Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hvat er tín yndisbók: Tað er Meistarin og Margarita hjá russiska rithøvundanum Mikhail Bulgakov. Tað er ein skaldsøga um tá djevulin kemur til Moskva. Alt fer upp í luftina. Skaldsøgan var upprunaliga bannað í Russlandi, tá Bulgakov útgav hana. Hetta er ein, ið man tímir at lesa umaftur og umaftur. Hvønn bý kundi tú hugsa tær at vitja? Eg kundi væl hugsa mær at fari til Buenos Aires í Argentina fyri at læra at dansa tango. Hallur av Rana Í 2012 stóð Sif Gunnarsdóttir við eitt vegamót. Undan­farnu tíggju árini hevði hon starvast í Visit Reykjavik, harav tey síðstu fimm árini sum stjóri, og hóast talan var um eitt fjølbroytt og stuttligt starv, so kendi hon á sær, at henni tørvaði eina nýggja av­bjóð­ing. Umstøðurnar vóru rættar fyri at royna nakað nýtt. Børn­ini vóru øll blivu vaksin, og tað síðsta var júst flutt heimanífrá at búgva í einum studentabústaði, so tað var einki, ið forðaði henni at royna nakað nýtt. At byrja við gjørdi hon tó einki við kensluna, men tá hon ein dagin sá eina starvs­ lýsing, har søkt varð eftir einum nýggjum stjóri til Norðurlandahúsið í Føroy­ um, kveikti tað ein áhuga í henni. - Maður mín hevði júst verið í Føroyum í samband við badminton, og var púra berg­tikin av landinum, tá ið hann kom heim aftur. Hann gavst ikki at tosa um hetta fantastiska staðið og tað blíða fólkið. So eg hugsaði, at hetta kanska var nýggja av­ bjóðingin, ið eg leitaði eftir, sigur Sif Gunnarsdóttir. Ein umsókn bleiv send av­stað og av 50 umsøkjarum fall valið á hana. Sostatt bar í bandi, at Sif Gunnarsdóttir í januar 2013 legði leiðina til Føroyar fyri fyrstu ferð, har ein nýggj avbjóðing sum stjóri bíðaði henni. Og tað er ein avgerð, hon er glað fyri. - At sita her í Norður­ landa­húsinum er ein luksus støða. Eg kann ikki ímynda mær eitt betri starv enn júst hetta. Tað hevur verið fantastiskt, sigur Sif Gunnars­dóttir. Eitt umboð fyri Norðurlond Aftaná at hava sitið í fýra ár sum stjóri í størsta mentan­ ar­húsi­num í Føroyum, hev­ ur Sif Gunnarsdóttir eisini fingið eina greiða fatan av, hvønn leiklut Norður­landa­ húsið skal hava í føroyska sam­felagnum. - Norðurlandahúsið skal vera eitt norðurlendskt hús. Vit skulu uppfylla okkara høvðusendamál, sum er at vera pallur fyri norður­ lendskari list og mentan, at vera húsið, ið veitir pláss til tað besta innan før­ oyska list og mentan, um­ framt at vit skulu hjálpa at varpa ljós á føroyska list í Norður­londum, sigur Sif Gunnarsdóttir. Tað er Norðurlendska Ráð­harraráðið, ið varðar av húsi­num, og fær húsið sína fígg­ing frá norðurlendska felagsskapinum og føroyska Mentamálaráðnum. Júst tað, at man fær eina fígging aðrastaðni frá ger, at húsið, umframt at hýsa kendum nøvn­um sum selja væl, eisini hevur møguleika at hýsa øðrvísi og nýskapandi til­ tøkum, ið savna færri fólk. - Vit vilja sjálvandi vísa tað besta av tí besta. Og við sterka norðurlendska stuðli­ num ber til at hýsa tiltøkum, ið eru kostnaðarmikil og av høgari góðsku. Tí kunna vit fáa framúrskarandi norður­ lendsk listafólk hendan veg­ in, hóast tey tiltøkini ikki altíð geva yvirskot. Men tá tað er sagt, so hava vit eisini tørv á at skipa fyri tiltøkum, ið geva pengar í kassan, sigur Sif Gunnarsdóttir. Fylla húsið við børnum Av teimum tiltøkum, ið eru sett á breddan síðan Sif Gunnars­dóttir tók við stjóra­ starvi­num, er hon ser­liga err­in av árliga barna­festi­vali­num. - Eg eri øgiliga glað fyri barna­festivalin, ið vit hava