mánadagur 2. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
At fáa Sjálvstýri
sum viðspælara
til fíggjarlógina
er tað politiskt
mest hegnisliga,
sum hendan
samgongan
hevur gjørt
Árni Gregersen
GREINING: Føroyar eru best
kendar fyri blokkpolitikk.
Tá ið ein samgonga er
gjørd, so er tað vanligt, at
hon rekur sín egna politikk.
Andstøðan verður so at siga
ongantíð boðin við.
Soleiðis er tað eisini, tá ið
uppskot um fíggjarlóg verð
ur lagt fram. Tá er tað so at
siga altíð samgongan, sum
kemur við uppskotinum,
men viðhvørt kemur and
støðan so við sínum egna
uppskoti.
Hetta verður tó ikki gjørt
so nógv nú, tí øll vita upp á
forhond, at avtalurnar eru
so fastar, at samgongufólk
atkvøða fyri samgonguupp
skotinum og andstøðufólk
fyri andstøðuuppskotum.
Fíggjarlógin
er
beina
grindin í menningini av
samfelagnum, so tað er eisini
gjøgnum fíggjarlógina, at ein
samgonga fremur sín poli
tikk.
Tað hendir viðhvørt, at
tá ið fíggjarlógaruppskotið
hevur fingið 1. viðgerð í
tinginum, so fer tað til víðari
viðgerð í fíggjarnevndini. Tá
hendir tað viðhvørt, at sam
ráðingar føra til, at onkur
andstøðuflokkur tekur und
ir við uppskotinum hjá sam
gonguni.
Seinast sóu vit tað, tá
ið Miðflokkurin tók undir
við
samgonguuppskoti
num í fíggjarlógini, sum er
galdandi fyri í ár. Tá ið slíkt
hendir, so er tað vanliga tí,
at andstøðuflokkurin fær
okkurt av sínum hjartamál
um ígjøgnum afturfyri at
taka undir við samgongu
uppskotinum.
Fyrstu ferð
Tað sum er heilt óvanligt er,
at ein andstøðuflokkur tekur
undir við uppskotinum hjá
samgonguni, longu tá ið upp
skotið verður lagt fram.
Tað er hent nú.
Longu tá ið fíggjarlógar
uppskotið var lagt fram,
boðaði
landsstýriskvinn
an við fíggjarmálum frá, at
Sjálvstýri tekur undir við
uppskotinum.
Sum nevnt verður hetta
gjørt, tí flokkurin fær okkurt
afturfyri. Í hesum føri hevur
formaðurin í Sjálvstýri sagt,
at nakað av íløgum til Klaks
víkar Sjúkrahús eru settar á
fíggjarlógina umfram nakrar
milljónir til Tekniska skúlan
í Klaksvík.
Tað er ikki alment enn,
men hin tinglimurin í Sjálv
stýri, Kári P. Højgaard, hevur
sjálvandi fingið okkurt aft
urfyri, og tað snýr seg um
almenn arbeiðspláss í Eyst
uroynni.
Hetta er prísurin Sjálv
stýri hevur selt seg fyri,
men tað hegnisliga hjá sam
gonguni og samgonguleiðsl
uni er, at tað nú er eydnast
at styrkja um atkvøðutalið
handan fíggjarlógina.
Samgongan
sjálv
telir
bert 16 tingfólk og stuðulin
Sonju Jógvansdóttir.
Hetta ger, at hvør ein
stakur av teimum 17 kann
stilla seg upp sum 17. maður
hjá samgonguni og seta egin
krøv fram – annars atkvøða
tey ikki fyri fíggjarlógini.
Nú telja tey, sum standa
aftan fyri uppskotið um
fíggjarlóg 19.
Hetta styrkir um støðuna
hjá samgonguleiðsluni, sam
stundis, sum tað minkar um
valdið hjá hvørjum einstøk
um tinglimi.
Fyri samgonguleiðaran og
hinar báðar samgongufloks
formennirnar gevur hetta
arbeiðsfrið.
Í ávfísum støðum, tá ið
nógv trýst hevur verið á,
hevur
samgonguleiðslan
kent seg noydda at slaka fyri
krøvum frá einstøkum sam
gongulimum.
Sonja
Jógvandóttir
er
uttanflokka og ikki partur
av samgonguni. Hon hevur
gjørt avtalur við samgong
una um ávís ting, men hon
roynir eisini at leggja trýst á.
Fleiri ferðir hevur hon
sagt og víst á, at hon seriga
arbeiðir fyri at tey veikastu
fáa ein størri almennan
styrk. Millum annað vildi
hon undir samráðingunum
hesaferð hava, at fyritíðar
pensjonistarnir fingu 3.000
krónur afturart um mánaðin.
Sambært uppskotinum til
fíggjarlóg fáa hesi 1000 krón
ur meira um mánaðin at liva
fyri.
Treytirnar
hjá
uttan
flokkakvinnuni gjørdust eitt
sindur harðari, tá ið avtalan
millum samgonguni og Sjálv
stýri var gjørd.
Tað sam er hent fyri onn
ur tingfólk, sum høvdu mál,
sum tey fegin vildu hava
ígjøgnum hesaferð.
Vit eiga ikki at gloyma,
at luttøka í politikki snýr
seg um at hava ávirkan og
menna tey økir, sum ein
sjálvur heldur skulu menn
ast. Tí ljóðar tað ofta, sum
um handlar verða gjørdir í
politikki.
Í veruleikanum snýr tað
seg um at geva og fáa. Fyri at
alt skal ganga upp og vit fáa
eitt samfelag í javnvág, so er
hetta politiska skipanin vit
brúka í Føroyum og í londu
num kring okkum.
Tað sum vit ikki duga so
væl enn er at gera breiðar
politiskar avtalur, sum røkka
tvørtur um samgongu og
andstøðu.
Kanska er hetta ein lítil
byrjan við fíggjarlógini í ár.
Politiskt snildi
tryggjar samgonguni
arbeiðsfrið
Jógvan Skorheim hevur sum formaður fyri Sjálvstýri gjørt avtalu við samgonguna um fíggjarlóg
Aksel V. Johannesen, samgonguleiðari og løgmaður, hevur tryggjað sær og samgonguni
arbeiðsfrið