mánadagur 2. oktober 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
Áki Bertholdsen
Áðrenn árið í ár er farið,
ætlar Sirið Stenberg, lands
stýriskvinna í heilsumálum,
at taka støðu til, í hvussu
stóran mun, heilivágur við
kannabis skal vera til taks
hjá sjúklingum í Føroyum.
Tað
segði
landsstýris
kvinnan við www.in.fo nú
ein dagin.
Tvær ferðir í ár hevur
spurningurin um at geva
sjúklingum
í
Føroyum
lættari atgongd til heilivág
við kannabis, verið til um
røðu í Løgtinginum.
Serliga er tað Jenis av
Rana, tingmaður fyri Mið
flokkin, sum hevur varpað
ljós á málið. Hann er eisini
kommunulækni og hann
heldur, at tað er ongantíð
ov skjótt, at tað tað verður
skipað soleiðis fyri, at, at
fleiri føroyskir sjúklingar
fáa atgongd til heilivág við
kannabis.
Lítlar vónir
Higartil hevur Sirið Stenberg
gjørt greitt, at hon kann ikki
taka støðu í málinum fyrr
enn hon hevur fingið eitt
læknafakligt
tilmæli
frá
landslæknanum og lands
apotekarunum.
Sum tað sæst í hinari
greinini her á síðunum,
hevur hon nú fingið tað til
mælið, men hon sigur, at enn
hevur hon ikki havt stundir
til at seta set inn í tað.
Men hon leggur afturat,
at í næstum fer hon at seta
seg saman við læknafakliga
serkunnleikanum at viðgera
tilmæli og so verður ein av
gerð tikin.
Hon sigur, at hon ætlar at
avgerðin verður tikin áðrenn
árið í ár er farið, og hon sigur
eisini við okkum, at hon
ætlar at fylgja læknafakliga
tilmælinum um, hvat er best
fyri sjúklingin.
Tað sama segði hon eisini,
tá ið Løgtingið umrøddi
spurningin.
– Vit hava heilsumyndug
leikar at ráðgeva okkum, og
tað eru teimum, vit skulu
lurta eftir, segði hon ta ferð
ina.
Men heldur hon fast við,
at hon fer at fylgja heilsu
fakliga tilmælinum, skulu
sjúklingar í Føroyum ikki
gera sær stórar vónir um at
fáa lættari atgongd til heili
vág við kannabis, tí sum tað
eisini sæst í hinari greinini,
mæla
Landslæknin
og
Landsapotekarin frá at gera
nakrar broytingar.
Tað ber til
Eins og heilsufakligi ser
kunnleikin sigur í sínum
tilmæli,
staðfestir
Sirið
Stenberg eisini, at støðan er
kortini ikki tann í Føroyum,
at sjúklingar eru púra úti
hýstir frá at fáa heilivág við
kannabis.
– Í samráð við yvirlæknar,
hava ávísir sjúklingar fingið
heilivág við kannabis, og í
nógvum førum hava roynd
irnar verið góðar, sigur hon.
Serliga eru tað sjúklingar
við ólekjandi krabbameini,
sum hava fingið kannabis-
heilivág við góðum úrsliti.
Eisini hevur tað borið
til at givið sjúklingum við
sclerosu heilivág við kanna
bis fyri pínufullar krampar
tá ið annar heilivágur ikki
hevur virkað, sigur Sirið
Stenberg.
Men ein spurningur, støða
nú skal takast til, er, um
kommunulæknar skulu fáa
heimild at geva sjúklingum
við ávísum sjúkum, heilivág
við Kannabis, ella um tað
framhaldandi
bara
skulu
vera serlæknar, sum fáa
heimild at geva slíkan heili
vág.
Støða skal eisini takast
til um tað skulu verða fleiri
bólkar at sjúklingum, sum
skulu fáa atgongd til heilivág
við kannabis.
– Hetta er ein spurningur,
vit ikki sleppa undan at taka
støðu til, sigur Sirið Sten
berg.
Tá ið Løgtingið umrøddi
málið, varð eisini ført fram, at
í Danmark er tað ein politisk
avgerð, at nú skal farast
undir eina royndarverkælan,
har fleiri sjúklingar fáa við
ger við kannabis.
Og
løgtingslimir
róðu
eisini fram undir, at løg
tingið skuldi eisini taka eina
politiska avgerð um at fara
undir slíkar royndir í Før
oyum eisini.
Sjálvir hava kommunu
læknar ført fram, at sum
støðan er nú, er tað so tvør
ligt hjá sjúklingum at fáa
fatur á heilivági fyri kanna
bis, at ongin hættar sær
undir tað. Og orsøkin er
tann, at tað eru bara nakrir
fáir yvirlæknar, sum hava
heimild at geva teimum tað
og í summum førum skal
eisini serloyvi fáast til tað
frá Landslæknanum.
HEILIVÁGUR VIÐ KANNABIS
Avgerðin
verður helst
tikin í ár
Eg ætli mær at fylgja heilsufakligu tilmælunum
um heilivág við kannabis í Føroyum, sigur Sirið
Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum
Tað eru
teimum,
vit skulu
lurta eftir
Ger hon
álvara av
ætlanini
at fylgja
tilmælinum,
skulu
sjúklingar
í Føroyum
ikki gera
sær stórar
vónir
SLEPPA IKKI UNDAN
– Hetta er ein spurningur, vit ikki sleppa undan at taka støðu til, sigur Sirið Stenberg,
landsstýriskvinna í heilsumálum. Og hon leggur afturat, tað ætlar hon at gera skjótt