mánadagur 2. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Síðani skipanin við tveimum
uppflytarum varð sett í verk,
er tað ongantíð komið fyri, at
tvey lið ikki eru flutt upp.
Ventilurin í skipanini er,
sum tað seinastu vikurnar
so ofta er mint á, at tað
eru bara lið, sum vinna á
heiðursmerki, ið kunnu flyta
upp.
Tað vil siga, at í prinsippi
num er møguleiki fyri, at
einki lið flytur upp. Soleið
is verður tað, um feløg, ið
frammanundan eru umboð
að í bestu deildini, vinna øll
heiðursmerkini í næstbestu
deildini.
Inntil 2005 var skipanin
tann, at besta liðið flutti upp,
og at næstbesta liðið spældi
ímóti næstaftasta liðnum í
bestu deildini. Síðani 2006
hevur skipanin verið tann,
at tvey tey bestu eru flutt
upp, og at nummar trý flytur
upp, um annað av teimum
fremstu frammanundan er
umboðað í bestu deildini.
Øll árini síðani 2006 eru
tvey feløg flutt upp úr næst
bestu deildini, og harvið
eru tvey feløg flutt niður úr
næstbestu deildini.
Torførar treytir
Nú kann tað væl fara at vísa
seg, at bara eitt felag fer at
flyta upp, og harvið at bara
eitt felag fer at flyta niður úr
bestu deildini.
AB tryggjaði sær næst
síðsta
leygardag
pláss
í
fremstu røð, og tað er langt
síðani greitt, at ÍF fer at flyta
niður úr bestu deildini.
B68 er einasti kandidat
urin til seinna uppflytingar
plássið. Hóskvøldið verður
aðalfundur á Svangaskarði.
Á skránni er val av nevnd.
Um nýggja nevndin skal
fara undir fyrireikingar til
nýtt kappingarár í bestu ella
næstbestu deildini er ikki
greitt enn.
Leygardagin tapti B68 1-0
á Svangaskarði ímóti Giza
Hoyvík. Tað ber við sær, at
toftamenn framvegis eru á
fjórða plássi, og nú skulu teir
í tveimum teimum síðstu
umførunum gera eitt rætti
ligt hirs, um teir skulu vinna
plássið í bestu deildini.
B68 hevur 43 stig, og KÍ
er á bronsuplássinum við 46
stigum. Málmunurin hjá B68
er +14, og hjá KÍ er hann +28.
Í síðsta umfari eigur B68 ÍF á
Svangaskarði. Tað er neyvan
nakar ivi um, at B68 fer at
vinna ímóti ÍF. Spurningurin
er, hvussu stórur sigurin
verður.
Um
toftamenn
skulu
hava lagnuna í sínum egnu
hondum,
so
skulu
teir
vinna á Argjum leygardagin
fjúrtanda oktober.
AB og Víkingur dríva á
Leygardagin
vístu
Kári
Reynheim og hansara menn
í AB, at teir ætla sær at enda
kappingarárið við maner. ÍF
var á Argjum, og fuglfirð
ingar løgdu rygg til 9-0 tap.
Bjarki Nielsen setti hol á,
og nú er hann ovast á mál
tindinum við átjan málum.
At fótbólturin í Eystur
kommunu hevur tað heilt
gott varð staðfest leygardag
in, tá ið Víkingur á heima
vøllinum í Leirvík vann 2-0
ímóti teimum næstbestu hjá
NSÍ.
Hetta var fimti sigurin hjá
Víkingi á rað. Nú er Víkingur
stórfavorittur
at
vinna
silvurkrónurnar.
Tað
er
ongantíð komið fyri áður, at
næstbestu víkingarnir hava
vunnið heiðursmerki.
Svarti Per endaði í B36
Suðringar fóru leygarkvøldið
úr Klaksvík við 2-1 sigri, og
Giza Hoyvík vann 1-0 á úti
vølli ímóti B68.
Samstundis
tapti
B36
grannauppgerðina ímóti HB
3-2.
Hesi trý úrslitini bera
við sær, at tað nú er greitt,
at steðgurin hjá næstbesta
liðnum hjá B36 í næstbestu
deildini á hesum sinni verður
bara eitt ár.
B36 hevur 24 stig, Suðring
ar hava 31 stig, og Giza Hoy
vík hevur 32 stig. Harvið er
greitt, at tað verður B36, sum
verður í ferðalagi saman við
ÍF niður í aðru deild.
FÓTBÓLTUR
26. umfar leygardagin 14. oktober
ÍF-B36
NSÍ-HB
Giza Hoyvík-KÍ
AB-B68
Suðringar-Víkingur
Máltindurin
Bjarki Nielsen
AB
18
Aksel Danielsen
KÍ
15
Jobin Drangastein
AB
13
Rói av Fløtum
HB
13
BREKKAN ER
BRØTT HJÁ B68
Treytin fyri at taka plássið í bestu deildini frá 07 Vestur er, at
toftamenn í næstsíðsta umfari vinna fulla úrtøku á Argjum
1. deildin støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
AB
25
19
4
2
84
18
+66
61
2
Víkingur II
25
14
5
6
47
27
+20
47
3
KÍ II
25
14
4
7
61
33
+28
46
4
B68
25
13
4
8
54
40
+14
43
5
HB II
25
10
6
9
58
45
+13
36
6
NSÍ II
25
10
3
12
62
57
+5
33
7
Giza Hoyvík
25
8
8
9
46
46
0
32
8
TB/FCS/Royn II
25
9
4
12
48
64
-16
31
9
B36 II
25
6
6
13
77
58
+19
24
10 ÍF II
25
0
0
25
12
161 -149
0a
KÍ-Suðringar
1-2 (1-1)
0-1: Gutti Kristiansen 2.
1-1: Jógvan Isaksen 38.
1-2: David Müller 83.
Víkingur-NSÍ
2-0 (0-0)
1-0: Asbjørn Svensson 52.
2-0: Elias Lervig 69.
B68-Giza Hoyvík
0-1 (0-0)
0-1: Ahmed Keita 85.
HB-B36 3-2 (2-1)
1-0: Hjalti K. Djurhuus 8.
1-1: Jákup á Borg 9.
2-1: Símun Samuelsen 37.
2-2: Uni Holm Johannesen
48.
3-2: Hans Jákup Annfinsson
65.
AB-ÍF 9-0 (3-0)
1-0: Bjarki Nielsen 11.
2-0: Bárður Olsen 25.
3-0: Filip í Liða 38.
4-0: Sørin N. Samuelsen 54.
5-0: Filip í Liða 66.
6-0: Teitur D. Olsen 68.
7-0: Sørin N. Samuelsen 72.
8-0: Teitur D. Olsen 75.
9-0: Cristian í Garði 89.