Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 UNDIR FÝRA EYGUM Taxasjaførarnir skiltu meg Hóast Ísland og Føroyar eru brøðratjóðir og málið líkist, so var tað ikki so lætt at samskifta við føroyingar, ið Sif Gunnars­dóttir upp­runa­ liga væntaði, tá hon tók við starvinum sum stjóri í Norður­landahúsinum. - Eg helt tað fór at vera lætt at læra føroyskt, men tað var tað ikki, og før­oy­ ingar skiltu heldur ikki ís­lendskt. Fyrstu vikuna komu nógv fólk á gátt at ynskja mær vælkomnari og tillukku við nýggja starvi­ num, og nærum øll løgdu dent á, at eg bara kundi tosa íslendskt við tey, tí før­oyingar og íslendingar skilja hvønn annan. Tað var skjótt eg fann út av, at tað ikki passaði, sigur Sif Gunnars­dóttir og flennur. Tað var tó ein bólkur av fólkum, ið skiltu hana, tá hon tosaði á sínum móður­ máli. - Taxasjaførarnir skilja meg. Man kemur inn í bilin og verður alt fyri eitt spurd, um man er jauari, og so tosa teir út í eitt á íslendskum, sigur Sif Gunnars­dóttir. Fyrstu árini í Føroyum valdi Sif Gunnarsdóttir tískil at samskifta á donsk­ um, so at fólk skiltu tað, ið hon hevði á hjarta. Men tað ásannaði hon skjótt, at tað gekk ikki í longdini. - Aftaná tvey ár hugsaði eg, at tað var ov býtt, at eg sum íslendingur í Føroyum gekk runt og tosaði danskt. So heldur at tosa rætt danskt, so tosi eg nú heldur skeivt íslendskt. Eg vil lýsa tað sum eina blanding av før­oysk­um, íslendskum og donsk­um, men nú skilja tey flestu meg, sigur Sif Gunnars­dóttir. UM Sif Gunnarsdóttir Sif Gunnarsdóttir er fødd í Reykjavík 25.05.1965 og er í parlagi við Ómar Sigurbergsson. Sif Gunnarsdóttir hevur eina BA útbúgving í donskum máli og bókmentum úr Háskúla Íslands og eina MA útbúgving innan kulturformidling frá Odense Universitet. Áðrenn hon bleiv stjóri í Norðurlandahúsinum hevði Sif Gunnarsdóttir starvast í tíggju ár í Visit Reykjavík, fyrst sum leiðari fyri konsertum og tiltøkum og síðstu fimm árini sum stjóri. Harumframt hevur hon áður starvast sum journalistur í Íslandi. Hvat er vakrasta stað í Føroyum? Ein tann besta løtan hjá mær í Føroyum var ein gongutúrur út til Vitan á Kallinum saman við starvsfólkunum í Norðurlandahúsinum. Útsýnið var heilt ótrúliga vakurt og man sá Gjógv frá eini nýggjari síðu. Veðrið var eisini serstakliga gott, so øll ferðin var bara ein ordans WOW-uppliving. Hvat gert tú, tá tú skalt taka tær av løttum? Lesi eina bók, lurti eftir tónlist ella gangi ein túr.