Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. oktober 2017 · Nr. 114 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Høllin á Hálsi Tað er ein ávís samanrenning millum Høllina á Hálsi og før­oyska kvinnulandsliðið í hond­bólti. Bæði standa í bygg­ing og bæði eru á veg at blíva betri. Høllin verður ein dupult­ høll, har tað verður pláss fyri fleiri ítróttargreinum og ikki minst pláss fyri teim­um stóru tiltøkunum, so sum hond­bóltsfinalum og lands­ dystum. Kvinnulandsliðið sleppur at royna seg móti stóru tjóð­ unum og læra hvussu nógv skal til, fyri at klára seg á hægsta altjóða stigi. Dagsins veruleiki er, at hvørki høllin á Hálsi ella kvinnu­landsliðið er klárt til sínar uppgávur. Høllin sær út sum eitt byggjapláss við fyribils­loysninum, meðan kvinnu­landsliðið er eitt lið í upp­bygging, har glottar hóm­ast, men ov nógvir veikl­ar. Fleiri teirra orsaka av væntaði landsliðsarbeiði nógv av teimum undanfarnu árun­um. Gleðiligt er, at bæði pro­ jekt­ini eru í framgongd. Fimm góð álop Dysturin á Hálsi móti Svøríki byrjaði júst øvugt av dysti­ num í Serbia. Tá skoraði Serbia sjey tey fyrstu málini, áðr­enn føroyska liðið tordi at spæla á álopsstøðu. Hesa ferð legði føroyska liðið út við at spæla væl í álopsstøðu. Føroyska liðið skoraði í fimm teimum fyrstu álopun­ um og talan var um fimm ymiskar málskjúttar. Tað er eitt gott tekin, tí merkir at mótstøðuliðið ikki bara kann pilka ein spælara úr spæli­ num, fyri at steðga góðu gongd­ini. Men tá Svøríki tók time­ -out steðgaði alt upp alíka­ væl. Tær løgdu meiri fyri í verjupartinum og hil­du fram at skjóta mál í álops­ parti­num. Vivann Peter­ sen gjørdi sítt í før­oyska máli­num, men mun­ur­in var ov stórur. Spælararnir hjá Svøríki høvdu sjáldan trupult við at koma til skot, og tí fóru bóltar eisini inn, hóast Viviann Petersen stóð væl. Í seinna hálvleiki megnaði før­oyska liðið ikki at spæla upp ímóti gestunum úr Svø­ ríki. Svensku spælararnir fin­gu fatur á verjuspælinum, með­an áhaldandi komu í góð­ar støður í álopsstøðu. Mugu vilja tað meir Scott Harrington legði ikki fingarnar í millum eftir dystin. Hann letur væl at fram­gongdini á landsliðnum og rósti teimum eisini, men við tí fylgir ein greiður boð­ skapur. -Tað er í ordan at tapa fyri Serbia og Svøríki, men tað er ikki í ordan at vera verri fyri enn tær. Tað er nakað spælararnir sjálvir kunnu gera nakað við. Tað snýr seg um at raðfesta hondbóltin hægri enn eitt hobby, sigur Scott Harrington. Hann leggur afturat, at ein annar stórur munur er, at svensku spælararnir hava ein harðan uppstart upp á fýra vikur fram til 1. august og fara síðani í holt við hond­bóltsspælið. Í Føroyum byrja flestu feløgini at venja í august, og tá kemur enntá fyri, at spælarar fara í feriu. -Fyri at kunna vinna, so mugu vit verða betri enn hinar til okkurt. Vit mugu verða betri fyri og til reiðar í slíkum dystum. Ella hava vit ongan møguleikan. Eg vóni at hesir spælararnir halda fram við at menna seg og vilja raðfesta hondbóltin høgt, sigur Scott Harrington. Hann er ikki nøgdur við úrslitini í hesum báðum dyst­unum, men heldur a før­oyska liðið hevur lært nógv. Hann heldur tó eisini, at Svøríki ikki var 33-15 betri enn okkara. -Málmunurin ger Svøríki betri, enn tær vóru í dag. Vit gera ov nógv mistøk í álopsstøðu, sum enda við mót­álopum, ið tær skora uppá. Tí blívur munurin so stór­ur, sigur Scott Harring­ ton. Til at liva við Føroyska liðið hevur nú spælt tveir teir fyrstu dyst­ir­ nir í EM undan­kapp­ingini. Tær hava tapt 36-20 og 33- 15 fyri Serbia og Svøríki. Tað sær ikki so pent út, men talan er ikki um pínlig úrslit, sum onkur ræddist undan hes­um báðum dystunum. Serliga tey 20 málini í Serbia standa eftir sum nakað, ið eitt føroyskt lands­lið kann fegnast um. Somu­leiðis fyrsta løtan móti Svø­riki var góð. Sum heild er talan um tvey ikki heilt óvæntaði úrslit, sum eisini út­stilla før­oyska kvinnu­hond­bólt í løtu­ni. Tað manglar pro­filar og spæl­ar­ar, sum rað­festa hond­bóltin høgt. Tað er risa mun­ur á at spæla í føroysku kapp­ing­ini, og so í altjóða kapp­ing. Hetta hava føroysku spælar­arnir nú roynt. Vón­ andi er tað við til at stimbra áhugan at venja. Vit sóu við U21 landsliðnum hjá monn­ um hvussu nógv eitt hálvt ár við venjing gjørdi. trondur@sosialurin.fo HONDBÓLTUR SPÆLARARNIR MUGU VILJA TAÐ ENN MEIR Tað sigur nú fyrrverandi landsliðsvenjarin hjá kvinnulandsliðnum í hondbólti, ið nú skal verða hjálparvenjari hjá kvinnulandsliðnum hjá Kina. Føroysku kvinnurnar hava fingið av at vita móti bæði Serbia og Svøríki, men eftir stendur eitt kvinnulandslið, sum hevur lært nógv Scott Harrington um EM avbjóðingina: