mánadagur 2. oktober 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
KAJ LEO LEGÐI
UPP OG SKORAÐI
Kaj Leo í Bartalsstovu átti leygardagin avgerandi leiklut í at
ÍBV tryggjaði sær eitt ár afturat í bestu íslendsku deildini
André Olsen
Tað var stórt trýst á føroysku
landsliðsleikarunum, Jónas
Tór Næs og Kaj Leo í Bartals
stovu, undan seinasta um
farinum í íslendsku deildini
leygardagin.
Felag
teirra
ÍBV var undan dystinum
móti KA Akureyri hótt av
niðurflyting, har eitt tap í
ringasta føri kundi enda við
at ÍBV noyddist at spæla í
næstbestu deildini komandi
kappingarár.
Men tað var eingin sling
ur í valsinum hjá ÍBV leygar
dagin. ÍBV vann dystin móti
KA Akureyri 3-0, og føroyski
Kaj Leo í Bartalsstovu var
millum
avgerandi
leikar
arnar í dystinum. Tað var
annars bara Jónas Tór Næs
av teimum føroysku leikar
unum hjá ÍBV sum leygar
dagin byrjaði inni, meðan Kaj
Leo í Bartalsstovu ikki kom
á vøllin fyrrenn 20 minuttir
manglaðu av dystinum. Men
teir 20 minuttirnar sum Kaj
Leo í Bartalsstovu fekk, gjør
di hann um seg. Hann legði
fyrst upp til 2-0 málið sum
Gunnar Thorvaldsson skeyt,
meðan hann lítla løtu seinni
eisini sjálvur økti til 3-0. Kaj
Leo í Bartalsstovu greiðir
frá, at tað hevði ovurstóran
týdning fyri ÍBV at klára at
halda sær í deildini.
Tað var ótrúliga deiligt at
vit kláraðu at hóra undan,
og at eg kundi spæla ein av
gerandi leiklut. Sum leikari
vil man ikki hava tað á sær,
at vera við tá eitt felag flytir
niður, og fyri eitt so stolt
felag sum ÍBV, hevur tað
alstóran týdning at vera í
bestu deildini, sigur Kaj Leo
í Bartalsstovu.
Sum heild er Kaj Leo í
Bartalsstovu rímiliga væl
nøgdur við kappingarárið
hjá ÍBV. Felagið vann steypa
kappingina og kláraði at
hóra undan niðurflyting í
landskappingini. Men per
sónliga kundi Kaj Leo í
Bartalsstovu tonkt sær at
enda kappingarárið betri.
Persónliga hevur tað ging
ið eitt sindur blanda hjá mær.
Eg havi havt nógvar góðar
dystir gjøgnum langa periodu
av kappingarárinum, men
til endans reyk eg eitt sindur
útum, og eg eri ikki heilt
nøgdur við at hava sitið á
bonkinum teir seinastu dyst
irnar, sigur Kaj Leo í Bartals
stovu, sum hevur eitt ár eftir
av sáttmálanum við ÍBV.
Hjá hinum føroyingum
í íslendsku deildini endaðu
Gunnar Nielsen og FH á triðja
plássi í deildini, meðan Grinda
vík, har René Shaki Joensen
spælir, endaði á fimta plássi.
Ikki álvarsamt hjá
Halli – Gilli fekk bank
Tveir føroyskir landsliðs
leikarar vóru eisini í dysti
fríggjakvøldið. Hallur Hans
son var við frá byrjan, tá AC
Horsens vann týðandi 1-0
útisigur móti Randers FC.
Móti endanum av dystinum
mátti Hallur Hansson tó
lata seg útskifta, tá hann
fór skaddur av vøllinum.
Men Hallur Hansson verð
ur tøkur til báðar teir kom
andi landsdystirnar móti
Lettlandi og Ungarn. Við
in.fo greiddi Hallur Hans
son sunnudagin frá, at tal
an var um slag á knæðið,
sum skjótt fer at ganga
yvir. Eisini Gilli R. Søren
sen var við frá byrjan, tá
Brann fríggjakvøldið heldur
óvæntað tapti 4-0 á heima
vølli
móti
Kristiansund.
Ósigurin hjá Brann ber við
sær, at Brann nú er farið
tvey pláss aftur í bestu nors
ku deildini, har teir nú liggja
á einum fjórða plássi, saman
borið við eitt annað pláss, ið
teir farna vikuskiftið lógu á.
Viljormur vann á Finni
Seinastu útisetarnir, ið hava
verið í dysti í vikuskiftinum
eru Jóan Símun Edmunds
son,
Viljormur
Davidsen
og
Finnur
Justinussen.
Jóan Símun Edmundsson
fekk eitt korter fyri OB
leygardagin, tá teir spældu
1-1 javnleik móti Hobro,
meðan
Viljormur
David
sen og Finnur Justinus
sen spældu ímóti hvørjum
øðrum sunnudagin, tá Vejle
og Fremad Amager dystað
ust. Í tí dystinum byrjaði
Viljormur
Davidsen
inni
fyri Vejle og spældi allar 90
minuttirnar, meðan Finnur
Justinussen var innskiftur
seinasta hálva tíman av
dystinum. Tann dysturin
endaði við 1-0 sigri til Vejle,
sum framvegis er oddalið í
næstbestu donsku deildini.