Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í apríl byrja upptøkurnar til nýggja filmin, Sonur Fuglaveiðumansins, sum sviarnir Richard Hobert, Anders Birkeland og Göran Lindström gera. NÝGGJUR FILMUR Danjal av Rana Ein gomul søga úr Gásadali er um eini bóndahjún, sum hava ilt við at fáa ein son. Søgan sigur, at ein dagin, tá ein fronsk skonnart lá á vágni, róð bóndin konuna umborð og níggju mánaðir seinni átti hon ein son. Hetta var stutti søgan, sum Daniella Strandberg, ein føroysk kvinna í Svøríki, fortaldi fyri svenska leik­stjóranum Richard Hob­ert ein dagin í 2012. Hon hevði sæð nakrar av film­um hansara og helt, at hann var júst rætti maðurin at gera søguna úr Gásadali til film. - Tað var okkurt í boðskapinum í søguni, sum fangaði meg. Eg haldi, at hon talar inn í okkara tíð eisini, við ættleiðing, hjúnaskilnaði, brotnum og samansettum familj­um og øðrum. Hetta sterka stríðið mill­ um at hoyratil og at standa uttan fyri, fangaði meg beinanvegin. Hetta er eitt stríð, sum gjøgnum, kær­leika, familju og samanhald rakar beint inni í hjartað í okkara sam­tíð, sigur hann. Richard Hobert leggur dent á, at hóast filmurin er bygdur á søguna úr Føroyum, so er tað ikki veruliga søgan, sum verður søgd. Hann hevur einans heinta íblásturin hað­ ani. Filmurin hevur fingið heitið Sonur Fuglaveiðumansins. Søgan í filminum gongur fyri seg um aldarskiftið millum 19. og 20. øld og fylgir í stóran mun hjún­ unum í Gásadali. Støða teirra verður fyrst lýst og síðani hvat fekk tey at taka hesa avgerð og ikki minst, hvørjar avleiðingar av­ gerð­in fekk fyri tey bæði og hjún­ ar­bandið. Søgan gongur fyri seg í Gásadali, har hjúnini búgva, og í Bø, sum er nærmasta havnin og har vertshúsið, har fronsku sjó­ menninir halda til, liggur. Hetta verður ein norðurlendskur filmur. Leikararnir verða ikki ein­ ans føroyingar, men væntandi nakrir sviar eisini, onkur dani og eisini nakrir fransar. - Hetta fer at geva okkum eina avbjóðing málsliga, men ætlanin er, at málið í filminum skal hava eina føroyska kenslu. Vit kunnu ikki læra útlendingarnar føroyskt, men ætlanin er, at tey sínámillum skulu tosa skandinaviskt við eini føroyskari dialekt. Føroyingarnir í filminum skulu sjálvandi tosa føroyskt sínámillum. Undir øllum Anders Birkeland og Göran Lind­ström, sum skulu framleiða filmin úr Gásadali, eru ikki heilt ókendir í filmsheiminum. Í 2004 vóru teir báðir tilstaðar til Oscar- handanina í Los Angeles, tí teir vóru tilnevndir fyri ársins besta útlendska film. Tað var film­urin Så Som i Himmelen, sum førdi teir hagar. Göran Lindström, sum seinastu dagarnar hevur verið í Føroyum í samband við, at 25 børn hava verið til royndarfilming á Hotel Før­oyum til nýggja filmin, vónar, at hesin filmurin eisini mengar at fáa slíkt uppmerksemi sum Så Som i Himmelen. - Eg vóni, at hesin filmurin fer at føra meg aftur á reyðu mottuna í Los Angeles, sigur Göran Lind­ström. Hetta er ikki fyrstu ferð, hann er í Føroyum. - Heilt afturi í 1979 var eg í Føroyum og gjørdi upptøkur í samband við eina svenska sendi­røð. Tá vóru vit her í tveir vikur, men ongantíð hevur ligið fyri at koma aftur til Føroya. Tí varð eg sera spentur um ætlanirnar hjá Richard Hobert, sigur hann. Göran Lindström sigur, at hann vónar at fáa nógvar føroyingar at hjálpa sær í framleiðsluni av filminum. - Vit vilja fegnir arbeiða saman við lokalum arbeiðsfólki, sum kunnu stuðla okkara egnu. Tá upp­tøkurnar koma í gongd, eru tað eini 35- 40 fólk, sum vera virkin og vit vóna, at eini 15 teirra vera før­oyingar, sigur hann. - Vit hava longu nú sæð, at teir føroyingar, sum hava tikið lut í fyrireikingunum, hava havt nógv góð hugskot og teirra royndir kunnu geva okkum nakað, sum vit ann­ars ikki høvdu fingið við, sigur Göran Lindström. Filmurin er mettur at kosta 17 til 18 milliónir krónur. Av teimum koma góðar fýra milliónir krón­ur úr Føroyum. Her eru tað Visit Faroe Islands, Tórshavnar komm­una og Sørvágs kommuna, sum hava játtað verkætlanini stuðul, um­framt stuðulsgrunnurin hjá A.P. Møller. Mánadagur 7. januar 2013 · Nr. 2 Filmurin Filmurin hevur fingið heitið The Bird Catcher og fer at vara smáar tveir tímar. Upptøkurnar verða gjørd ar í Gásadali og aðrastaðni í Vágum, og leikararnir verða royndir sjónleikarar, teir flestu skandinavar. Fimm lond eru við í verk ætlanini, Svøríki, Noreg, Frak land, Danmark og Føroyar. Hetta er nógv tann størsta filmsverkætlan í Føroyum nakrantíð og fer at kosta 32-35 mió. krónur. Upptøkurnar verða eftir ætlanini gjørdar í vár, og film urin verður liðugur í heyst. Richard Hobert ætlar at fara á filmsstevnuna í Cann es næsta ár. Randi Jacobsen Daniella Sandberg. sum er ættað úr Sørvági, hevur síðan 1978 búð í Stokholm. Í fleiri ár hevur hon gingið og borið upp á eina søgu, sum hon alla tíðina hevur hildið veri egnaða til ein film. – Pápi mín, Malberg Sim- on sen, dugdi væl at siga søg- ur, og hann var ikki bangin fyri at siga sannar søgur, sum onnur ikki vildu tosa um, sig- ur Daniella Sandberg. Ein søga, sum hann segði henni, var um Frans í Gása- dali. Pápin var ættaður úr Gása dali. Nú verður hendan søg- an endursøgd í einum stór- filmi, sum svenski leik stjór- in Richard Hobert, er við at seta upp. Richard Ho bert er millum kendastu films leik- stjórarnar í Svøríki, hevur gjørt filmar, og fleiri teirra hava fingið virðisløn. Tað var meira ella minni av tilvild, at Richard Hobert fekk søguna at vita. – Eg var til ein føðingardag í Stokholm og kom at sita við sama borð sum hann. Eina ferð segði eg við hann, at eg visti eina føroyska søgu, sum hóskaði væl til film. Hann var beinanvegur áhugaður og gav mær visittkort sítt og bað meg ringja til sín, sigur Daniella Sandberg. Tvær vikur seinni ringdi hon, og filmsleikstjórin fór beinanvegin til verka at bryggja meira upp á søguna. Hetta eru trý ár síðan. Daniella ur síðan hjál millum annað um og gjørt sa sum hava ken Um at yvirli Søgan um Fra Føroysk í stórfil – Pápi segði mær søguna um Frans í Gása úr Sørvági. Hon gav svenska filmsleikstjór hugskoti til størstu filmsverkætlanina nak Daniella Sandberg GAMLA SØGAN TALAR INN Í NÚTÍÐINA