mánadagur 2. oktober 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
Smáligur fiski
skapur hjá
garnaskipunum
Meðan partrolarar hava brúkiligan
fiskiskap, er fiskiskapurin hjá
garnaskipum smáligur
Vilmund Jacobsen
Flestu partrolarapør eru til
fiskiskap. Tey hava brúki
ligan upsafiskiskap, men fáa
ítið av hjáveiði. Møguliga
landa tvey pør í dag, og síðan
koma nøkur seinni í hesi
vikuni. Tvey partrolarapør
liggja við bryggju.
Tveir djúpvatnstrolarar
fiska upsa, og ein er á djúp
um vatni og fiskar svart
kalva og kongafisk.
Tveir frystitrolarar fiska
eisini svartkalva.
Fríggjadagin, tá tey á
Fiskamarknaði
Føroya
gjørdu sínar metingar fyri
hesa vikuna, lógu allir teir
smáu trolbátarnir.
Ivasamt er, nær trolbát
arnir loysa aftur, tí veður
vánir eru ivingarsamar.
Trý garnaskip eru til
fiskiskap eftir svartkalva.
- Fiskiskapurin hjá garna
skipum er smáligur, men
væntandi koma øll garna
skipini inn at landa hesa vik
una, siga tey á Fiskamarkn
aði Føroya.
Leygardagin
flettu tey 20 veðrar
og 16 lomb á
Skemmugarðinum á
Sandi, og skurðurin
var góður. Her er tað
Ása Winther, sum
tømir vembur
Minni av
sild og
makreli
Vilmund Jacobsen
ICES hevur latið
tilmæli fyri, hvussu
nógv kann fiskast
av svartkjafti,
norðhavssild og
makreli í 2018.
Talan er um eina
lækking í kvotunum
av silf og makreli,
og ein lítil hækking
fyri svartkjaft
samanborið við 2017.
ICES vísir á, at
svartkjaftur heldur
tørn, tí nógvir góðir
árgangir hava verið
seinastu árini. Tó
verður 2016-árgangurin
mettur at vera undir
miðal, og tí kann
roknast við einari
minking í tilráddu
kvotunum fyri 2019.
Norðhavssildin er í
minking, og soleiðis
hevur verið seinastu
árini. Tað er tilgongdin
sum svíkur.
ICES vísir á, at eingin
góður árgangur
hevur verið síðan
2004. Tó royndist
2009-árgangurin
hampiliga væl, og
vónir eru eisini um,
at 2013-árgangurin
er hampiliga góður.
Fyri makrel eru
fleiri orsøkir til
stóru lækkingina í
ICES-tilmælinum
fyri komandi ár.
Ein orsøk er, sigur ICES,
at stovnsmetingin
varð endurskoðan fyrr
í ár, og hetta førdi til
eina lægri meting av
stovninum enn tað,
sum stovnsmetingin
í 2016 vísti.
- Eisini sær út til, at
nógv verður fiskað í
2017 í mun til endaliga
tilmælið. Hetta er
tíð, at londini ikki
eru samd um býtið
av makrelinum og tí
ásettu egnar kvotur.
ICES sigur, at ásettu
kvoturnar eru munandi
hægri enn tilmælið.
- Haraftrat var
ein rætting gjørd í
tilmælinum í januar
2017, tá strandalondini
longu høvdu ásett
TAC, grundað á
upprunaliga tilmælið,
sum var 15 prosent
hægri enn endaliga
tilmælið, sigur ICES.
Meira kann lesast um
tilmælið hjá ICES fyri
uppsjóvarfisk fyri
2018 um heimasíðuna
hjá Havstovuni
– www.hav.fo
vilmund@sosialurin.fo
FERNISERING: Mikudagin 4.
oktober klokkan 17 verður
fernisering á Café Manna í
Vágum, har 20 ára gamli,
Magnus Lydersen, fer at
hava sína fyrstu almennu
framsýning við myndlist.
Undir ferniseringini fer
Vinjard Egilsnes Petersen at
undirhalda við klaverspæli
Dagurin í Trøðum
eydnaðist sera væl
Fríggjakvøldið var illfýsið veður, og soleiðis
var eisini sunnudagin og sunnukvøldið. Men,
leygardagin, tá eplafestivalurin varð hildin í Trøðum
á Sandi, var veðrið einki at seta fingurin á
Vilmund Jacobsen
Eplafestivalurin
verður
í
fyrsta lagi fyriskipaður fyri
at hátíðarhalda vøkstur og
framleiðslu.
Á veitsluni, sum byrjaði
tíðliga um kvøldið, varð borð
reitt við nýflettum lambs
kjøti og grønmeti úr góð
um og lokalum rávørum úr
Sandoynni.
Aftur í ár varð eplafesti
valurin sera væl vitjaður, og
í Trøðum vóru fólk úr ym
iskum heraðshornum í Før
oyum.
Longu klokkan 10 leygar
morgunin vóru sølutorg við
heimavirkaðum vørum og
úrdráttum, har eisini var
høvi at keypa bæði nýflett
lambskjøt og alskyns grøn
meti.
Á skránni var djóragarð
ur, gøtuframførsla hjá skúla
næmingum, og her vóru
filmssýningar, mótasýning
og kappingar.
Stórt borðhald – ella
heystgildi – sum tey rópa tað,
var leygarkvøldið, og síðan
var dansur alla náttina við
Flemmingi og vinmonnum.
Eisini í Sands kirkju var
tiltak, og hetta var ein takk
argudstænasta fyri grøðina
við Havstein Klein, sókn
arpresti.
Við gudstænastuna lut
tóku børn sum bóru grøði
fram í kór.
Gjøgnum allan dagin –
heilt frá morgni til myrkust
– var nógv fólk í Trøðum, og
øll eru samd um, at tiltakið
hesaferð
eydnaðist
fyri
myndarliga.