannabis. Og koma fleiri sløg av kanna­ bis-heilivági fram, har nøktandi prógv eru fyri, at tey hjálpa, kunnu tey eisini verða tikin í nýtslu Før­oy­um, siga Landslæknin og Lands­ apotekarin. Tí halda teir, at í løtuni er tørvurin á kannabis-heili­ vági, nøktaður í Føroyum. Og hóast tey nú fara undir eina royndarverkætlan í Dan­ mark við kannabis- heili­ vági, halda Landslæknin og Landsapotekarin ikki, at tað er nøkur orsøk til at fara und­ir eina slíka roynd í Før­ oy­um eisini. Fáa neyvan betri atgongd til kannabis-heilivág í Føroyum Arbeiðið at lata sjúklingar í Føroyum fáa betri atgongd til heilivág við kannabis, hevur fingið eitt álvarsligt skot fyri bógvin, tí serkunnleikin vendir tummilin niður HEILIVÁGUR VIÐ KANNABIS VÁNALIG PRÓGV Tað eru eingi sannførandi prógv fyri, at heilivágur við kannabis hevur nakran serligan týdning. Tvørtur ímóti er tað væl prógvað, at heilivágur við kannabis kann hava álvarslig hjáárin, siga Landslæknin og Landsapotekarin