Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115 NÝGGJUR FILMUR Tað er Visit Faroe Islands, sum hevur veitt filmsverkætlanini stuð­ ul frá føroyskum myndugleikum. Guðrið Højgaard sigur, at so skjótt hon hoyrdi um verkæltanina, vildi hon vera við í henni. - Hetta var heilt afturi í 2012. Tá var tað eingin, sum tosaði um at gera filmsupptøkur í Føroyum. Tí ljóðaði hetta so spennandi. Nú er sjálvandi nógv broytt, men eingin ivi er um, at hesin filmurin kann gerast ein góð lýsing fyri Føroyar, sigur hon. Og hon dylur ikki fyri, hvat endamálið við stuðlinum úr Føroyum er. - Her er bara talan um tað, sum vit kalla product placement, har vørur gerast partur av søgu­gongd­ ini í einum filmi, við tí endamálið at skapa uppmerksemi um vøruna. Her skulu vit skapa uppmerksemi um Føroyar, sigur Guðrið Højgaard. Hon sigur, at tað er ilt at meta um, hvussu stórt lýsingarvirði, film­ur­in kann fáa fyri Føroyar. - Tað velst sjálvandi um, hvussu langt hann røkkur. Hann verð­ur undir øllum umstøðum víst­ur í norð­ur­londum, men heilt spenn­ andi kann tað blíva, um hann slepp­ ur við til stóru filmsfesti­val­ar­nar, so sum Berlin, og serliga um, sum Göran Lindström droymir um, teir megna at fáa eina Oscar-tilnevning aftur, sigur Guðrið Højgaard. Talan er um fleiri millliónir í stuðuli, sum Visit Faroe Islands hevur lagt í verkætlanina; peningur, sum ikki verður vunnin aftur, um verkætlanin rennur út í einki. Tað ræðir tó ikki ferðavinnukvinnuna. - Vit mugu taka nakrar kjansir av og á. Vit vistu heldur ikki, hvussu SheepView fór at eydnast, men tað hevur gingið nógv betri, enn vit nakrantíð tordu at droyma um. Vit vóna sjálvandi, at søgan endurtekur seg við hesum filminum, sigur hon. Filmurin kann gerast ein stór lýsing - Um fólk sita í hálvan annan tíma og síggja náttúrumyndir úr Føroyum, verður hetta ein góð lýsing allastaðni, filmurin verður vístur, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands. Danjal av Rana Tá upptøkurnar til nýggja filmin Sonur Fuglaveiðumansins byrja í apríl næsta ár, verða nakrar av upp­ tøkunum í einum nýggjum films­ studio, sum verður gjørt í gomlu Far­støðini á flogvøllinum. - Hetta er ein fantastiskur møgu­ leiki hjá okkum. At vit kunnu búgva á Hotel Vágum, gera upptøkur í Gásadali og í Bø um morgunin og síðani gera upptøkur inni í gomlu farstøðini seinnapartin, alt innan fyri eini 5-10 minuttir at koyra, betri umstøður finna vit ikki, sigur Göran Lindström, framleiðari. Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága floghavn, váttar søguna. - Jú, hatta er okkara stuðul til filmsverkætlanina. Mittast part­ urin av gomlu farstøðini, har sum matstovan var, verður ikki brúktur í løtuni. Tí hava vit valt at lata tey sleppa inn har at gera upptøkurnar, sigur Jákup Sverri Kass. Hann sigur, at filmsfelagið sjálvt má gera leikpallirnar, men at tey sleppa at brúka gomlu farstøðina ókeypis. - Hetta fer at skapa enn meiri virksemi her vesturi, og tað haldi eg er vert at stuðla, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri. Talan verður um eini 35-40 fólk, sum vera við í upptøkuarbeiðinum, tá upptøkurnar byrja í apríl og svenski leikstjórin væntar, at eini 15-16 av hesum vera føroyingar. Arbeiði at fyrireika filmin byrj­ aði í 2012. Upptøkurnar verða næsta ár og frumframførsla verður eft­ir ætlan í februar 2019. Nýtt lív á gamla flogvøllinum Partur av gomlu farstøðini á Vága Floghavn skal gerast til filmsstudio 7 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Royndirnar aðrastaðni eru, at filmsvinnan hev ur stóran týdning fyri ferðavinnuna. Tá ið filmur er gjørdur ur einum landi, koma væl fleiri fólk úr øðrum lond um at vitja tað land ið. Tí sá Guðrið Høj- gaard, stjóri í Ferðaráði Føroya tað sum eina sjálvsagda uppgávu at samskipa arbeiðið við at útvega føroyska fíggjarliga partin. Hini londini gjalda bróðurpartin av tí, sum filmurin kostar at gera, men tað er er treytað av, at Føroyar eisini gjalda ein part. Føroyar skulu gjalda