Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðargrein Símun Absalonsen Statsaut. revisor Men miðlarnir royna at halda lív í skattamálinum. Henda miðlaódn tykist at hava kravt sítt. Stjórin í trygg­ing­ar­sam­tak­i­num fór úr starvi, og Taks fær á­hald­ andi á­koyr­ingar fyri sítt »dugnaloysi«. Taks og Betri samtakið eru vigað av Kring­ varp­i­num, og skotsmálið, tey hava fingið, hevur verið eir­ ind­a­leyst. KVF ætlar møgu­ liga at halda á, inntil høvd­ ið á Taks stjóranum verð­ur serverað á fati. Tá kann fjórða statsmaktin rætta rygg­in og vísa á, hvønn týdn­ ing vakt­hund­ur­in« hevur í okk­ara fólkaræði. Men ein eftirmeting mangl­ar í øllum ruðu­leik­a­ num, tað er leikluturin hjá KVF. Hevur stovnurin í hes­ um máli livað upp til á­set­ ing­ar­nar í Kring­varp­lóg­ini um sak­lig­an og óheftan tíð­ inda­flutn­ing? Tað er alment kent, at fjøl­ miðl­ar í Vesturheiminum eru í kreppu. Talan er um bæði ál­it­is­kreppu (etikkur), fíggj­ ar­liga kreppu (tíðindi ferð­ast í dag bæði skjótt og ó­keyp­is) umframt eina pro­fess­i­óns­ kreppu, av tí at tað ikki er mark­n­að­ar­grund­a­lag fyri eins nógvum journa­list­um í dag sum áður. Kann­ingar vísa, at í dag eru sos­i­alir miðlar fremstu veitarar av tíðindum – serliga mill­um tað yngra ættarliðið. Har­ um­framt koma net­port­alar og bloggar. Loft­mið­l­ar sum útvarps- og sjón­varpstíðindi missa markn­að­a­rpart hvønn ein­asta dag, og fjórða stats­ makt­in noyð­ist at á­sanna, at henn­ara vald lut­víst hev­ur flutt seg yv­ ir til aðr­ar mein­ings­ s k a p ­a n d i m i ð l ­a r sum Face­ book o. l. Onk­un­tíð v e r ð ­u r Face­book skírt at vera »fimta stats­makt­in«. Tann fjarandi áhugin fyri loft­bornum tíð­indu­m hevur ført við sær, at hesir miðl­ar eru vorðnir meira harð­mælt­ ir, meira ágangandi og minni sak­lig­ir. Etikkurin á sosialum miðl­um hevur ávirkað teir sið­bundnu loft­miðl­ar­nar og skapt eitt moralskt fall. Hetta við­ganga journalistar í granna­londum okkara eisini blankt. Heldur ein rong søga enn ongin søga Miðlar merkir vald. Og valds­ býti er neyðugt í einum fram­ komn­um samfelag. Men har sum vald er, er eisini vand­in fyri valdsmisnýtslu. Journ­ al­ist­iskt nærlagni og ó­heftni eru dygdir, sum eiga at virð­ ast í einum fram­komn­um fólka­ræði. Men eins og knív­ ur­in kann vera gagn­lig­ur í hond­ini á røttum per­sóni, so kann mik­il skaði standast av, at knív­urin kemur á skeiv­ar hendur. Fyri nøkrum árum kom eg í prát við ein væl­út­bún­ an og roynd­an journalist. Hetta var beint eftir at út­ varp­ið í »prime time« tíð­ind­ um hevði framt eitt grovt karaktermorð á ein navn­ givn­an persón. Journa­l­ist­ur­ in segði, at tað var al­tíð trup­ ult at stýra gølu­hungr­andi journalistum, ið aloftast kenna tað sum sína skyldu, at borð­reiða við eini »góðari søgu«. Og moralurin tykist vera: held­ ur ein rong søga enn ong­in søga. Soleiðis síggi eg gongdina í hesum máli Skattamálið hjá Eik hevur havt mín áhuga frá fyrsta degi. Tað er ikki tí at eg