Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Fríggjadagin hevði Sosialurin prát við Boga Jacobsen, stjóra á Varð­ anum Pelagic, har stjórin vísti á, at tað fer at verða ógvuliga trupult at fáa alla norðhavssildina - 125.597 tons tilsamans - fiskaða, land­aða og virkaða til matvøru í oktober og november, sum er tíðin, tá norð­ havssildin vanliga verður fiskað. Bogi Jacobsen vísti eisini á vandan fyri, at ein partur av norð­ havssildini kann enda sum fiska­ føði heldur enn mannaføði, tí skipini hugsandi kunnu koma at liggja ov leingi og bíða eftir land­ ingar­tørni, nú Varðin Pelagic á Tvør­oyri brann og ikki tekur ímóti fiski í hesum árinum. Varðin í Gøtu hevur tí ynskt, at ein partur av eginkvotunum hjá skipum felagsins kunnu flytast til næsta ár. - Hetta ger ikki, at meira verður fiskað, tí kvoturnar verða tær somu. Hugsandi verður sildakvotan næsta ár væl minni enn í ár, og tí kann tað eisini hava týdning, at ikki so stórar nøgdir koma á markn­að­ in­um í ár, sum útlit eru til, nú heild­ ar­kvotan í ár er so stór, siga tey hjá Varðanum í Gøtu. Virkini klára sildina Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos í Fuglafirði, sigur, at hann er ikki samdur við Boga Jacobsen, stjóra á Varðanum Pelagic. - Virkini, sum koyra í løtuni, klára væl at framleiða alla sildina, sum skal fiskast og landast. Hann undrast yvir úttalilsini hjá Boga Jacobsen og spyr, hví Varðin í Gøtu keypir 12000 tons av sild, tá teir ivast í, um sildin kann fáast til høldar. - Eg haldi ikki, at hetta hongur saman hjá Boga Jacobsen, og tí trúgvi eg heldur, at endamálið hjá hon­um við at fáa kvotur fluttar yvir um ársskiftið er, at aðrir fram­ leið­arar ikki skulu fáa hendur á hesi sildini. Fríðin Ziskason sigur, at mót­ tøku­orkan – uttan Varðan Pelagic – er umleið 1800 tons um sam­døgnið. - Haraftrat eru smærri virkir, sum kunnu virka sild, umframt tey frysti­skip, sum eru. Virkisleiðarin á Pelagos í Fugla­ firði metir, at tað framvegis er yvirkapasitetur á móttøkusíðuni. - Tí er eisini pláss fyri ill­veðurs­ døgum í sildatíðini. Tískil haldi eg ikki, at neyðugt er av hesi orsøk at flyta kvotur av norðhavssild til næsta ár, sigur Fríðin Ziskason. Øll mugu viðfarast á sama hátt Vilmund Jacobsen Høgni Hoydal, landsstýris­mað­ ur í fiskivinnumálum, sigur, at Fiski­málaráðið fer at koma við einum svari upp á ynskini hjá Varðanum í Gøtu um at flyta sildakvotu frá 2017 yvir um ársskiftið til 2018. - Men, áðrenn eg kann siga nakað endaligt, mugu vit sjálv­sagt hyggja eftir, hvat eitt nú altjóða avtalur siga, og vit mugu syrgja fyri, at øll verða viðfarin eins. Høgni Hoydal sigur, at hann skjótt fer at koma við ein­ari frá­boðan, soleiðis at øll vinn­an veit, hvat hon hevur at fyrihalda seg til í heyst. Seinasta mikudagin sendi Bjarni Hammer, formaður í vinnu­nevnd løg­tingsins, út eina viðmerking um júst hesi viður­skifti. - Skulu virðini ikki fara fyri skeytið, má lands­stýris­ mað­urin í fiski­vinnumálum loyva at flyta fittan part av kvotunum yvir­um til næsta ár, segði vinnu­nevnd­ar­for­ mað­urin. vilmund@sosialurin.fo SPÆLIPLÁSS: Býráðið í Eysturkommunu hevur samtykt at byggja út spæliplássið í skúlanum við Gøtugjógv fyri tilsamans 1,5 miljónir krónur. Spæliplássið verður 650 fermetrar stórt, og tað verður Blika, sum kemur at standa fyri arbeiðnum. Ólagaligt við streymi og veðri Einki bendir á, at hetta verður ein vika við nógvum línu-og útróðrarfiski Vilmund Jacobsen Eitt línuskip kemur inn at landa fyrst í hesi vikuni. Skipið hevur fiskað í íslendskum sjógvi og hevur eina blanding av toski, brosmu og kongafiski. Fríggjadagin vóru fýra línu­ skip til fiskiskap undir Føroyum. Tey fiska longu og brosmu. Har­ aftrat er eitt línuskip á Íslands­ rygginum, sum fiskar tosk og svartkalva. - Øll skipini eru nýliga byrjaði túr, og tí er ivasamt, um nakað av hesum skipum kemur inn at landa í hesi vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya vistu tey fríggjadagin at siga, at bara eitt av frystilínuskipunum er til fiskiskap í løtuni. - Streymurin harðnar út á vik­ una, og veðrið verður ikki nakað serligt. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðrarfiski teir næstu dagarnar, siga tey á Fiska­ marknaði Føroya. Bakteriur eru funnar í drekkivatninum í Hósvík og Haldarsvík. Fólk verða bidnir um at kóka vatnið, og kunngjørt verður, tá vatnið er reint aftur. Virkini klára at virka alla sildina til matna Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos í Fuglafirði, sigur, at virkini, sum koyra í løtuni, umframt tey frystiskip, ið eru, klára væl at framleiða alla norðhavssildina Fríðin Ziskason, virkisleiðari á Pelagos í Fuglafirði, sigur, at móttøkuorkan – uttan Varðan Pelagic – er umleið 1800 tons um sam­døgnið. Haraftrat eru smærri virkir, sum kunnu virka sild, umframt tey frystiskip sum eru