Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Kappingarárið í føroyskum flogbólti byrjaði hetta vikuskiftið, og merkisvert var tað, at verandi meistararnir – bæði hjá monnum og kvinnum – taptu fyrsta dystin Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Nakrir nýggir sáttmálar eru gjørdir í Effodeildini seinastu dagarnar. B36 upplýsir, at sáttmálin við Benjamin Heinesen er longdur við einum ári. 21 ára gamli vongleikarin hevur í ár havt sítt besta ár í B36, har hann hevur skotið seks mál í Effo­deildini. Eisini Meinhard E. Olsen, sum hevur verið sjónligur síðani hann kom til úr Vendsyssel FF í summar, hev­ur longt um sáttmálan við einum ári. Eisini TB/ FCS/Royn hevur longt um sátt­málan við ein av sínum leikar­um. Talan er um 21 ára gamla Dánjal Godtfred, sum í ár hevur skotið tvey mál fyri felags­liðið. Tann sáttmálin er eisini galdandi í eitt ár. FLOGBÓLTUR Landskappingin í flogbólti fór av bakkastokki um viku­ skiftið. Hjá monnum lut­tek­ ur Ternan ikki longur, og tí eru einans fýra lið við í meistaradeildini har í ár. SÍ og ÍF dystaðust í Sør­vági, og her vóru tað gestir­nir, ið vunnu 3-0 við sett­úrs­ litunum 25-14, 25-23 og 26-24. Í Gundadalshøllini í Havn vann heimaliðið Fleyr somu­ leiðis 3-0, har settúrs­lit­ini vóru 25-22, 25-22 og 25-21. Í meistaradeildini hjá kvinn­ um hevur ein dystur verið hetta vikuskiftið. Hann var í høllini á Giljanesi, har tað var grannauppgerð ímillum føroyameistararnar úr Drátti og SÍ. Dráttur var á sigurskós á odda 2-0 í settum (25-16, 27-25), men SÍ framdi eitt rimmar comeback og vann dystin 3-2 (25-22, 29-27 og 15-12). TB og ÍF skuldi eisini spæla í Trongisvági, men sum skilst, so hevur ÍF tikið liðið úr kappingini. HONDBÓLTUR Odder við Helga H. Hoydal á liðnum heldur fram við sigurs­røðini í næstbestu donsku deildini. Leygardagin vann Odder fjórða sigurin út av fýra møguligum, tá ið teir vóru farnir til Sælands á vitjan hjá Fríða Weyhe og tei­m­um úr Frederikshavn FI. Dysturin endaði 26-23 til Odder eftir at teir eisini høvdu hálvleiksleiðsluna, sum var 13-12. Føroyingarnir vóru báðir eyðsýndir í dyst­i­ num. Fríði Weyhe skeyt tvey mál, meðan Helgi H. Hoydal var ímillum toppskjúttarnar hjá Odder við fýra málum. Hetta vóru fyrstu tvey mál­ ini hjá Fríða í ár, meðan Helgi nú er komin upp á átta mál. Odder er einasta liðið við fullum stigatali eftir fýra dystir og er einsamalt odda­ lið. Frederikshavn FI hevur tvey stig fyri fyrstu fýra dystirnar. Horsens Folkeblad skriv­ ar, at Helgi H. Hoydal var ein av bestu spælarunum á vøllinum hjá Odder hendan dystin. Eisini venjarin hjá Odder, Jacob Knudsen, hev­ ur rósur at bera Helga. - Matias Damgaard hevði ein av­gerandi leiklut, meðan Helgi H. Hoydal vísti hvussu flyt­barur og gløggur leikari hann er, sigur venjarin við Hors­ens Folkeblad. Odder var annars ikki spátt at gerast eitt av oddaliðunum, og venjarin sigur eisini við blað­ið, at teir framvegis halda fast í tí meira varliga mál­setn­inginum, sum er at enda í ovaru helvtini av teim­ um 14 liðunum. Rói Berg Hansen skeyt trý av málunum, tá ið FIF á heimavølli fekk 22-22-javn­ leik ímóti Ajax Køben­havn. Tvey av teimum vóru um­ vegis brotskast. Tað hoyrir við til søguna, at FIF javnaði til endaliga úrslitið tá ið einans eitt sekund var eftir av tíðini. Hálvleiksstøðan var 11-11. FIF, sum er uppflytari, er næstaftast við einans ein­um stigi fyri fyrstu fýra dystirnar. Jónas G. Djurhuus og teir úr HØJ hava ikki spælt um vikuskiftið. Teir spæla sín fjórða dyst í ár á úti­vølli ímóti TMS Ringsted nú mikukvøldið kl.18.30. FORMIL 1 Kappkoyring var í Malaysia í gjár, og har var tað stór­talen­ tið, sum fylti 20 ár leygar­ dag­in, Max Verstappen (Red Bull), sum vann. Hann yvir­hálaði Lewis Hamilton (Mercedes) í fjórða umfari, og hesa leiðsluna helt hann allan vegin til málstrikuna. Sebastian Vettel (Ferrari), sum kappast við Lewis Hamil­ton í samlaðu HM- kapp­ing­ini, byrjaði á aftasta plássi, men koyrdi fram­ úr og endaði nummar fýra. Nummar trý bleiv Daniel Ricciardo (Red Bull). Lewis Hamilton er á odda í samlaðu HM-kappingini við 281 stigum, meðan kapp­ing­ ar­neytin Sebastian Vettel hev­ur 247 stig. Næsta kapp­ ing­koyring verður longu kom­andi vikuskiftið, tá ið koyrt verður í Japan. RÓGVING Føroyski rógvarin, Sverri Sand­berg Nielsen, fekk ikki nakað gott úrslit, nú hann um vikuskiftið umboðaði Dan­mark í HM í rógving í amerikanska býnum, Sara­ sota. Sverri gjørdist í hálv­ finaluni 1, 48 sekund ov sein­ ur til at røkka A-finaluni, og skuldi hann tí heldur lut­taka í B-finaluni í gjár. Hann var einans væl við fyrsti 500 metrarnar, men síðani dragnaði hann og gjørd­ist nummar 12. Danska rógvi­sambandið skrivar, at Sverri, eins og nógvir aðrir á danska landsliðnum, hava havt tað trupult í nógva hita­num. Úrslitið var eitt vón­brot eftir at tað fyrr í ár eydnaðist Sverra at rógva seg í A-finaluna í World Cup- kappingini í Luzern, Sveis. SÚKKLING Torkil Veyhe fær ein heims­ meistara sum liðfelaga. Tað er greitt, nú ColoQuick-CULT hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við danska Julius Johansen. Hann gjørd­ist heims­meistari fyri ung­ling­ ar tá ið kappast varð í norska býnum Bergen herfyri. Hetta var annað árið á rað, at 18 ára gamla stórtalentið vann HM-gull. Boð vóru eisini eftir Julius úr útlondum, men hann ynskti eisini at sleppa at halda fram við at súkkla á breyt innandura, har hann saman við danska lands­lið­ num hevur OL í Tokyo 2020 sum aðalmál. Hetta ynski eftir­líkaði ColoQuick-CULT. Tað er tó ikki greitt, at Torkil Veyhe heldur fram á liðnum. Hann hevur avdúkað fyri Sosialinum, at tvey onnur lið eru áhugað í honum, og at ein avgerð um framtíð hansara verður tikin í næstum. albinus@sosialurin.fo MEISTARAR TAPTU FYRSTA DYSTIN Elisabet Vang sæst her uttast til høgru