Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Áki Bertholdsen Tað verður ikki í bræði, at tað er væntandi við nøkrum nevni­verdum ábøtum á parker­ingstrupulleikanum í Havn. Tað ásannar Jákup Dam, býráðs­limur, og formaður í Teknisku Nevnd hjá býráð­ num. Parkeringsviðurskiftini í Havn hava annars verið eyð­ merkt sum tann heilt stóri trupulleikin í Havn, og nú í nógv ár hevur semja yvir­ høvur verið um, at hetta er tað málið, sum er mest átrok­ andi at loysa. Eisini býráðslimir hava javn­an og savnan gramt seg um støðuna og í nógv ár hava teir tosað um, hvussu trupul­ leikin kann loysast. Eisini Jákup Dam ásannar, at parkeringsviðurskiftini eru ein stórur trupulleiki og tað einasta, sum í roynd og veru kann loysa trupul­ leikan, er, at útvega fleiri park­er­ingspláss. Sum heild er eisini semja um, at einasti mátin at út­ vega fleiri parkerings­pláss í so stórum tali, at tað fer at bøta um støðuna, er at gera okkurt slag av park­erings­ húsi, ella parkerings­kjall­ara. Tosað hevur eisini verið um at leggja eitt, ella tvey dekk á onkur parkerings­ pláss mitt í býnum, eitt nú á Skálatrøð, ella á Konga­ brúnni. Men enn er einki hent á økinum, og eftir tí Jákup Dam sigur, er heldur ikki væntandi, at nakað fer at henda í bræði. Hann sigur, kortini, at tey hava nakrar loysnir í hugan­um, men sum støðan er nú, heldur hann at tað er nakað tíðliga at siga, hvørjar loysnir, talan er um. Tað einasta hann fæst at siga, er, at tey vóna at kunna seta sjøtul á arbeiðið at loysa parkeringstrupulleikan í hesum valskeiðnum – og tað endar á nýggjárinum í 2020. Her kann skoytast upp í, at í Miðbýarætlanini verður nevnt, at tað fyrsta parker­ ings­húsið eigur at verða gjørt á Skálatrøð og síðani eitt afturat á Kongabrúnni. Onnur mál raðfest Jákup Dam sigur, at vilja­ num til at gera nakað við viður­skiftini, bagir onki og bý­ráðið arbeiðir eisini við máli­num – Men einki gerst uttan so, at fígging er til tað, staðfestir hann samstundis Og tað er her at hundurin ligg­ur grivin, tí Jákup Dam sigur, at hesa næstu tíðina hev­ur býráðið ikki fígging til at gera nakað av álvara við parkeringsviðurskiftini. –  Vit mugu bara ásanna, at hesi seinastu, nógvu árini, hevur býráðið raðfest onn­ur viðurskifti hægri enn park­ eringsviðurskiftini. Í hesum sambandi vísir hann á, at býráðið er í ferð við at byggja skúlar fyri hundrað­tals milliónir, bæði Musikk­skúla og fólkaskúlan á Fløt­um. Samstundis sleppur bý­ ráð­ið heldur ikki undan at fara undir tvær stórar og kost­naðarmiklar ferðslu­ ætlanir beint nú. –  Kommunan sleppur ikki undan at brúka eina 50 milliónir upp á at skipa ferðslu­na í Marknagili og har um vegir, nú Glasir fer at taka ímóti næmingum, sam­ stundis sum Skúlin á Fløt­ um og Musikkskúlin verða gjørdir. – Vit sleppa heldur ikki undan at fara undir eitt kost­naðar­mikið arbeiði í sam­bandi við at gera inn­ komu­vegin til Havnar, nú Eystur­oyartunnilin verður liðug­ur í 2020, sigur hann. Og harafturat hevur meiri­lutin í býráðnum sett sær fyri at byggja røktar­ heim og at gera aðrar íløgur í eldraøkið. Og harafturat, hev­ur býráðið eisini sett ein 50 metra svimjihyl í Gunda­ dali, á skrá. – Parkeringin er eisini ein trupul­leiki, vit vera noydd at loysa, men tað kostar pengar. Og sum støðan er nú, hava vit nógv onnur stórmál, sum vit ikki sleppa undan at loysa, og sum somuleiðis kosta nógvar pengar. Og tískil er ta øgiliga avmarkað, hvat vit fáa gjørt við parkeringstrupulleikan fyri­bils, sigur hann. – Hesi næstu árini mugu vit ásanna, at fíggjarligu um­ støðurnar eru so trong­ar, tað tað ber ikki til at gera nakað stórvegis av íløgum fyri at loysa parkerings­trupul­leik­ an, sigur Jákup Dam. Trupulleikin við parkering verður ikki loystur í bræði PARKERINGS­VIÐURSKIFTINI Í HAVN Vit mugu bara vera siga sum er, og viðurkenna, at Býráðið hevur raðfest onnur viðurskifti hægri, sigur Jákup Dam, formaður í Teknisku Nevnd hjá Býráðnum Hesa næstu tíðina hevur býráðið ikki fígging til at gera nakað av álvara ONGIN LOYSN Parkeringsviðurskiftini eru ein stórur trupulleiki í Havn, men Jákup Dam, formaður í Teknisku Nevnd hjá býráðnum, ásannar, at hesi næstu árini er ongin loysn í eygsjón