havt fýra ár á rað. Tá gera vit alt húsið til eitt mentanarhús fyri børn. Alt sum gongur fyri seg hesar dagarnar er fyri børn, og okkurt er til børn í øllum aldrum. Tað hevur eydnast ótrúliga væl, sigur Sif Gunnarsdóttir. Norðurlandahúsið er í hesum døgum karmur um Land í Eygsjón, har tað á hvørjum ári verður varpað ljós á ymisk norðurlond, hesaferð er tað Svøríki, og nevnir Sif Gunnarsdóttir eisini tað, sum eitt av til­ tøkun­um, ið hon er glað fyri, men leggur afturat. - Men eg eri ein persónur, ið livi í løtuni. Tað merkir, at tað er altíð tað, ið eg geri beint nú, ið eg haldi vera tað mest spennandi, sigur Sif Gunnars­dóttir. Øll kenna húsið Eitt sum Sif Gunnarsdóttir skjótt varnaðist, tá hon kom til Føroyar, var at øll kendu til hennara arbeiðspláss, og tey flestu høvdu eisini onkra mein­ing um tað. - Tað er ein fantastisk støða at vera í sum stjóri. Man kann ikki uppliva størri luksus í einum mentanarhúsi enn tað, at øll vita man er til, sigur Sif Gunnarsdóttir. Men hóast flestu før­oy­ ing­ar kenna til Norður­landa­ húsið, so vísir ein brúkara­ kann­ing, ið varð gjørd í summ­ar, at tað eru nógv, ið ikki vitja húsið. - Tað eru tey, sum eru nærmast Norður­landa­húsi­ num, ið vitja oftast. Longri burtur man býr í landinum, sjáldnari koma tey í húsið. Og longri burtur ein býr, størri er tendensurin at hugsa, at Norðurlandahúsið er nak­ að fyri mentanarelituna. Okkara stóra uppgáva er at fáa í lag ein betri dialog við hesi, ið ikki brúka húsið. Tey sum hava eina meining um húsið og programmið, ið kanska ikki passar, sigur Sif Gunnarsdóttir, og leggur afturat tað, ið verður gjørt fyri at tekkjast einum so breið­um málbólki sum gjør­ligt. - Vit royna at hava eitt umfatandi programm við eini blanding av tónleiki, bók­ment­um, filmi, mynda­list og sjónleiki, og spenna vit frá barnadansi til opera­tón­leik og alt har­ímillum. Har­um­ framt royna vit at koma út um landið við at samstarva við onnur mentanarhús kring landið, so sum Spaniar­ stovu í Klaksvík, Listastovan í Miðvági og Løkshøll í Runa­ vík, Norðurlendski samleikin Sum stjóri í Norður­landa­ húsinum verður Sif Gunnars­ dóttir eisini auto­mat­iskt ein av fremstu for­sprákarunum fyri týdn­inginum av norður­ lendska sam­starvi­num. Og tað er nakað serligt við Norð­ ur­lond­um, sambært stjóra­ num. - Tað er ótrúliga imponer­ andi at hugsa um, at tá man hyggur eftir hesum fimm londunum, pluss tey trý sjálvstýrandi økini, at tey eru í búskaparliga heims­ toppi­num. Vit hava eina felags søgu, og fyriuttan Grøn­land og Finland, so hava tungumálini sama upp­runa. Vit hava ikki havt eitt innanhýsis kríggj í hesum heimsparti í fleiri hundraðtals ár. Tað sigur eitt sindur um serliga støðuna í Norður­londum, sigur Sif Gunnars­dóttir, og leggur afturat. - Hyggur man víðari eftir Norður­londum, so hava vit væl­ferðar­samfelagið, javn­ støða er millum kynini, minni­luta­bólkar fáa rættindi o.s.fr. Vit hava seinastu nógvu hundrað árini drigið somu linju, hóast vit eru so ymisk. Tað sum vit sum lond eiga til felags, er størri og sterk­ari enn tað, ið vit eru ólík í. hallur@sosialurin.fo ØLL HAVA EINA MEINING UM NORÐURLANDAHÚSIÐ - Longri burtur ein býr, størri er tendensurin at hugsa, at Norðurlandahúsið einans er nakað fyri mentanarelituna. Okkara stóra uppgáva er at fáa í lag ein betri dialog við hesi, ið ikki brúka húsið. Tey sum hava eina meining um húsið og programmið, ið kanska ikki passar. Tað sigur Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum