týsdagur 3. oktober 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kundatænastuleiðari
til Effo
Hevur tú leiðsluroyndir, og brennur tú
fyri at veita eina serliga góða tænastu?
So er starvið sum Kundatænastuleiðari
júst nakað fyri teg.
Starvið
Sum leiðari í Kundatænastuni fært tú eitt
spennandi og avbjóðandi starv við ávirkan og
ábyrgd. Tú fært ábyrgd av dagligu leiðsluni,
menningini og rakstrinum av Kundatænastuni.
Høvuðsuppgávur/arbeiði umfatar
•
Leiða og samskipa arbeiðið í Kundatænastuni
•
Ábyrgd av samskifti og uppgávum mótvegis
kunda og innanhýsis í organisatiónini, so sum
oljuveitingar, hitatænastu, fyrispurningar o.a.
•
Tvørgangandi átøk fyri at menna tænastuna,
bæði mótvegis kunda og innanhýsis
•
Tryggja at viðkomandi uppgávur sum hoyra
til virksøkið verða framdar
•
Luttaka í dagliga arbeiðinum í Kundatænastuni
Tínir førleikar
•
Er tænastusinnað(ur)
•
Góð leiðslu- og samstarvsevnir
•
Góð samskipanarevnir og samskiftisførleikar
•
Dugir at seta greið mál og skapa úrslit
•
Megnar til tíðir at arbeiða undir trýsti
Fyrimunur um umsøkjarin hevur leiðslu- og
samskipanarroyndir.
Vit bjóða
Eitt støðugt arbeiðið í einum góðum og skipaðum
umhvørvi. Vit bjóða tær løn eftir nærri avtalu, sum
verður ásett eftir royndum og útbúgving.
Eftirlønartrygging fylgir við starvinum.
Tú fært neyðuga upplæring í viðkomandi
telduskipanum og arbeiðs-/mannagongdum.
Starvstaðurin er á høvuðskrivstovuni á
Óðinshædd.
Umsókn
Umsókn við upplýsingum um útbúgving
og royndir skal vera okkum í hendi
20. oktober 2017, og sendast til
P/F Effo
Postboks 3098
110 Tórshavn
Frámerki: “Kundatænastuleiðari”
ella sum teldupost til hr@effo.fo
Starvið verður sett skjótast tilber. Upplýsingar um
starvi fáast við at venda sær til Jónsvein Simonsen,
Sølu og Kundatænastuleiðara á fartelefon 228063.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Pf. Effo Óðinshædd 3 Postboks 3098 110 Tórshavn Tel 34 35 00 www.effo.fo
www.bakkafrost.com
Húsavørður til
bygningarnar
á Bakka
Les meira á
www.bakkafrost.com
Umsóknarfreistin er
týsdagin 17. oktober 2017
Vilt tú hava meira at vita
um starvið, ert tú vælkomin
at vitja heimasíðu okkara
www.sansir.fo