nakrar milliónir krón- ur. Enn er ikki kom ið á mál, men Guðrið Høj- gaard er sann førd um, at tað fer at eydnast at finna tær seinastu krón urnar. – Filmurin fer heilt vist at fáa stór an týdn- ing fyri ferða vinn- una, tí filmurin fer at fáa fleiri ferðafólk at koma higar. Tí er hetta ein góð íløga. Pen ing- ur in er væl útgivin og kemur innaftur, sigur Guðrið Højgaard. Seinasti stóri filmur, sum upptikin varð í Føroyum, var Barbara, og hann fekk eisini útlendsk ferðafólk at vitja Føroyar. Filmurin Barbara kom í 1997, og tað eru 16 ár síðan. Ein góð íløga Tað er heilt vist, at film- urin fer at hjálpa væl til at gera Før- oyar kendar í øðrum lond - um, sigur Guðrið Høj- gaard, stjóri í Ferðaráði Føroya Sandberg hev- lpt til og hevur ð verið í Føroy- amrøður vi fólk, nt søguna. iva ans í Gásadali er ein søga um at yvirliva hjá fátækrafólki fyri meira enn tríhundrað árum síðan. Tað er eisini ein søga um tollyndi. Foreldrini hjá Frans vóru ognarleys, og sum barnleys var framtíð teirra í vanda, tí hvat skuldi verða av teimum, tá ið kreftirnar fóru at ganga undan. Ein dagin fóru tey bæði til Sørvágs, har eitt franskt skip lá. Ørindini vóru, at hon skuldi gerast við barn. Tá ið tey fóru niðan aftur til Gásadals, høvdu tey eina víntunnu, sum tey fingu frá fransmonnum. Konan var við barn og átti sonin, sum fekk navnið Frans. Ikki óhugsandi varð hann kallaður upp eftir pápa upphavi sínum. – Pápi mín segði mær, at tað var eingin, sum sá niður á tey fyri tað. Tað vóru ikki ráð hjá nøkrum at skammast, sigur Daniella Sandberg. Søgan um Frans í Gásadali er ikki skrivað niður, men hon livir framvegis á manna- munni hjá nøkrum fólkum. Hon leggur dent á, at hon hevur alla virðing fyri menn- iskjunum, sum nýttu hendan møguleikan fyri at yvirliva. Daniella Sandberg sigur, at søgan altíð hevur fylt nógv í hennara hugaheimi, og tað gjørdi hon ikki minni, tá ið hon var greið yvir, at hon ikki kundi eiga børn sjálv. Hon og maðurin Svante valdu at ættleiða tvey børn. - Kærleikin til børnini er ikki minni, fyri tað um eg ikki havi føtt tey sjálv. Soleiðis hevur pápi Frans óivað havt tað eisini. Gott handrit Daniella Sandberg sigur, at hon var spent, tá ið hon fekk handritið at lesa. Hon var ovfarin av, so væl Richard Hobert hevur fingið burtur úr søguni. Hann hevur bygt meira upp á søguna fyri at gera hana meira spennandi, og tað hevur ikki gjørt søg- una verri. – Richard Hobert vísir í hand ritinum stóra virðing fyri menniskjunum, sum livdu undir so hørðum korum, og haraftrat hevur hann fing ið tað kvinnupolitiska við, sigur Daniella Sandberg. Hon hevur útbúgving sum frama- og sosialpedagogur. Hon hevur arbeitt nakað við sjónleiki men einki við filmi. k søga lmi dali, sigur Daniella Sandberg ranum Richard Hobert krantíð í Føroyum umstøðum verður undirtekstur á film­inum allan vegin ígjøgnum, greiðir Richard Hobert frá. Filmurin er sum sagt bygdur á eina søgu úr Føroyum og leikstjórin sigur, at tað var týdningarmikið fyri hann, at føroyingar ikki vóru ímóti verkætlanini. - Tað var týdningarmikið hjá mær at kanna, um mín filmsætlan gav afturljóð í Føroyum. Um eg hevði fingið mótstøðu, so hevði eg steðgað ætlanunum. Men eg havi bara upplivað stuðul. Eg havi eisini sett meg í samband við familj­una, við eftirkomarar fugla­ veiðu­mansins, og greitt teimum frá mín­um ætlanum. Heldur ikki tey vóru ímóti, greiðir Richard Hobert frá. Upptøkurnar byrja í apríl næsta ár og fara fram í Gásadali, í Bø og í gomlu farstøðini í Vága Floghavn. Filmurin, sum verður umleið 100 minuttir langur, skal eftir ætl­an frumsýnast í februar 2019 í Før­oy­um og á filmsfestivalinum í Berlin. Hetta vikuskifti hava eini 25 børn verið til royndarframførslu á Hotel Føroyum til barnaleiklutirnar í filminum. Annars er ætlanin at finna fleiri norðurlendskar sjón­leikarar til filmin. Í januar 2013 greiddi Daniella Sandberg frá søguni, sum filmurin er bygdur á, í Sosialinum. Tá var ætlanin, at filmurin skuldi koma út í 2014.