havi part­hallar kenslur mótvegis Eik ella Taks í hesum máli. Á­ hug­in er reint fakligur. Tær mongu gølu­kendu »Break­ing news av­dúk­in­g­ar« í Sos­i­ali­ num og in.fo, ella subjektivu doku­ment­a­r­send­ing­ar­nar hjá KVF, hava ikki stór­vegis á­huga í mín­ari verð, men bert turr skatta­tekn­isk fakta. Eik fór av knóranum í 2010 og varð loftað av Fíggj­ ar­lig­um Støðufesti. Nýtt fel­ag varð stovnað, og bank­ in verð­ur rikin víðari. Tann nýggi bank­in hevði eitt tap í sam­band við yvirtøku – netto­ak­tiv­ini vístu ca. 477 milli­ónir minus. Nýggi Eik vil kanna sær hetta tap sum skattafrádrátt í ein­um, helst grundað á §31 í skatta­lóg­ini. Men Taks sig­ur »Nei«. Eing­ in greið regla í før­oysku skatta­lóg­ini noktar ella heimilar bein­lei­ð­is slíkum frádrátti. Taks sigur hin­veg­ in, at netto­aktivini eru um­ fat­að av good-will áset­ing­ini í skatta­lógini (§35a) og bið­ur tí Eik um at viðismeta good- will. Her er sostatt lagt upp til eina telving millum Taks og Eik um virðisásetan av good-will. Og virðið liggur fyri­bils á einum skala millum 0 og 477 mió kr. Eik eigur fyrsta leik í talv­ i­num, og bankin kannar sær við fyrsta leikinum hægst hugs­andi good-will, sum svar­ar til nettoaktivini ella tap­ið - 477 mió. kr. Hetta hendi í 2015. Sjálvuppgávan hjá Eik verður avgreidd av Taks. Øll sum kenna eitt sind­ur til skattarætt vita, at ein av­greiðsla av eini sjálv­ upp­gávu er ikki tað sama sum ein blá­stempl­ing av eini sjálv­upp­gávu. Í 2017 ger Taks sína egnu eftirmeting av sjálv­upp­gáv­uni hjá Eik. Tað er á­huga­vert at staðfesta, at Taks framvegis heldur fast við, at nettoaktivini eru um­ fat­að av good-will hug­taki­ num í skattalógini (§35a). Kort­ini metir Taks, at good- will í hesum ítøkiliga føri er virð­is­leyst. Grundgevingin hjá Taks er, at 70% av parta­ brøvu­num í Eik vórðu seld »bíliga« í fríari sølu til trygg­ ing­ar­sam­takið í 2011. Útfrá hesi sølu »lesur« Taks good- will markn­aða­r­virði bankans at vera virð­is­leyst og sendir Eik ætl­an­ar­skriv. Isolerað sæð gevur hug­takið null- goodwill rokn­skap­ar­tekn­ iskt onga meining, tí eitt good-will upp á null er einki good-will. Men ein útsøgn má altið lesast skiljast í tí kon­teksti hon er søgd. KVF hevur áhaldandi við spei­semi útstillað og niður­ gjørt Taks stjóran, m.a. av út­søgn­ini um fiktiva heitið »null-good­will«. Men í tí kon­ teksti Eyðun Mørkøre um­ røð­ur null-goodwill, gevur hug­tak­ið avgjørt meining, av tí at tal­an er um virðistest av Karaktermorð fyri alm Við jøvnum mill­um­bilum koma »nýggj­ar av­dúk­ing­ar« fram í skatta­ mál­i­num hjá Eik. Verða »av­dúk­ ing­ar­nar« kannaðar nærri sæst, at tal­an er heldur um kreativ journa­ list­iskt scoop, tí al­oft­ast er einki nýtt aftan fyri søgu­na. Tað er sjálv­ andi mark fyri, hvussu ofta mann kann kóka súpan av somu beinum Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks Tá ið Súni Schwartz Jacobsen vitjar í stjóvarpstovni minnir tað um eitt slag av 3. grads forhoyring...