Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. oktober 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 4. oktober 2017 · Nr. 115 tíðargrein ein­um møgu­lig­um good-will. Men kon­tekstin leggur KVF ikki í, tí tað kann jú spilla »ta góðu søg­una«. Telvingin er nú í gongd. Eik sig­ur 477 mió, meðan Taks sigur 0. Sum eygleiðari haldi eg, at báðir partar hava flutt tveir skilagóðar leikir. Eik verj­ir síni sjónarmið og eg­in­á­huga, og Taks verjir á­huga­málini hjá lands­kass­ a­num. Sjálvmál Men nú eigur Eik næsta leik­ in. So hendi tað løgna, sum mangur við mær og kanska Taks eisini hevur undrast á. Eik letur ætlanarskrivið frá Taks vera seinasta orðið og vel­ur ikki at gera meira við mál­ið. Avgerðin frá Taks, um null-goodwill, fær tí skatt­ligan rættarvirknað, og málið er endað. Eik rindar tískil eina skattarokning uppá 37 mió. kr. og missir sam­stundis rætt til ein fram­ tíð­ar­frá­drátt. Eitt framhald av telv­ingini hevði, um ikki semja fekst, far­ið víðari sum kær­u­mál og síð­ani til dóm­ stól­ar­nar. Hvat úrslitið tá hevði ver­ið er og verður ein hypo­tet­isk­ur spurningur. Men mál­ið endaði við eini fyri­sit­ing­ar­lig­ari avgerð, sum skatta­borg­ar­in (Eik) valdi ikki at kæra víðari. Tann stóri spurningurin fyri okkum uttan fyri síðu­ linj­una er: Hví gavst Eik við telvingini? Hví ikki fakliga grundgeva fyri einum good­ will-frádrátti upp á heilt ella lut­vís­an part av 477 mió? Tað skortaði avgjørt ikki upp á grund­gevingar. Taks hevur fyri fleiri árum síð­ani gjørt leið­reglur fyri good- will áseting, og hesar á­set­ ing­ar kundi Eik brúkt. Av­ lop bankans seinastu árini og vinn­ings­evni bankans eru eisini viðkomandi, tá met­ast skal um good- will. Og parta­bræva­søl­an (70% av Eik partabrøvum) í 2011, sum Taks brúkar sum grundgeving fyri null- goodwill, minti nógv um tað, sum fakfólk kalla »fire sale«. Henda sølan hevði ikki nógv við vanliga markn­að­ar­mek­ an­ismu at gera, tí tað eru ikki mong í Føroyum, ið hava ráð at keypa ein banka fyri ½-1 mill­i­ard kr., og Fíggjarligt Støð­u­festi leitaði í Føroyum eftir einum keypara til bank­ an. Eik hevði sera góð kort í hond­ini at grundgeva eitt rími­ligt good-will og kundi av­gjørt giv­ið Taks mót­spæl. Og tað átti ikki at ver­ið trup­ult hjá Eik at sann­ført Taks, kærustovnin, dóm­stól­in o.o. um, at tað er ikki virðisleyst fyri ein banka, á sjálv­um stovningardegnum, at fáa 40% av Føroya fólki sum kunda. Ein slíkur kunda­hóp­ ur uppfyllir øll skatta­tekn­isk krøv fyri at vera um­fatað av good-will hug­tak­i­num. Ein væl­kend definitión av eini rokn­skap­ar­lig­ari ogn (good- will) er: Ress­ourcer, hvorfra frem­tid­ige økonomiske for­ dele forventes at tilflyde virk­som­hed­en. Tann einfalda próvbyrða sum Eik skal lyfta er at sann­føra Taks, kærustovn, o. o. um, at tað er ein fíggj­ar­ ligur fyrimunur hjá eini for­ rætn­ing at hava ein stóran kunda­skara. Tað átti ikki at verið trup­ult at ført prógv fyri nøkr­um, sum ikki bert rokn­skap­arkøn, men eisini leik­fólk, munnu meta sum púra sjálvsagt. Men Eik valdi at sleppa eini góðari sak, og harvið skeyt bankin seg sjálvan í fót­in. Orsøkina til sjálvmálið hjá Eik kennir eingin uttan bank­in sjálvur. Men eg kann ímynda mær, at bankin var vorðin so troyttur av allari miðla­øs­ingini, at hann nú vildi hava frið um málið. Og Eik hevur helst hildið seg kunn­að goldið seg til henda frið­in. Men tað er ikki alt, ið kann keypast fyri pe­n­ing. Og her hevur bankin ver­ið bæði góðvarin og blá­oygd­ ur. Um Eik metti, at hann kundi keypa seg til positiva um­røðu við at leggja 37 mió í lands­kassan og sleppa rætt­ ar­krav­inum um good-will frá­drátt, so mistók bankin seg stór­liga. Sum takk fyri sína »væl­ vild« fekk bankin ringast hug­s­andi reklamu og slapp enntá at betala eina tví­ sifr­aða milliónaupphædd fyri ta út­spill­ing, ið bankin sjálv­ur bað um. Eik krimi­na­ lis­er­aði seg sjálvan og legði seg flatan. KVF nýtti hetta høvið at trampa á Eik. Bank­ in hevur hervið helst framt størsta PR sjálvmál í før­oysk­ ari vinnulívssøgu. Tað hevði neyvan blivið nøkur løg­frøð­ i­lig kanning og enn minni nak­að poli­ti­mál, um bankin hevði valt at »telvað víðari« við sínum rættarkravi um good-will áseting. Men Eik ligg­ur nú sum hann hevur reitt. Óteljandi ferðir hevur kring­varp­ið endurtikið, at Eik royndi at fáa frádrátt fyri nak­að, sum bankin ongantíð hevði rætt til. Men veruleikin er ein annar, og veruleikin broytist ikki, uttan mun til, hvussu ofta tey ósonnu tíð­ ind­ini verða endurtikin. Hvør snýtti hvønn? Tað er greið ábending um, at Eik hevði rættarkrav upp á ein munandi good-will frádrátt av neyvt ó­kend­ari stødd, men bankin lat sjálv­ boðin henda rætt frá sær í fyri­sit­ing­ar­ligu telvingini við Taks. Hvussu stórur frá­drátt­ ur­in hevði verið er óvist, men út frá teimum úrs­lit­um, bankin hevur havt og teim­ um leiðreglum, ið TAKS hev­ ur ásett, hevði good-will virð­ ið neyv­an verið lægri enn 300 mió kr. Men tá øsing kemur í eitt mál, so hvørvur vanligt vit og skil, og so vendist ikki aft­ur. Sum eygleiðari dugi eg als ikki at síggja, at tað er Eik sum hevur roynt at snýtt lands­kass­an. Tað er helst rætt­ari at siga, at tað bleiv lands­kassin, sum loksins »snýtti« Eik. Mín fatan av hes­um máli er sostatt beint øv­ugt av tí mynd, sum KVF hev­ur givið Føroya fólki. Nú ljóð­ar, at støða skal takast til, um Eik skal hava bót fyri at hava snýtt seg sjálvan, og um KVF skal hava journalistiska virðisløn fyri sín óvanliga sub­jek­tiva leiklut í hesum máli. Skattamálið tykist at hava flutt seg yvir í tað ab­ surda og komiska. Tvær pallmyndir Onk­un­tíð hava fyrrverandi Eik bossarnir Jørn As­trup Hansen og Súni Schwartz verið gestir í sjón­varps­stov­ uni. Viðferðin av hesum monn­um og samanbering av hesum samrøðum minnir ikki sørt um journalistikkin hjá lit­ríku tabloidpressuni við ávikavist hugnapráti og av­hoyr­ingum. Og her haldi eg, at okkara public service stovnur ger sær fyri skomm­um. Tá Súni (ella Eyðun Mørkøre) hevur vitj­að sjónvarpsstovuna, minn­ir pallurin mest um ein krígs­rætt – eitt slag av 3. grads avhoyringum. Men tá Astrup vitjar, er sean­c­an ein heilt onnur. Nú eru sjón­ varps­fólkini sera blíð, smíl­ andi og hugtikin av Astrup. Her er eingin avhoyring, eingin avbróting, ikki ein ein­asti kritiskur spurningur, men bert bleytir leiðandi spurningar og rósandi viðmerkingar til gestin. Viðmerkingar, sum skulu stað­festa ta mynd, sum tann »ó­hefti« KVF stovnurin hev­ ur avgjørt, skal vera tann ein­asti og enda­ligi »sann­leik­ in« í hesum máli. Hetta »pub­ lic service« komm­ers­ið fyri opnum skermi er ein und­ir­ met­an av øllum sjálvstøðugt hugs­andi føroyingum - ein for­dumm­il­s­i­s­pro­sess fyri al­ menn­ar li­cens­pengar. Eg havi trupult við at síggja, at Eik ella TAKS fyri­ sit­ing­in hava forbrotið seg í he­s­um máli. Einasti aktørur sum, eftir míni metan, heilt greitt fremur lógarbrot er KVF. Stovnurin tykist at hava gloymt, at § 10 stk. 1 í kring­varps­lógini - skyldan at veita sakliga og óhefta upp­ lýs­ing - framvegis er í gildi. mennar licenspengar? Tá Súni ella Eyðun hava vitj­að sjón­ varps­stov­una minn­ir pallurin mest um ein krígs­rætt. Men tá Astrup vitjar, er sean­c­an ein heilt onnur. Nú eru sjón­ varps­fólk­ini sera blíð, smíl­andi og hug­tik­in av Astrup ...men tá Jørn Astrup vitjar sjónvarpinum eru sjónvarpsfólkini smílandi og hugtikin av honum, heldur Símun Absalonsen