týsdagur 3. oktober 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Hin mest effektivi hátturin
at fyribyrgja yvirvekt er at
eta minni.
Henda niðurstøða stend
ur knívhvøss í nýggju frá
greiðingini - Energy Balance
and Obesity - sum gransk
ingarparturin undir WHO,
International Agency for
Research on Cancer (IARC),
hevur skrivað.
Frágreiðingin staðfestir
eisini, at høvuðsorsøkin til
yvirvekt er, at tú fyllir ov
nógv í teg.
Arvafrøðilig viðurskifti
hava sín týdning, men hesi
eru ikki nóg mikið til at
forklára stóra vøksturin
av fólki við yvirvekt kring
heimin seinastu 35 árini.
Aktivitetur ikki nokk
Frágreiðingin
hjá
Inter
national
Agency
for
Research
on
Cancer
(IARC)
vísir,
at
likam
ligur
aktivitetur
ikki
einsamallur
megnar
at
loysa trupulleikarnar við
yvirvekt.
Tað eru 17 altjóða ser
frøðingar, ið hava greitt úr
hondum
frágreiðingina,
sum
byggir
á
seinastu
vísindaligu
skjalprógvini
um hesi viðurskifti.
Frágreiðingin vísir, at
millum 3,7 og 8,5 prosent
av øllum nýggjum krabba
meinstilburðum í Evropa
hava sína orsøk í yvirvekt.
Í donskum tølum svarar
hetta til millum 1300 og 3000
krabbameinstilburðir
um
árið, eitt nú sum bróstkrabbi
og krabbamein í langa ella
tjúkktarmi, sum vit vanliga
rópa tað.
Hugsa
vit
okkum,
at
danir eru umleið 100 ferðir
so nógvir sum føroyingar,
gevur hetta millum 13 og 30
tilburðir í Føroyum um árið.
Fyribyrging av
krabbameini
Sambært
Heilsustýrinum
viga 47 prosent av vaksnum
dønum í dag ov nógv, og ein
framskriving hjá Kræftens
Bekæmpelse vísir, at talið av
fólki, sum viga ov nógv, fer at
veksa upp í 70 prosent í 2045,
um verandi gongd heldur
fram.
Nýggja
frágreiðingin
hjá Agency for Research on
Cancer (IARC) stuðlar undir
útrokningar hjá Kræftens
Bekæmpelse
og
Nordisk
Cancer Union sum vísir, at
næstan 50.000 krabbameins
tilburðir kundu verið fyri
byrgdir næstu 30 árini, um
eingin dani vigaði ov nógv.
Vit skulu eta minni
Yvirvekt er nevniliga ein týð
andi vandatáttur, tá ræður
um 11 ymisk sløg av krabba
meini.
Gitte Laub Hansen, ph.d.
og verkætlanarleiðari hjá
Kræftens Bekæmpelse, vísir
á, at tað er ógvuliga trupult
at tapa seg, um fólk fyrst eru
vorðin fongd við yvirvekt.
Frágreiðingin vísir týði
liga, hvat vit eiga at leggja
herðsla á, tá ræður um
trupulleikar við vekt, og
stutta og greiða svarið er,
at vit simpulthen skulu eta
minni.
Gitte Laub Hansen sigur,
at yvirvekt er hin triðj størsti
vandabólkurin við atliti til
krabbamein eftir royking og
kost.
- Yvirvekt veksur um
vandan fyri krabbamein í
langa, brósti, maga, eggja
stokkum, lívmóður, livur,
prostata, nýra, gallbløðru,
vælindi og í brisi, sigur verk
ætlanarleiðarin hjá Kræft
ens Bekæmpelse.
Handlar kunnu
viðvirka
Matvøruhandlar
kunnu
eisini viðvirka til, at minni
verður etið av mati sum fitar.
Í Danmark hevur eitt nú
matvøruketan – REMA 1000
– havt eydnuna við sær við at
minka um talið av kalorium í
mati, sum ketan selur.
Í samstarvinum millum
REMA 1000 og Kræftens
Bekæmpelse undir heitinum
“Let indkøbet” hevur verið
roynt at minkað um kalori
urnar við tí endamáli at fyri
byrgja yvirvekt.
Ein eftirmeting av verk
ætlanini vísir, at sølan av
vørum
við
kalorium
er
vaksin nógv minni enn um
setningurin annars er vaksin,
og bert í 2015 eydnaðist tað
REMA 1000 at minka um
søluna av kalorium við fimm
prosentum – sæð í mun til
søluna í krónum og oyrum.
- Verkætlanin vísir so
leiðis, at eisini handilsketur,
sum selja matvørur, kunnu
viðvirka til at minka um
vandan fyri yvirvekt, sigur
Gitte Laub Hansen, verkætl
anarleiðari hjá Kræftens Be
kæmpelse.
www.cancer.dk
HEILSA
SAMANHANGUR ER MILLUM
YVIRVEKT OG KRABBAMEIN
Ein nýggj frágreiðing hjá WHO staðfestir, at orsøkin til yvirvekt er,
at vit eta ov nógv, og næstu 28 árini fara umleið 50.000 danir – og
umleið 500 føroyingar – at fáa krabbamein av fiti
Yvirvekt er hin triðj
størsti vandabólkurin
við atliti til
krabbamein eftir
royking og kost, tá
ræður um 11 ymisk
sløg av krabbameini
- Eisini handilsketur kunnu viðvirka til at
minka um vandan fyri yvirvekt, sigur Gitte
Laub Hansen hjá Kræftens Bekæmpelse